hósdagur 16. apríl 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
33
Aðalfundur Javna
verður á Hotel Føroyum
mikudagin 13. mai 2015 kl. 17
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Viðtøkubroytingar verða eisini á skránni:
Til tess at forða fyri, at øll nevndin í Spyr Meg verður útskift ísenn, skjýtur starvsnevndin upp,
at grein 9A stk. 2 í viðtøkunum fær ískoyti um valskipanina. Ískoytið til greinina er parturin,
sum er undirstrikaður:
§9A stk. 2. Henda undirnevnd eitur “Spyr meg”. Nevndin verður mannað við trimum av
aðalfundi felagsins valdum limum og verður formaðurin valdur beinleiðis á aðalfundinum.
Formaðurin er samstundis føddur limur í starvsnevnd felagsins, tó uttan atkvøðurætt í
starvsnevndini. Limir verða valdir fyri 2 ár í senn og er afturval loyvt. Ein nevndarlimur stendur
fyri vali líka ár og hinir báðir ólíka ár, og sum skiftisreglu verða á ársaðalfundinum 2015 valdir
tríggir nevndarlimir, ein fyri eitt ár og tveir fyri tvey ár”. Bert limir í Javna við menningartarni,
kunnu verða valdir til nevndarlimir í hesi undirnevnd. Rætt til at greiða atkvøðu á
aðalfundinum í sambandi við val av hesi undirnevnd hava allir møttir limir felagsins.
Kl. 18.30 verður Javnaveitsla í veitsluhøllini á Hotel Føroyum.
Tilmelding til veitsluna skal gerast í seinasta lagi 11. mai á middegi. Prísir og kunning annars
finnast á heimasíðuni www.javni.fo.