Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Hjørdis var eitt gott dømi um eitt vælsignað menniskja. Hon var altíð tiltalandi, blíð og fyri­komandi. Ikki minst skemt­ingarsom, men eisini løtur við álvara vóru í. Hjørdis var slektað av Eiði. Tey vóru seks systkin, ein beiggi og ein systur doyðu sum heilt ung, tey vóru børn hjá Jákup Paul og Sámulinu. Hjørdis og Dávur eiga tvær døtur Dagmar og Susan. Dagmar er gift við Erlingi. Tey eiga fýra børn, tríggjar synir og eina dóttur. Susan er gift við Petur á Steig, tey eiga tveir synir. Dáv­ur Leon, sum er elsti sonur hjá Dagmar og Erling, eigur tveir synir. Sostatt átti Hjørdis seks ommubørn og tvey langommubørn, sum hon gav seg alt fyri teimum og tey fyri hana. Hjørdis bleiv gift við Dáva 11. apríl 1955, sum fyrr hevði eftir navnið Jacobsen, men seinri fekk sær Húsdal til eftir­navn. Hjørdis hevur fyri ein stóran part av lívi sínum arbeitt í fiski, eisini var hon í Grønlandi saman við Dáva, sum var í Kangersuk saman við pápa sínum Jesar og brøðr­um sínum og róði út. Og sjálvandi Luvisagumma var við, hon var jú fleiri ár har yviri. Tær báðar Hjørdis og hon kokkaust, Hjørdis var tó bert tað eina árið. Hjørdis kom eisini til ymiskt her í bygdini. T.d bingo dámdi henni væl. Hon var eisini var hon í Hús­møðra­ felagnum. Hon var eisini onkrar uttanlandsferðir við flaka­fólkunum, og væl dámdi henni at fara til Danmarkar við Erling og Dagmar at ferð­ast til hini børnini, ung­ dommi­lig sum altíð. Hjørdist misti Dáva fyri nú nógvum árum síðan. Dáv­ ur var sjómaður alt sítt lív. Hjørdis og mamma vóru syskinabørn, so vit komu nógv út á Bakka til tey. Eg minnist sum smádrongur, at Dávur visti altíð onkra søgu at fortelja fyri mær. Serliga um harurnar oman fyri garð­ arnar, har tær búðu. Hjørdis og eg vóru sera væl. Altíð um tað gekk eitt sindur long tíð at eg ikki var inni hjá henni nú hon tað seinastu tíðina búði her uppi, spurdi hon eftir mær. Vit kundu hava nógvar góðar skemtiligar løtur saman. Hon var so ungdommilig at práta við. Hjørdis gjørdist rættuliga sjúk fyri stuttari tíð síðan, og kom ongantíð fyri seg aftur. Hon vildi ikki at onnur skuldu hava stríð av henni. Hon hevði mangan á munni, at nú var hon blivin gomul. Eg fari at minnast Hjørd­ is sum eitt vælsignað menn­ iskja, eina Hjørdis, sum eg var góður við. Tit kunnu nú minnast tykkara elskaðu mammu, svigarmammu og ikki minst tykkara elskaðu ommu og langommu. Vinirnir hava nú mist ein góðan vin úr vinaskaraunum. Friður veri við minninum um Hjørdis Húsdal John Ziska og Astrid Hjørdis Húsdal andaðist sólarmyrkingardagin F. 23.08. 1927 – D. 20.03.2015 Vit vilja hervið takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Dania Dam Kollafjørður f. 12. september 1924 – d. 21.januar 2015 andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri vøkur og troystarrík orð. Tøkk fyri umsorgan og hjálpsemi. Tøkk fyri kransar og peningagávur til Zion Tøkk, øll tit sum fylgdu Daniu til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Alvilda, Jens Andrias, Jógvan og Christian Martin Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu og vístu okkum samkenslu, tá ið okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og beiggi Jógvan Eli Weihe Føddur 20.11.1941 ­– deyður 21.03.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og Vesturkirkjuni. Somuleiðis takka vit Henry og Sóbjørg í kapellinum, og kirkjutænarar, berarar, sangarar, gravara bæði í Vesturkirkjuni og á grøvini. Takk til starvsfólkið á Skúlaheiminum og eisini takk til tykkum mongu, sum bakaðu. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Parkinsonfelagið. Takk til øll tykkum, sum fylgdu Jógvan til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hildebjørg, Ólavur, Ingvør, Gunnar Oluf v/ familju og Birta 90 ára føðingardagur Leygardagin 18. apríl fyllir Annie Eystberg Jensen, Skopun, 90 ár. Dagurin verður hildin í Samljóð frá kl. 11 til 14. Øll eru hjartaliga væl komin. 90 ára føðingardagur Sunnudagin 19. apríl fyllir Hallgerð P. Siversten 90 ár. Føðingardagurin verður hildin á Tjarnargarði við Hoyvíkstjørn. Tey, sum vilja heilsa uppá Hallgerð, eru hjartaliga vælkomin frá kl. 16-19. 85 ára føðingardagur Sunnudagin 19. apríl, fyllir Merry Bertholdsen í Vági, 85 ár. Tey, sum hava hug at heilsa upp á hana, eru vælkomin í Jómsborg ímillum klokkan 12 og 18. Brúdleyp Leygardagin 02. mai giftast Árni S. S. Samuelsen, Sandavágur, og Elisa H. Joen-Jacobsen, Sandavágur. Vígslan verður í Sandavágs kirkju kl: 11.00. Døgurði og veitsla verður fyri innbodnum. Konfirmantar í Glyvra kirkju sunnudagin 19. apríl Eva Róð Hansen, Æðuvík Sanný Langgaard, Runavík Jóhanna Hendriksdóttir Olsen, Lamba Maria Martinsdóttir Thomsen, Glyvrar Hanna Fonsdal Johannesen, Søldarfjørður Drós Olsen, Rituvík Jona Sølvia í Heiðunum Davidsen, Saltangará Rannvá Lamhauge Olsen, Runavík (Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 17) Sandra Hansen, Toftir Eyðbjørn Leon Leifsson Arge, Søldarfjørður Jan Dahl Kastalag, Glyvrar Kári Mikkelsen, Runavík Jónas Hansen, Æðuvík Meinhard Debes Geyti, Saltangará Arnbjørn Jacobsen, Saltangará Jógvan Jákup Thomsen, Glyvrar (Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum) Rani Lamhauge Olsen, Runavík (Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 17) Meinhardt Knud Andreasen, Runavík (Dagurin verður hildin í Barnagarðinum á Mýrunum)