hósdagur 16. apríl 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
16. apríl 2015
Kostar 400 almennar mió kr um árið
Í gjár fylti Margreta drotning 75 ár – og vit
ynskja henni tillukku við tí. Nógv hevur verið
gjørt burtur hesum stóra og runda degi í fjøl
miðlum í Danmark.
Í Føroyum eru tað fólk í hinum endanum
á hierakinum, sum hava verið á dagsskrá, fólk
sum liva undir fátækamarkinum og fólk, sum
eru í fátækaváða.
Tað er júst stættamunurin, sum hevur
verið á dagsskrá. Kritikkurin er vendur ímóti
politisku skipanini í Føroyum, sum við sínum
politikki økir um munin millum rík og fátæk.
Vit hava ein meiriluta á tingi, sum hevur valt at
geva teimum vælbjargaðu – øll tey, ið avgerð
ina hava tikið eru íroknað – stóran skattalætta.
Upp í einar 6-7.000 krónur um mánaðin.
Tí stendur Margreta drotning og húski
hennara í skríggjandi andsøgn til veruleikan,
sum tey á niðastu rókunum í samfelagnum
eru í. Í Danmark koyrir andstøðan nógv upp á
vandan við stórum almannaveitingum. At fólk
blíva for dovin og vilja heldur hava almanna
veitingar enn at arbeiða.
Í Føroyum hava vit trupulleikan, at fólk
sum tíma og vilja arbeiða kortini eru í fátæka
váða, tí tey fáa snøgt sagt ikki endarnar at
røkka saman. Tí er tað, at politikararnir eisini
áttu at givið teimum sømdir, sum teir hava
givið teimum á hægru rókunum.
Men so er ikki, tí vilji er ikki til tess.
Men fólkaræðið Danmark velur tó at gjalda
kongshúsinum 400 milliónir krónur um árið,
soleiðis at gamla einaræðið í Danmark kann
umboða fólkaræðið.
Eitt er, at hetta er ein andsøgn av teimum
stóru. Fólkaræðið gevur eini familju framíhjá
rættindi, sum stava frá einaveldistíðini. Tá vit
fagna drotningini, so fagna vit ikki javnrætt
indum og somu treytir til øll fólk. Vit fagna
órættvísi og ójavna, sum setir nøkur útvald
fólk yvir allar lógir – og lata hesi framíhjá
rættini arvast niðureftir til børn og makar hjá
børnum og fyrrverandi makar hjá børnum.
400 milliónir krónur er nógv hjá fólkinum
at gjalda fyri kongshúsið. Tað eru líka nógvir
pengar, sum Edmund og Kaj Leo vilja hava
afturat frá danska fólkinum til føroyska lands
kassan. 400 milliónir er tað, sum tað kostar at
lyfta føroysku børnini úr fátækaváða í 42 ár.
Margreta drotning er ein klók og vís kona.
Men alment fíggjað kongshús hoyrir ikki nú
tíðini til. Kongshúsið er ein andsøgn til fólka
ræðið, og tey kongaligu eiga so nógvar ognir, at
tey saktans kunnu klára seg uttan almennan
stuðul. Tí eigur kongshúsið at verða tikið av.
Hoyrdi í útvaprinum, at hann bara
avspákaði
Men Pero Sore er farin úr starvi sum
giktlækni á Landssjúkrahúsinum.
Tað staðfesti hann í samrøðu við
in.fo í gjár.
Tað var í útvarpinum, at leiðlan
á Landssjúkrahúsinum boðið
frá, at Pero Sore ikki var farin
úr starvi, men at hann
avspákaði.
– Eg var sjokker
aður, tá eg hoyrdi,
at eg bara avspáki.
Eg spurdi Bjarna
á Steig, leiðandi
yvirlækna, hvør hevði borið hesi tíðindini,
men hann visti ikki, sigur Pero Sore, sum
kennir seg manipuleraðan av onkrum, men
veit ikki heilt hvørjum.
Pero Sore endurtekur, at hann hevur
sagt upp, og at hann ikki longur starv
ast á Landssjúkrahúsinum.
– Nú, eg havi sagt upp, havi eg
eini 33 feriudagar til góðar umframt
yvirtíðarløn fyri umleið hundrað
dagar. Hetta verður so útgoldið nú
komandi dagarnar, og kann
tað vera, hetta er orsøkin til,
at leiðslan á sjúkrahúsinum
kallar tað fyri avspáking,
sigur Pero Sore.
Politiski leiðarin í Føroyum eigur at
profilera seg í føroyskum miðlum
Tað heldur John William Joensen, blaðstjóri á
Norðlýsinum.
Í gjár vóru liðin 100 ár síðani norðoyamál
gagnið, Norlýsið, kom út á fyrsta sinni, og
skipaðu tey fyri stórum hátíðarhaldi í hesum
sambandi.
Útvarpið spurdi blaðstjórin, hvat hann helt
um framtíðina hjá føroysku bløðunum. Í tí sam
bandi vísti hann á, at føroyingar eiga at verða
tilvitaðir um at brúka føroysku miðlarnar:
– Tað sømir seg ikki løgmanni alsamt at
brúka Facebook at profilera seg
og sín politikk. Løgamður eigur
sjálvandi at brúka føroyskar
miðlar, segði blaðstjórin, sum
eisini er formaður í val
felagnum hjá løgmanni í
Klaksvík
Dýrt fyri fólkaræði at heiðra einaræði
Eg eri farin
Sømir seg ikki
løgmanni
Pero sore, giktlækni:
Norðlýsið
fólkatingsmaðurin
Les eisini blaðið
á telefonini
Eitt sosialt
skeiklað samfelag
Annfinn Brekkstein
Kjak síða 18
Fólk, býur og
fjørður
Tíðargrein síða 19
Visti tú?
At tað búgva 48.693
fólk í Føroyum – og at
metið var 48.916 í
2009
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Rósa Samuelsen, løgtingskona fyri
Sambandsflokkin
»Skal tað bera til hjá einum
manni at seta sjey børn
í verðina og lata landið
hanga upp á tey?«