týsdagur 14. apríl 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ogn Millum Gilja í Hoyvík
Talan er um eina spennandi ogn við fleiri møguleikum.
Ognin er orkuvinarlig og er bygd við betongelementum,
væl bjálvað og hevur viðlíkahaldsfrí vindeygu/hurðar.
Góðir parkeringsmøguleikar eru við ognina.
Ognin kann bæði brúkast sum egin bústaður og/ella til
útleigan.
Ognin er í góðum standi.
Nira Sp/f
Mykinesgøta 6
100 Tórshavn
Keyp og søla av vinnuognum
Keyp og søla av fyritøkum
Vinnuráðgeving
TænasTur
fartel. 51 44 99
nira@nira.fo
www.nira.fo
nira er ein ráðgevingarfyritøka, sum bjóðar óhefta ráð geving innan keyp
og sølu av fyritøkum og vinnuognum, umframt aðra vinnuráðgeving.
Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum
á tel. 51 44 99 ella senda teldupost til nira@nira.fo
www.grafikmaster.fo
Ogn við møguleikum til sølu í Tórshavn
Bygningur 1 er betongbygningur í 3 hæddum, har
gólvvídd er íalt 1.053 m2. Bygningurin er, burtursæð frá
betongveggum, í vánaligum standi.
Bygningur 2 er betongbygningur (verkstað, bilskúrður)
á íalt 170 m2. Bygningurin er í rímuligum standi, men
krevur ábøtur.
Ognin liggur væl fyri og hevur sera gótt útsýni yvir
Havnina og Nólsoyarfjørð. Møguleiki er harumframt
eisini at keypa grannastykkið, sum er matr. nr. 999 ai.
adressa:
Matr.nr. 999a, Heygsvegur,
Tórshavn
slag:
Vinnubygningar
Vídd:
1.053 m2 + 170 m2
Grundøki:
2.214 m2
adressa:
Matr.nr. 1ls, Millum Gilja 145,
Hoyvík
slag:
Sethús/útleigubygningur
Byggiár:
2004
Búvídd:
320 m2
Grundøki:
501 m2
Lat okkum selja
tykkara vinnuogn
Ring á tel. 51 44 99
Prísuppskot:
kr. 3.450.000,-
Prísuppskot:
Hóskandi boð
Avbjóðandi starv sum
sølu- og marknaðarleiðari
Sum leiðari fyri sølu- og marknaðarføringar-
toyminum hjá Atlantic Airways fært tú
ábyrgdina av at leggja til rættis og útinna
sølu- og marknaðarføringina á øllum økjum,
miðlum og marknaðum, soleiðis at sølu- og
marknaðarføringarætlanin, sum er sett út í
kortið, verður rokkin.
Arbeiðsuppgávurnar og ábyrgdin fevna um øll
marknaðarátøk – herundir at mynda Atlantic
Airways úteftir og fremja sølu- og marknaðar-
føring hjá felagnum bæði í Føroyum og
uttanlands.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. eisini um
samstarv við ferðaskrivstovur, søluumboð og
Visit Faroe Islands. Sølu og marknaðarleiðarin
hevur ábyrgdina av innihaldinum á atlantic.fo
og øðrum netmiðlum hjá felagnum, eins og
hann hevur um hendi at samskipa og seta í
verk átøk, umsiting av okkara fyrimunarskipan,
viðgerð og røkt av stuðulsavtalum o.a.,
umframt samstarv við aðrar samstarvsfelagar
og veitarar.
Sølu- og marknaðarleiðarin vísir til stjóran í
Commercial, sum eisini er stjóri í felagnum.
Sølu- og marknaðarleiðarin er partur av
handilsliga leiðslubólkinum hjá Atlantic
Airways, har tær tríggjar deildirnar Customer
Service, Network Management og Revenue
Management, Reporting & Distribution eisini
eru við.
Rætti umsøkjarin hevur útbúgving, royndir og
innlit í sølu- og marknaðarføring og kann vísa
á góð úrslit, tá tað ræður um at leggja til
rættis og útinna B2C sølu og samskifti, brand
building, loyalitets- og samstarvsuppgávur
umframt starvsfólkaleiðslu.
Vit vænta, at tú ert opin, skapandi, greinandi
og væl skipaður. Somuleiðis vænta vit, at tú
sum leiðari ert umboðandi, ágrýtin og kunda-
og úrslitssøkin.
Sum leiðari megnar og skilur tú týdningin av at
samstarva breitt innanhýsis fyri at røkka egnum
og felags málum. Somuleiðis hevur tú góð evni
at skapa og røkja sambond við kundar og
samstarvsfelagar.
Tað er umráðandi, at tú hevur góð evni at
samskifta á føroyskum og enskum bæði í skrift
og talu.
Fyri tann rætta er hetta eitt krevjandi, men
samstundis eitt spennandi og mennandi starv.
Neyðugt er at hava hug og umstøður til
lutfalsliga nógva ferðing uttanlands og
møguleikan at arbeiða skiftandi tíðir, tá á
stendur. Arbeiðsstaðurin er á høvuðs-
skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Vága
Floghavn.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá
Jørgen Holme, stjóra, á telefon 213720 ella
hjá Georg Suðurgarð, HR-leiðara, á tel 211728.
Umsóknarfreistin er 26. apríl 2015.
Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu
sendast við telduposti til georg@atlantic.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og
úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014.
Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi,
Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt
leitingar- og bjargingartænastu.