Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUÐUL ÚR GRUNNUM Minnisgrunnur Sonnu av Skarði Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“. Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær hand- arbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul. Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, mentamálaleiðara, telefon 30 20 10. Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðar ætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 18. mai 2015. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“. Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi. Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, mentamálaleiðara, telefon 30 20 10. Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 18. mai 2015. Merkið umsóknina „Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein“. www.torshavn.fo www.gevidblod.fo