Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Árni Gregersen Nú vilja løgtingsgrann­skoð­ ararnir hava, at betri eftirlit verður av røkt av ognarlutum hjá landinum í ymiskum fyri­ tøkum. Grannskoðararnir hava lagt fram eitt uppskot til sam­tyktar, har heitt verður á landsstýrið: »at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um virkiseindir, sum ikki eru við í fíggjarlóg, men sum landið eigur ella á líkn­andi hátt luttekur í, og at seta í verk átøk og fyri­ skipanir, sum skulu tryggja, at áhugamálini hjá landinum í virkiseindunum verða røkt á forsvarligan hátt«. Uppskotið er lagt fram eftir at landsgrannskoðanin hevur gjørt eina frágreiðing um leiklutin hjá landinum í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum. Løgtings­grann­skoð­ar­ar­ nir fingu hesa frágreiðing frá landsgrannskoðanini fyri einum ári síðani. Fíggjarlógin So at siga alt virksemi hjá land­inum og stovnum undir landinum sæst á fíggj­ar­ lógini, men landið er í nøkr­ um førum aprtur av fyri­ tøkum, hvørs virksemi als ikki sæst á fíggjarlógini. Tað vil siga, at hesar fyri­ tøkur heldur ikki eru fevndar av teimum reglum, sum eru galdandi fyri lands­fyri­ siting­ina. Tí vil lands­grann­ skoðanin hava, at áhuga­ málini hjá landinum verða tryggjað á forsvarligan hátt, tá ið landið er partur av virkis­eindum, sum ikki eru á fíggjar­lógini. Talan er um átta parta­ feløg, tríggjar vinnurekandi grunnar og fimm aðrar lands­stovnar og grunnar. Tveir aðrir grunnar eru, men hjá teimum verður rokn­ skapurin lagt fyri tingið. Hesi 18 feløg og grunn­ar eiga tilsamans ein egin­pen­ ing, sum er meira enn seks milljarrdir krónur. Hesir grunnar og fyri­ tøk­ur betaltu í 2012 340 miljónir krónur út í lønum og nevndarsamsýningum. Løgtingsgrann­skoðar­ arnir halda, at frágreiðingin lýsir eitt týðandi øki. Talan er um stórar upphæddir og um virkiseindir, sum røkja nógvar og týðandi sam­felags­ ligar uppgávur. Tilmæli frá lands­ grannskoðanini Í frágreiðingini, sum lands­ grannskoðanin hevur gjørt, eru fleiri tilmælir um hvat eigur at gerast: • at landsstýrið tryggjar sær, at áhugamálini hjá land­inum verða røkt á for­svarligan hátt, undir hes­um at landið hevur ta ávirkanina landið ynsk­ir í mun til váðan ella kost­ naðin, landið átekur sær, • at landsstýrið eftirmetir og tekur støðu til, um enda­málið við einstøku virkiseindunum er tíðar­ hóskandi, og í hvønn mun talan er um uppgávu hjá landinum at eiga ella taka lut í virkiseindini, • at landsstýrismaðurin í vinnumálum setir í gildi kunn­gerð um lands­ parta­feløg skjótast til ber, umframt at líknandi reglur verða ásettar um virkis­eindir, sum ikki eru lands­parta­feløg, men har landið lut­tekur á líknandi hátt, • at landsstýrið orðar ein eigarapolitikk, fyri almenn parta­feløg og aðrar við­ kom­andi virkiseindir, ið ásetir, hvørjar virkiseindir landið skal eiga ella taka lut í, endamál og ætlanir við virkiseindunum, krøv viðvíkjandi leiðslu, úrslit­ um o.s.fr. • at landsstýrismaðurin í fíggj­ar­málum ger eina ár­ liga frágreiðing, sum tekur saman um virkis­eindirnar, landið eigur ella á líknandi hátt luttekur í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri Løg­ting­ ið. Betri eftirlit og røkt av almennari ogn Nú skal meira eftir verða við fyritøkum og grunnum, sum tað almenna er partur av, men sum ikki eru á fíggjarlógini Her eru parta­feløg og grunnar hjá tí almenna Almennu Føroyar eiga part í og eiga fyritøkur, sum á ongan hátt eru á fíggjarlógini. Hesar fyritøkur og grun­nar eru skipað í part­a­feløg ella vinnurek­ andi grunnar. Landsgrannskoðanin hevur í einari frágreiðing, sum kom fyri einum ári síðani, mært til, at meira røkt og eftirlit eigur at vera við hesum ognum. Nú hava løgtings­ grann­skoðararnir so lagt eitt uppskot til sam­ tyktar fyri tingið um at heita á landsstýrið at fylgja tilmælunum frá landsgrannskoðanini. Tær fyritøkur og teir stovnar talan er um eiga tilsamans góðar seks milljardir í eginpeningi. Millum stóru feløg­ ini eru tunnlarnir báð­ir, Vágatunnilin og Eystur­ oyar­tunnilin. Landið eigur eisini einsa­malt Føroya Tele og Postverk Før­oya – báðar stórar sam­skiftis­ fyritøkur. Atlantic Airways er almenn ogn og tað sama er Fiskaaling. Pen­sjóns­ feløgini Lív 1,2 og 3, Vága Floghavn, Elektron, Før­ oya Dátusavn, Ítróttar­ vedding, Smyril Line, BankNordik og Tjaldur eru feløg, su landið eig­ ur heilt ella partvís. Í til dømis Tjaldur var ognar­ luturin tó ikki miera enn 2,8 prosent í 2012. Tríggir vinnurekandi grunnar eru: Fíggingar­ grunnurin frá 1992, Før­ oyagrunnurin frá 1971 og Framtaksgrunnur Før­oya. Fleiri aðrir grunnar eru, sum landið er part­ ur í, men sum eftir­lit kort­ini er við av al­menn­ um slag. – Endamálið við frá­ greiðingini er m.a. at lýsa leiklutin hjá landinum sum eigara ella luttakara í tí virksemi, sum ikki er fevnt av fíggjarlógini, og sum ikki altíð er fevnt av reglunum og fyri­skip­an­unum hjá lands­fyri­sit­ingini. Frá­ greið­ing­in er gjørd við støði í virkis­eindunum: kapi­tal­feløg, grunnar og ávísir almennir stovnar, skrivar Beinta Dam, lands­grannskoðari í frá­greið­ingini, sum hon læt løg­tings­grann­skoð­ ar­unum. Løgtingið fer hós­ dagin at hava 1. viðgerð av upp­skotinum hjá løg­tings­grann­skoð­ar­ un­um. Landið eigur stór partafeløg, sum ikki eru undir parla­ men­tariskum eftirliti Beinta Dam, stjóri fyri landsgrannskoðanini, mælir til, at fleiri átøk verða sett í verk