mánadagur 13. apríl 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
judo badminton borðtennis
Tróndur Arge
Óvæntaður meistari
Í finaluni í einmansleiki í
borðtennis hjá monnum var
verandi
føroyameistarin,
Fróði F. Jensen úr TBF. Hann
spældi ímóti Pæturi Albinus
úr Tór, sum á fyrsta sinni var
í eini FM-finalu. Fróði vann
4-0 ímóti veteraninum Peteri
H. Niclasen í hálvfinaluni,
meðan Pætur vann 4-1 ímóti
14 ára gamla stórtalentinum,
Hanusi Sørensen, sum ann
ars var flúgvandi og hevði
vunnið 3-0 á bæði Peteri H.
Niclasen og Ragnari Egils
syni í bólkaspælinum.
Talan gjørdist um eina
finalu, sum var sera jøvn
og varð avgjørd við minsta
muninum, ið er 4-3 í settum
og og við stigmuninum 11-9
til Pætur Albinus í avgerandi
setti. Harvið koppaði Pætur
Albinus
heldur
óvæntað
verandi føroyameistaran av
trónini.
Durita endurvann
Finalan í einmansleiki hjá
kvinnum í borðtennis var
ein endurtøka av finaluni í
fjør, tá ið tær báðar Durita
F. Jensen úr Tór og Anna
Mikkjalsdóttir úr TBF hitt
ust. Hesaferð stóð á jøvnum
1-1 í settum, tá ið 16 ára gamla
Durita F. Jensen streyk av
stað og vann finaluna 3-1.
Hon endurvann harvið
FM-heitið.
Loksins Benjamin
Í einmansleiki hjá monnum
í badminton var tað fimtu
ferð, at Benjamin Gunnar
stein hevði spælt seg í
finaluna.
Undrunarvert
hevur hann tapt allar hinar
fýra ferðirnar hann hevur
verið í finaluni, men hesa
ferð eydnaðist tað honum at
vinna ímóti Aksel Poulsen,
sum hóast góða mótstøðu
serliga í øðrum setti mátti
lúta 2-0 fyri hálva føroyingi
num, sum seinasta árið hev
ur búðleikast í Føroyum og
hevur verið ein lívligur part
ur av badminton.
Settúrslitini
í
finaluni
vóru 21-15, 21-19.
Nevnast kann, at ein
av
favorittunum,
Niklas
Eysturoy, mátti taka seg
úr kappingini longu í inn
leiðandi umfarinum vegna
skaða í rygginum.
Aftur Rannvá
Í finaluni í einmansleiki hjá
kvinnum í badminton vóru
tað tær báðar systrarnar,
Rannvá
og
Brynhild
D.
Carlsson, sum dystaðust.
Verandi
føroyameistarin,
Rannvá, mátti sigast at vera
stórfavorittur at vinna final
una, og hon vann eisini greitt
2-0 í settum við settúrslit
unum 21-14, 21-10.
Tvær gull
Í judo var stóra søgan Jógvan
Páll Kristiansen, sum venur
við Amager Judoklub men
annars
umboðar
Sunda
Judofelag her heima. Hann
hevði bart seg í heilar tríggjar
finalur. Fyrstu finaluna, sum
var í lættvekt hjá monnum,
Leygardagin var stóri dagurin í borðtennis, badminton og judo, tá ið
tær tríggjar smærri ítróttargreinarnar høvdu felags FM-tiltak níggjunda
árið á rað. Finalurnar vórðu avgreiddar í Hoyvíkshøllini
Stórfingið
felags
FM-tiltak