mánadagur 20. apríl 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
politikkur
Árni Gregersen
Skulu politisku útmelding
arnar takast fyri fuklt eftir
landsfundinar hjá politisku
flokkunum, so verður ómeta
liga torført at skipa sam
gongu eftir løgtingsvalið.
Hvør á sínum øki hava
flokkarnir
sett
forðingar
upp, so teir ikki kunnu sam
starva við onkrar av hinum
flokkunum á ávísum økjum.
Verða hesar forðingar lagdar
saman, so fer næstan als ikki
at bera til at skipa samgongu.
Men hetta er bert ein
partur av politikki, tí tá ið
avtornar, so noyðast flokkar,
sum eru ógvuliga ymiskir
ofta at finna sama fyri yvir
høvur at fáa ávirkan á tann
praktiska politikkin, sum
verður førdur.
Markering
Seinasta markeringin kom
nú Javnaðarflokkurin hevði
landsfund um vikuskiftið.
Í yvirlýsing frá fundinum
gjørdi flokkurin sína støðu
greiða í spurninginum um
nýskipan av fiskivinnuni,
men eisini lovaði flokkurin
nøkur tiltøk, sum skulu
lætta um gerandisdagin hjá
teimum lægru og meðalinn
tøkunum.
Frammanundan
hevr
formaður floksins, Aksel V.
Johannesen, boðað frá, at so
leingi hann er formaður, so
fer Javnaðarflokkurin ikki í
samstarv við Fólkaflokkin.
Hetta
ljóðði
kanska
ógvusligt, tá ið hann segði
tað, men verður hugt at, hvat
stendur í yvirlýsingini frá
landsfundinum nú, so skal
ómetaliga nógv broytast, um
tað yvirhøvur skal bera til
hjá hesum báðum flokkum
at finna saman eftir eitt val.
Idéolgiskt liggja flokk
arnir eisini so langt frá
hvørjum øðrum, sum til
ber. Javnaðarflokkurin er
ein vinstrahallur samríkis
flokkur, meðan Fólkaflokk
urin hinvegin er ein høgra
vendur borgarligur flokkur.
Útmeldingin hjá javnað
arflokkinum í yvirlýsingini
inniheldur tað, sum flokk
urin stendur fyri í fiski
vinnuni. Hetta er so at siga
alt í stríð við tað, sum Fólka
flokkurin stendur fyri og
hevur meldað út í seinastuni.
Tjóðveldi
Grundleggjandi
eru
tað
Javnaðarflokkurin og Tjóð
veldi sum idéologiskt liggja
tættasta av teimum fýra
størru flokkunum.
Báðir flokkarnir liggja
vinstrumegin
í
politisku
myndini, men teir hava hvør
sína støðu í spurninginum
um
tjóðskaparligu
støðu
Føroya.
Meðan Tjóðveldi arbeið
ir fyri loysing, so er Javnað
arflokkurin greitt ein sam
ríkisflokkur. Hetta hevur fyrr
ikki forðað flokkunum fyri at
vera í samgongu saman, men
seiansta samstarvið millum
flokkarnar
báðar
endaði
brádliga við ósemjum.
Um tað ber til at finna
samanaftur eftir eitt val
er sjálvandi ilt at siga, men
Aksel V. Johannesen hev
ur greitt sat, at Javnaðar
flokkurin er ein samríkis
flokkur.
Hinvegin hevur Tjóðveldi
meldað út, at nú skal loys
ingin og einar frælsar Før
oyar aftur á politisku dags
skránna.
Aftur her er talan um út
meldingar, sum meira eru
forðingar enn innbjóðingar
til politiskt samstarv eftir
eitt val.
Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin
hevur
mangan verið saman við
Javnaðarflokkinum,
men
eftir at yvirlýsingin frá
landsfundi Javnaðarfloksins
var
alment
leygardagin,
meldaði formaðurin í Sam
bandsflokkinum, Kaj Leo
Holm Johannesen, út, at
hann helt útgjarðingin í
yvirlýsingini er ov ógvusligt
og at hon ikki er fíggjað. Ikki
annað enn at fleiri gjøld
skulu leggjast á vinnuna.
Formaðurin
í
Sam
bandsflokkinum
helt,
at
yvirlýsingin er ein forðing
fyri at báðir samríkisflokk
arnir kunnu samstarv, skal
politikkurin líkjast tí, sum
Javnaðarflokkurin mælir til
í yvirlýsingini.
Sambandsflokkurin
er
í løtuni í samgobngu við
Fólkaflokkin.
Flokkarnir
eru báðir borgarligir, men í
tjóðskaparspurninginum eru
teir hvør sínu megin striku
na.
Nýskipan av fiskivinnuni
hevur eisini í hesum sam
gonguskeiðnum verið ein
stríðsspurningur
millum
flokkarnar.
Í hvussu so er millum
partar av flokkunum.
Tí leiðslurnar hava boðað
frá, at eitt uppskot til nýggja
lóg um vinnuligan fiskiskap
fyriliggur, sum flokkarnir
eru samdir um saman við
Miðflokkinum.
Veruligir politikkur
Tað sum er nevnt omanfyri
umt eir fýra størru politisku
flokkarnar, er tað, sum hesir
flokkar boða frá undan ein
um vali og sum er grundar
lagið undir flokkunum.
Tað er kanska lætt at
skilja. Eityt sindur torførari
er tað kanska at skilja, tá ið
ein sær, hvørjir flokkar finna
saman eftir eitt val.
Bárður
Nielsen,
næst
formaður í Sambandsflokki
num, vísir á í grein á in.fo,
at eitt er útmeldingar – eitt
annað praktiskur politikkur.
Hann mælir flokkunum
frá at gera støðuna so
ómøgulgia, at tað als ikki
fer at bera til at finna sam
gongufelagar, tí onkur hevur
sagt okkrut, sum onkur ann
ar flokkur ikki kann góðtaka.
Veruligur politikkur er
eisini at ávirka gongdina í
samfelagnum. Allir flokkar
vilja sleppa framat og hava
ávirkan. Ongin flokkur held
ur tað er serlgia spennandi at
sita fýra ár í andstøðu.
Tað ger, at tá ið flokkarnir
seta seg saman eftir løgtings
valið, verður handlað við
sjónarmiðum.
Tað
verður
sjálvandi
gjørt á ein slíkan hátt, at tá
ið samgonguskjalið verður
skrivað, so fáa allir partar
í einari samgongu sett síni
fingramerkir í samgongu
skjalið.
Ætlanin er sjálvandi, at
alt
verður
gjøgnumført,
men broytingar í einum
fýra ára skeiði og vitanin
hjá politikkarum um, at
veljarin gloymir skjótt, ger
at tað ofta ber til at svøgja
onkrar kamelar fyri at slep
pa framat krakkunum, sum
landsstýrisfólk sita á í Tinga
nesi.
Landsstýrissessirnir telja
ómetaliga nógv, men eisini
tað at verða partur av meir
lutanum í Løgtinginum og
nevndunum har, telir ómeta
liga nógv hjá politikarunum.
So hóast alstóran mun
millum flokkarnar í polit
iskari idéologi, so fara minst
tveir teirra at finna saman í
samgongu eftir valið.
Forðingar fyri at
politiskar kabalir
fara at ganga upp
Ógvusligu útmeldingarnar frá politisku landsfundunum forða fyri samstarvi
millum flokkar – ella niðurbróta trúvirðið í politisku skipanini
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur
eina yvirlýsing, sum hann nú noyðist at fyrihalda seg til
Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, heldur
ikki tað tænir nøkrum endamáli, at hansara
egni formaður eisini setir forðingar upp
Tað eru landsstýriskrakkarnir her, sum í veruleikanum
telja hjá teimum, sum av álvara vilja politikk