Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Tað kann sáa iva um trúvirði hjá Miðla­húsinum... Tað var fyrsta viðmerkingin frá for­kvinn­uni hjá føroyskum fjøl­ miðla­fólk­um, eftir at Sosialurin – í sam­starvi við »Í menniskjum góður tokki« – hevði tikið stig til at savna pen­ing inn til frama fyri børn í fá­ tækra­váða. Fakfelagið hjá føroyskum journa­ list­um vísir sama hugburð, sum pol­ it­ikarar hava víst í áravís: Vilja fegin tosa um málið, men vilja einki gera við tað. Vit vita væl, at vit kunnu ikki loysa trup­ulleikan. Men vit vilja held­ ur ikki sita hendur í favn og hyggja, hvussu órættvísið økist í sam­fel­ag­ num. Tí hava vit tikið stig til hesa inn­savn­ing, sum vónandi kann hjálpa nøkrum børnum, sum eru í fá­ tækra­váða. Men samstundis sum hetta er ein hjálp, so er hetta eisini ein pro­v­ o­ka­tión. Ein provokatión, sum kann vekja pol­it­ik­ararnar. Sjálvt løg­mað­ ur rakn­aði við, tá hann sá send­ing­ina »Við hjálp frá góðum fólki« hós­kvøld­ ið. Hann lovaði beinanvegin – á Face­ book gott nokk – at hann saman við øðr­um nú fór at hjálpa hesum bólki av okkara medborgarum. Tað er gott, um ein sjón­varps­send­ ing kann vekja løgmann – og tað er gott, um hend­an inn­savning – ella um­røðan av henni – eisini kann kasta so mikið ljós á trupulleikan, at hann verð­ur loystur ella hjálptur. Og trupulleikin er ikki so øðiliga stór­ur. Sambært »Í menniskum góð­ ur tokki«, so kostar tað 9,6 milli­ón­ir krón­ur um árið at fáa 533 av teim­um fátækastu børnunum úr fá­takra­váða. Bara flatskattalættin til ting- og lands­stýrisfólk kostar um tríggj­ar mill­iónir krónur um árið. Vit end­ ur­taka: Flatskattalættin til ting- og lands­stýrisfólk kostar um 3.000.000 krón­ur um árið! Tað vil siga, at tann skattalætti, sum pol­itiska skipanin sjálv hevur fing­ið sær, hevði fíggjað tað sum tað kost­ar at fáa hesi børnini úr fá­ tækra­váða í eitt ár. Tað sigur okkum, at upp­gávan ikki er ómøgulig. Vit vita tó, at tað fer ikki at bera til at broyta skattaskipanina aftur til tað, sum hon var uttan flatskattin. Tí so skulu politikarar sjálvir áleggja sær sjálv­um eina skatta­hækk­ing upp á yvir tríggjar milliónir krónur um árið. Tað kundu teir ikki funnið uppá. Men nú eiga tey á niðuastu róku­ num tørn. Vilja politikararnir ikki gera tað, so skulu teir kroystast til at gera tað. Fólkið kann ikki góðtaka, at gjógv­in millum rík og fátæk alsamt øk­ist. So kunnu fakfeløg sum Føroysk Fjøl­miðla­fólk tosa um skal­að trú­ virði. Men tá tað snýr seg um at verja kor­ini hjá børnum í Føroyum, so reisa vit okkum og rópa varskó! Tað er eitt stórt lyftisbrot frá løg­ manni og hansara fólkum, at tey ikki hava veitt teimum á niðastu rók­u­ num. Tað eigur eingin at góðtaka. Hví skulu vit hava eitt sam­ felag, sum ikki hýsir øllum? A- toym­ið og B- liðið Dagny Joensen kjak síða 18 Røtt og neyð­ ug av­ gerð Johan Dahl Síða 22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Kann gerast liðug upp á 14 dagar – Vit hava einki hoyrt frá hvørki løgmanni ella sam­ gong­uni. Tað sigur Aksel V. Jo­ hanne­sen, formaður Javn­að­ ar­floks­ins við útvarpið, eft­ir at løgmaður við fleiri miðl­ar hevur sagt, at um and­støðan ikki vil vera við, so kann samgongan sjálv sam­tykkja eina nýskipan fyri fisk­i­vinn­ una upp á 14 dagar. Tað var fyri góðum mán­aði síðani, at Jac­ob Vestergaard, fiski­mál­a­ráð­ harri, spakaði bóltin í føvn­ ing­in á løgmanni – ásannandi at har fekst eingin breið semja. Men løgmaður helt uppá, at tað skuldi vera breiða semja við minst annan av Jav­nað­arflokkinum ella Tjóð­veldinum. Men nú tykist løgmaður hava broytt støðu – síðani hann eigur næsta útspælið. Fiskivinnunýskipanin – nú eisini uttan andstøðuna Um títt hjartablóð dukar fyri ein­um frælsum Føroyum, so eigur tú at fáa tær eitt før­ oyskt eftirnavn! Tað tykist vera boð­skap­ ur­in hjá Páll á Reynatúgvu til Gun­vør Balle – nú tey klandr­ ast um, hvussu høgt vit skulu útbúgva okkara ung­dóm. Familjan hjá Páll gjørdi sum Jóannes Bóndi: Dropp­ aði sítt danska Petersen-eft­ ir­navn. Páll skrivar soleiðis á Face­book: »Tað er ómetaliga gott at vit í Tjóðveldi hava orðað stevn­ umið við politikki okk­ara! Haldi kortini ikki, at tey skulu brúkast til at buka hvønn annan í høvdið við! Per­sónligt frælsi, ymiskleiki, og dirvi at hugsa egnar tank­ar, hava altið myndað mín­ar pol­it­isku fyr­i­ myndir í Tjóðveldi. Eri upp­vaksin við at vit øll hava sama tilverurætt, hóast ym­isk av lyndi og førleika. Meti meg ikki hava rætt at seta Gunvør Balle í bás, men veit, at eg eri føddur av for­eldr­um, hvørs hjartablóð dukaði fyri einum frælsum Før­oy­um. Havi verið limur í Tjóð­veldi í 30 ár og kenni pol­i­ tikk­in sum mítt egna barn. Ein bein­leiðis avleiðing av pol­it­isku sannføringini, var, at vit skiftu eft­ir­navn frá Pet­ er­sen til á Reynatúgvu, frú Balle!« Reynatúgvu føroyskari enn Balle Løgmaður trýr enn upp á eina nýskipan av fiski­vinn­ uni. Spurningurin er bara, hvørjir flokkar vera við. – Vit hava arbeitt hart fyri at fáa eina breiða semju, men tað vís­ir seg vera sera torført at fáa andstøðuna við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løg­maður, um arbeiðið við at gera eina nýggja fiski­vinn­u­ skip­an. – Tað letur til, at and­ støð­an hevur gjørt eina inn­ an­hýs­is avtalu um, at tað skulu vera allir ella ongin, og um tað er rætt, so kann tað verða ringt at arbeiða, sigur løg­mað­ur við in.fo í morgun. Hann sigur, at tíðin nú er kom­in til, at samgongan má taka støðu til, um ný­skip­ an­in skal halda fram, hóast and­støð­an ikki vil vera part­ ur av henni. – Nú mugu vit so tosa sam­an, fyrst í einstøku flokk­ u­num, síðani floks­leið­ar­ar­ nir og so á samgongufundi. Kanska onkrir aðrir møgu­ leik­ar eru, kanska er gjørligt at fáa smærru flokkarnar við, sigur løgmaður. Hann sigur, at lidna upp­ skot­ið er mest sum á gáttini, og at tað tekur ikki nógvar dag­ar at gera tað liðugt. – Vit hava tugt og tanlað upp á hetta uppskotið í longri tíð, og veruleikin er, at sam­gongan er komin so langt við arbeiðinum, at upp­skotið tekur kanska eina viku, 14 dagar at gera lið­ugt, um politiskur vilji er til tess, sigur Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen. HJÁLP! 1.326 børn í Føroyum... ...eru í FÁtækravÁða Miðlahúsið Politiska líkasælan er ræðandi. tí er neyðugt at gera nakað nÚ! Fyri at hjálpa hesum børnum – og fyri at fáa politisku skipanina at vakna – skipar Miðlahúsið fyri bráðfeingis innsavnan at hjálpa hesum børnum. innsavningin verður gjørd í samstarvi við »í menniskjum góður tokki«, sum tekur ímóti og býtir pengarnar. Tey, ið vilja stuðla hesum børnum, kunnu lata eina peningagávu á konto 6460 - 540.245.1 í BankNordik. StuðLa vIð SmS-boðum til ber eisini at stuðla við at senda eini sms-boð til 1940 við boðunum barn. tá letur tú 50 kr. til endamálið. til ber at senda fleiri sms-boð. Vodofone og Føroya Tele taka einki gjald fyri at avgreiða boðini. Lyftisbrotið mikla