týsdagur 14. apríl 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Tá søkt verður um jólahjálp
fáa tey í felagsskapinum
rættiliga gott innlit í støðu
na hjá familjunum, tí í um
sóknarblaðnum verður spurt
um inntøku, útreiðslur, tal av
børnum og so framvegis.
- Vit hava hugt nærri at
teimum
300
familjunum,
sum eru ringast fyri og sum
hava fingið jólahjálp frá okk
um. Hesar 300 familjurnar
hava stóran tørv á, at okkurt
verður gjørt her og nú sum
kann hjálpa upp á truplu
støðuna, tær eru í, sigur
Annlis Bjarkamar.
Hesar 300 familjurnar
síggja soleiðis út
152 familjur hava 1 barn
89 familjur hava 2 børn
37 familjur hava 3 børn
19 familjur hava 4 børn
2 familjur hava 5 børn
1 familja hevur 6 børn
Sum nú er fáa hesar familjur
833 kr. í barnaískoyti um
mánaðan fyri hvørt barnið,
og tað er alt ov lítið í mun til
truplu støðuna, tey eru í.
Í hesum 300 familjum eru
533 børn. At hækka barnaís
koytið við 1500 krónum um
mánaðin til hesar familjur
og givið hesum børnum ein
virðiligan gerandisdag, hevði
kostað landskassanum 9,6
mio.
- Vit mugu so ella so fáa
flutt fokus yvir á børnini og
hvat skal til, so at tey kunnu
fáa ein gerandisdag, har ein
heit máltíð er sjálvsøgd, at
kunna taka lut á jøvnum føti
við onnur børn í ítrótti, at
kunna bjóða í føðingardag
og so framvegis. Endamálið
við barnaískoytinum má jú
verða børnini, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Tá skipanin við barna
ískoytið varð sett verk, varð
gjørt soleiðis, at allir stakir
uppihaldarar skuldi fáa. Tað
merkir, at tann arbeiðsleysi
og fulltrúin í landsstrýrinum
skuldi hava tað sama, sjálvt
um tørvurin fyri hesum
ískoytinum als ikki er tann
sami.
- Møguliga er tíðin komin
at hyggja at, um ikki til ber
at brúka barnaískoytið, har
sum tað munar best, og tað
er hjá teimum familjunum,
sum hava tað truplast. Og so
mugu vit eisini víðka skipan
ina til at umfata fíggjarliga
sperd pør við børnum, sigur
Annlis Bjarkhamar.
At hækka barnaískoyti
við 1500 krónum um mán
aðan hevði lyft nógv av
børnunum burtur úr tí sera
truplu støðu, tey eru í.
- Harumframt er hetta
lætt at fremja, tí tað snýr
seg um at hækka ein veit
ing, sum longu er, og so gera
eina lítla broyting sum ger,
at
barnaískoytið
verður
málrættað til stakar uppi
haldara og pør, sum eru
fíggjarliga sperd, vísur Ann
lis á.
Fyri 9,6 mio ber til at geva
teimum 533 børnum, sum
eru allar ringast fyri, ein
gerandisdag, sum sømir seg
í einum so ríkum samfelag
sum okkara.
barbara@sosialurin.fo
Barbara Holm
Meðan
hyggjarin
fekk
eitt stutt, men rámandi
innlit í lívið hjá støkum
uppihaldarum í fátækra
váða, tá ið sjónvarpssend
ingin var á skránni í farnu
viku, so fekk Dagmar Joen
sen Næs eitt veruligt innlit
í, hvussu hesar familjur liva
og virka í dag.
Serliga var tað hugburð
urin hjá hesum kvinnum
í sendingini, sum Dagmar
gjørdist bilsin um.
- Eg beundri, hvussu rask
ar tær eru, og hvussu nógva
orku tær leggja í, at børnini
ikki skuldu merkja nakað til
støðuna, sigur Dagmar Joen
sen Næs.
Hon hevur verið í sam
band við fleiri stakar uppi
haldarar og familjur, sum
liva í fátækraváða seinastu
tíðina, men tað var ógvuliga
trupult at fáa nakran at
standa fram.
- Og júst hesar kvinnur
hava uppiborið eitt herða
klapp fyri, at tær tora at seta
orð á tað, sigur Dagmar.
Orsøkin til, at tað var
trupult hjá Dagmar at finna
fátækar føroyingar, sum
vildu luttaka í sendingini er,
at fólk eru flóv um støðuna.
- Eg hoyrdi aftur og aftur,
at fólk ikki vilja seta orð á
sítt lív, tí tey eri so flóv av,
at tey ikki fáa endarnar at
røkka saman, greiður Dag
mar frá.
Men júst hesar kvinnur,
sum vóru við í sendingini
hóskvøldið í farnu viku, gera
allar alt tað, sum tær kunnu.
- Tær arbeiða fulla tíð,
summar hava útbúgving,
tær spara og brúka einki
óneyðugt, og kortini mugu
tær biðja um hjálp til púra
vanlig ting, sigur Dagmar
Joensen Næs.
Vit hava lyndi til í Før
oyum at seta spurnartekin
við, um tað nú veruliga er so
galið.
- Vit halda ikki ordiliga,
Børn í fátækraváða
Kostar
9,6 milliónir
at hjálpa
teimum fátøku
- At hækka barnaískoytið við 1500 krónum um mánaðin til tær mest treingjandi familjurnar
og givið hesum børnum ein virðiligan gerandisdag hevði kostað landskassanum 9,6
mio. Tað sigur Annlis Bjarkhamar, oddakvinna í »Í Menniskjum Góður Tokki«
Hóskvøldið í farnu viku vóru føroyingar enn einaferð vitni til syrgiligu støðuna hjá teimum,
sum liva í fátækraváða. - Kvinnurnar í sendingini og teirra lív gjørdi av álvara inntrykk uppá
meg, sigur Dagmar Joensen Næs, sum gjørdi sendingina "Við hjálp frá góðum fólki"
Familjurnar gjørdi inntrykk