leygardagur 10. juli 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 130 - 10. juli 2004
Nr. 130 - 10. juli 2004
39
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góða Cecilia
Tillukku við tí seinasta tannárinum í morgin. Hav tað gott
á CISV-leguni.
Heilsan mamma
Hey hon sjálv
Hvør skuldi trúð, at henda steikin fyllir 45 ár. Júst, tú
hevur gjørt ein ordans fong.
Heilsan myndaeigarin
... og eisini
tillukku frá
mær
Hjartaliga tillukku á 18 ára
degnum 10. juli.
Ynskja mamma, babba,
Hildibjarta og Sún-
mundur
Góða Kristina
Hjartaliga tillukku við 17
ára degnum. Alt tað besta í
framtíðini.
Heilsan mamma, pabba
og systrar
Góða elskaða Jórun
Hjartaliga tillukku við 5
ára degnum 11. juli. Alt tað
besta í framtíðini.
Ynskja Kristianna,
mamma og babba
Góða Frida
Hjartaliga
tillukku við 16
ára degnum.
Takk fyri fleiri
stuttligar løtur
í summar.
»Nú grør, ja
hvør einasti
bøkkur«
Heilsan
»Dvørgurin
á Mølini«
Góða fitta Jónfríð Sigga
Hjartaliga tillukku við 5
ára degnum 12. juli. Harr-
ans signing í framtíðini.
Mamma, babba, Jóhann
Kartni og Julian
Góða Natalia
Hjartaliga tillukku við 4
ára degnum 10. juli. Vit
elska teg.
Omma og abbi í Miðvági
Ciao, numero 2!
Eventualmente, non li ho
spaventati troppo. Era solo
ment come scherzo pic-
colo. Con questa immagine
piccola vi auguro il buon
compleanno e tutto il la
cosa migliore!
Bellezza di sonno
Góða Joan
Tillukku á
tínum 18 ára
degi. Alt gott
í tíni framtíð.
Ynskja
omma og
abbi
Eg og
foreldur míni
takka
hjartaliga
øllum, sum
gleddu meg á
fermingar-
degnum.
Heilsan
Sigrun
Johannesen,
Toftir
Góði babba
Hjartaliga
tillukku við
30 ára
degnum. Eg
elski teg.
Heilsan
babbasa
TILTØK
Gudstænastur
5. sunnud. e. trinitatis
Christianskirkjan: kl. 11,
altarg., Hans Eiler Hammer.
Talvan gongur í Norðoya
vestara prestagjaldi fyri Hina
føroysku sjómansmissiónina
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Elsa Funding
Kvívík: kl. 12, Marjun Bæk
Sørvágur: kl. 11, Inga
Poulsen Dam
Tvøroyri: kl. 11, altarg.,
Jónsvein Bech
Vágs kirkja: kl. 11 Ólavur
Rasmussen
Selatrað: kl. 11, altarg.,
Jógvan Fríðriksson. Í Sjóvar
prestagjaldi gongur talvan
fyri Sjómansmissiónina hjá
HM
Eiði: kl. 10.40 skriftamál, kl.
11 messa, Emil Olsen. Í Eiðis
prestagjaldi gongur talvan
fyri Sjómansmissiónina hjá
HM
Vesturkirkjan: kl. 11,
Kirkjubøur: kl. 12.15, Heri
Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, altarg.,
skriftamál kl. 10.40, Bjarni
Bæk. Talvan gongur fyri
hjálpararbeiðið hjá M/S
Anastasis
Nólsoy: kl. 12, altarg., Jóannis
Fonsdal
Glyvrar: kl. 11, altarg.,
Meinhard Bjartalíð. Í Glyvra
prestagjaldi gongur talvan
fyri Sjómansmissiónina.
Talvan gongur í Argja kirkju
fyri Føroysku Sjómans-
missiónina
Nes Prestagjald: Talvan
gongur sunnudagin fyri
Føroysku Sjómansmissiónina
Fuglafjarðar prestagjald:
Talvan gongur fyri Føroysku
Sjómansmissiónina.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
Morgunmøti og samstundis
verður barnaansing. Á
møtinum talar Ólavur
Jøkladal. www.hebron.fo
Missiónshúsið við
Landavegin
Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/
Martin Thomsen.
Lívdin
í Fimleikarhøllini
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjuløta saman við børn-
unum við sangi og søgu, kl.
11.10 ein steðgur við drekka.
Tilbiðjanarmøti verður kl.
11.30 har Jógvan Júst
Rasmussen talar. Barnatiltak
verður í Hoyvíkshøllini frá kl.
11.30-12.15. www.livdin.fo
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
við Tummas Jacobsen, kl.
11.50 ABC »Grøðing við Jesu
sárum« 2. partur við Sonna
Djurhuus.
Einki møti kl. 18 vegna tiltak
inni á Sundi í samband við
vitjan av Anastasis.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar forbøn ring
214067. www.filadelfia.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Benny Blumensaat, presti í
Mariukirkjuni.
Meinigheitshúsið
Sunnudagin kl. 18 Úti-
missiónsmøti v/ Christopher
og Maureen Clarke.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Minnis-
máltíð Harrans.
Sunnudagsskúlin í summarfrí,
kl. 18 Evangel. møti.
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta v/ manning frá Anastasis.
Sunnudagsskúlin er farin í
summarfrí. Útikonsert inni á
Sundi kl. 18.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bønarmøti.
M/V Anastasis
Í dag og til mikudagin 13.7.
er møguleiki at vitja skipið
millum kl. 10 og 17, tó
sunnudagin millum kl. 13 og
21. Sunnukvøldið útikonsert á
Sundi kl. 18 við føroyskum
bólkum. Í kvøld kl. 19.30
Afrikanskt kvøld í høllini á
Nabb.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnukvøldið kl. 19 Møti v/
Árna Jacobsen, Leirvík.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Signabø og Kollafjørður
Heimamissiónin hevur útimøti
leygardagin kl. 19 á Signabø
og kl. 21 við Missiónshúsið í
Kollafirði.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ breyðbróting, Dávid
Bech talar. Verið hjartaliga
vælkomin í Saron.
Miðvágs Missiónshús
Einki møti verður sunnu-
kvøldið.
Missiónshúsið í Hvalvík
Felagsmøti Hósvík-Hvalvík
verður sunnudagin kl. 18.
Hetta er samstundis seinasta
møti áðrenn summarsteðgin,
eisini verður ein støðgur við
ungdómsmøtinum, vit lýsa
aftur, tá vit byrja í august.
Gott summar.
Bønhúsið á Hellunum
Sunnukvøldið kl. 19 Møti við
Niels Jacob Nielsen, trúboð-
ara. Innsavnan.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti,
luttøka frá Anastasis.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Lívsins Orð, Saltangará
Sunnudagin kl. 10.30 Møti
við Pola Jacobsen. Øll eru
vælkomin.
Thabor, Fuglafjørður
Leygarkvøldið kl. 21 Ung-
dómsmøti.
Sunnudagin kl. 18 Møti.
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnudagin kl. 19 Møti v/
Vagn Foldbo.
Mikukvøldið kl. 19 Møti v/
Hanus Poulsen, drekka verður
aftaná.
Getsemane, Klaksvík
Sunnumorgunin kl. 11 Møti
við André Matras.
KFUM & K, Klaksvík
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Rúna og Guru í Árantsstovu.
kl. 21 Ungdómsmøti. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
www.kuff.fo
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 18 Møti v/
skandinavisku barnamissión-
ini. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 17.30 Bøn- og
lovsongsløta, kl. 18 Møti. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Betania, Skopun
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti.
Mikudagin kl. 20 Møti. Tú ert
vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnukvøldið kl. 18 Møti við
Johan og Signheðin. Bønar-
møti verður hálvan tíma áðr-
enn møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Hvalba
Møti verður sunnukvøldið v/
Jónsvein Bech.
Frelsunarherurin, Vágur
Leygardagin kl. 20 Útimøti
við posthúsið.
Sunnudagin kl. 18 Evangel.
møti, Magnus Jensen talar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót-
ing, kl. 18 Evangel. fundur,
kl. 21 Útifundur, um viðrar.
Ónsdagin kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarfundur.
Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11 Morgunmøti,
kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Mánakvøld kl. 21 Bønarmøti
og bønartænasta á tlf. 373777.
Tú ert vælkomin at ringja um
tær tørvar forbøn.
Samkoman Malta
Skagerak-fundirnir
Cosmos Trawl, Østhavnen,
Hirtshals. Fundirnir verða
soleiðis: 8. juli og 23., 24. og
25. juli. Á fundunum 23.-25.
juli luttaka ferðandi og onnur
við vitnisburði og sangi. 5.
august verður seinasti fundur.
Allir fundirnir eru kl. 19.30.
Aftaná fundirnar bjóða vit ein
kaffimunn. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Tilhaldið verður stongt vegna
umvæling frá:
28. juni til 26. juli og frá 30.
juli - 13. august.
Ólavsøkuframsýning verður
í Tilhaldinum 28.-29. juli.
Brúðarmyndir 1919-1971.
brúðarkjólar, fjarrit.
Søla: Drekkamunnur og
drýlur í kjallaranum.
Opið: kl. 15.00-19.00.
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Felagið Tórshavn –
Gongutúrur
Sunnudagin 11. juli verður
gongutúrur til Fransatoftirnar
uppi á Sátuni. Farið verður av
Kunningarstovuni kl. 14.00.
Havið heit og góð gongu-
klæðir og matpakka við.
Tilmelding.
Leygardagin 17. juli kl. 14.00 giftast í Funnings kirkju
Jenny Petersen úr funningi og Magnus Samuelsen úr Tórs-
havn. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á
Argjum kl. 19.00.
Leygardagin 17. juli kl. 15.00 giftast í Hejls kirkju Kitty
Ferjá Joensen, Kollafjørður og André Isholm Andrésen,
Tórshavn. Dagurin verður hildin á Hotel Harmonien,
Gåskærgade 19, 6100 Haderslev.
Sunnudagin 18. juli kl. 12.15 giftast í Vesturkirkjuni Heidi
Gásadal og Herman Lindberg. Aftaná vígsluna, uml. kl.
13.30 til 16.00 verður móttøka heima í Mannbrekku 13,
Hoyvík. Øll eru vælkomin.
24. juli kl. 16.00 giftast Gitte Johannesen og Finnur Klein
í Dómkirkjuni. Veitslan verður fyri innbodnum í bygdar-
húsinum í Hósvík kl. 19.00.
Leygardagin 24. juli giftast í Trongisvági Wenche F.
Lindberg, Trongisvágur, dóttur Óla Jákup Lindberg, og
Rúni Aarethún, Fanø, Norra. Veitslan verður fyri innbodn-
um inni á Sandinum hjá Jonnu og Óla Jákupi Lindberg,
Trongisvágur.
Leygardagin 31. juli kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Julianna M. Askham, Hvannasund og Silas K. K.
Olofson, Klaksvík. Døgurði verður fyri innbodnum í
Skálanum og vælkomst verður kl. 21.00. Tey, ið vilja gleða
okkum við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at
siga frá á tlf. 452002 ella 261283 áðrenn 18. juli.
Fríggjadagin 6. august kl. 15.00 giftast í Gøtu kirkju
Katrin Sigurðsdóttir, Norðragøta og Karstin Kristiansen,
Leirvík. Opið hús við nátturða og drekkamunni verður í
Róðrarneystinum á Glyvrum kl. 20.00. Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at koma verða biðin um at ringja á tlf.
443241 ella 441363 innan 30. juli.
Tann 7. august giftast í Klaksvík Mette Gade frá Glyngøre
og Leif Berg Jacobsen úr Klaksvík. Vígslan verður í
Betesda kl. 15.00. Vælkomst verður á Hotel Norð kl. 19.00
og tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinar-
liga biðin at siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 226925 ella
224383.
Leygardagin 7. august giftast Jóna Petra Thomsen, Skopun
og Jóhan Mikkelsen, Sørvágur. Vígslan verður í Skopunar
kirkju kl. 11.00. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum Sam-
ljóð í Skopun kl. 19.00. Teistin siglur úr Skopun á Gomlu-
rætt sunnumorgunin kl. 4.00. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið við at koma í veitslu verða vinarliga biðin at
siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 332312, 361575 ella 253001.
BRÚDLEYP
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
»Gull og silvur tykkara er rustað upp, og rusturin á
tí skal verða til vitnisburðar móti tykkum og eta hold
tykkara eins og eldur. Tit hava savnað dýrgripir á
teimum seinastu døgunum«
(Ják. 5.3.)
Eisini Jesus hevur í fjallaprædikuni tala um teir skattir,
sum mølur og rustur etur. Men Jákup setur tað enn
harðari upp. Sjálvt børn vita, at gull rustar ikki og
silvur í mesta lagi gerst óblankt, men forferst ikki. Hesi
bæði mtallir eru tey, sum menniskjan altíð hevur sett
álit sítt á, tá ið hon skuldi tryggja sítt ríkidømi.
Men í bíbliuørindinum omanfyri vera tey ein mynd
av nøkrum, sum røkkur víðari, tað at seta álit sítt á
heimsins lutir í heilatikið. Tað kemur fram í teimum
seinastu orðunum. Teir seinastu dagarnir – hví seta tit
tá álit tykkara á lutirnar í hesum heimi, ið longu detta
sundur og brátt eru horvnir?
Seta vit okkara álit á heimsins gull og silvur, vil rust-
urin, sum er tess undirgangur, gerast ein vitnisburður
móti okkum. Hann skal rópa hart fyri Guðs dómstóli
um, at vit settu okkara álit á heimin, men vildu ikki líta
á Guð. Og tí skal rusturin »eta holdið eins og eldur«.
Dómurin vil ganga ímóti okkum um vit settu álitið á
tað, sum ikki heldur, ístaðin fyri at líta á Guðs frelsu í
Kristi Jesusi, so at syndir okkara kundu tváast av við
blóði hansara og vit standa rein fyri Guðs ásjón.
Ein og hvør av okkum kann stillisliga hugsa um, um
eisini vit hava nakað »gull ella silvur« vit líta á ístaðin
fyri at líta á Guð. Tað kann vera peningur. Tað kann
vera alt, sum bindur likam og sansir okkar – og hvat so,
tá ið likamið ikki er longur? Tað kann vera tráan eftir
valdi og æru – men hvat so, tá ið vit kortini einaferð
eru gloymd við undantak í teirri bókini hjá Guði, har
gerningar okkara eru skrivaðir í? Latið okkum sleppa
øllum tí, hvørs rustur vil spilla okkum, men savna
okkum gripir í himli, har hvørki mølur ella rustur eru
til.
Amen!
John S. Myllhamar
Mánadagin 12. juli hava Jóngerð og Sjúrður Mikkelsen,
Sørvágur, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin heima
við hús sunnudagin 11. juli frá kl. 10.00 á morgni. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
SILVURBRÚDLEYP
C
M
Y
K
39
38