Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Nú fari eg, at ljóða sum ein »grumpy old man« eina løtu. Í eina tíð havi eg upparbeitt eina irritation fyri hørðum tónleiki í hálvleikinum, tá eitt nú fótbóltur og hondbóltur er á skránni. Tað er einki serligt felag ella persónur, sum skal kenna seg raktan, tí hetta er rákið bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta hendir eisini javnt yvir øll støð í landinum. Tað, sum eg ikki ordiliga skilji er, hví tað skal buldra tónleikur úr hoytalarunum útyvir alt fólki, tá eitt nú hálvleikur er. Hetta er løtan, tá fólk vanliga práta saman yvir ein kaffimunn. Tað er bara steðgur ein løtu, so fólk royna at fáa avgreitt prátini, áðrenn seinni hálv­ leikur byrjar. HA? Hatta er eitt av vanligu aftursvarinum tú fær í hálvleikinum, tá tónleikurin buldrar yvir høllina ella vøllin. Eg veit um fleiri, sum halda at hetta er eitt sindur for nógv av tí góða. Fínt við eitt sindur av bakgrundstónleiki, men tað kann ikki passa at tú ikki skal kunna siga »hey« og »góðan dag« við síðu­ mannin fyri tónleiki. Eg skilji tað partvís, tá eitt nú liðini hita upp. At tað kann vera við til at seta spælararnar upp undan einum dysti. Hetta er tað sama uttanlands, har tónleikur skal buldra yvir allan leikvøllin áðrenn, í hálvleikinum og aftaná. Ringast er undan Champions League finaluna, har tú næstan ikki sleppur at hoyra áskoðararnar fyrr enn dómarin bríkslar. Ná, men aftur til Føroyar og hálvleikin. Seinast eg upplivdi hetta var sunnudagin í Fuglafirði, har tón­leikurin verður hálðaur gjøgnum ein yvirstýrdan neyðarsligan hoytalara, sum ljóðar í besta føri sum ein gomul brúkt fartelefon, ið er forfrá. Eg royndi at tosa við síðumannin, men tað bleiv ill til annað enn stuttir setningar. Sum sagt, hetta hendir um alt landið til nógv ymisk ítróttartiltøk, so hetta er ikki eitt skot eftir fugl­firðingum og ÍF, sum annars altíð eru bílðir og fyri­komandi, tá tú ert á vitjan. Eitt annað er eisini, at útgerðin mangan ikki er tann besta og tað eru fáar ljóðkeldur. Tí ert tú serliga útsettur, um tú ert staddur nær við eina av hoytalarunum. Hetta er eisini torført hjá einum persóni at vita, tá viðkomandi koyrir tónleikin frá. Hetta eru smálutir í føroyska ítróttarheiminum, men tá fleiri nevna tað, so er tað kanska vert at bera boðskapin víðari. So eitt hakk niður við buldrandi tónleikinum! Orki ikki harða tónleikin í hálv­leikinum www.b36.fo: Hóast vit í løtum sýndu gott spæl, so vóru vertirnir teir effektivaru, og so er fyrsta tapið í ár veruleiki. www.hb.fo: Hóast vertirnir skoraðu og vóru væl við allan dystin, vunnu vit tá samanumkom ein tepran og sera kærkomnan sigur vesturi á Eiðinum. www.ab.fo: Vit kunnu verða nøgdir við innsatsin og avrikið ídag. Men vit skapa framvegis ov fáar málmøguleikar. www.nsi.fo: Hetta var samstundis mál nummar 100 hjá Klæminti í bestu deildini. Tað er nokk ikki neyðugt at siga, at øll málini er skotin fyri NSÍ! www.ki.fo: KÍ vísti mongu áskoðarunum í góðveðrinum í dag, at har er nógv í liðnum, og sigurin var sannførandi og ongatíð í vanda. Útiliðið sá tamt út, og hevði lítið at svara aftur við, ímóti sterku KÍ-leikrunum www.nordlysid.fo: KÍ áskoðararnir fingu undirhald fyri allar pengarnar. Klassamunur var á liðunum, tá KÍ og EB/Streymur møttust í Klaksvík í dag. Ítróttar klumman Tróndur Arge ■ Man tosar ofta um at tað luktar so illa í Fuglafirði, men tað einasta sum stinkaði í Fuglafirði í dag, var B36! ( ÍF - B36 ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Remy er nú fremstur Tróndur Arge Níggjunda og næstseinasta FM umfarið varð um viku­ skiftið í hølunum hjá Havnar Dartfelag. Eins og fleiri av undanfarnu FM um­før­ unum, so komu Remy G. Hansen og Bárður Olsen í final­una í einmansleiki. Remy hevur runnið aftaná í alt ár, tí hann ikki var við tvær tær fyrstu kapp­ing­arnar. Hann hevur tí verið trýstur at vinna fleiri kappingar. Tað hevur eydn­ ast væl, og leygar­kvøldið yvir­hálaði hann Bárð á stigatalvuni við sigrinum í finaluni. Bárður Olsen spældi annars væl upp til finaluna. Millum annað vann hann 6-0 í hálvfinaluni á Boga Isaksen. – Eg var vísur í, at eg fór at vinna finaluna. Eg spældi væl fram til finaluna, men so vildi einki. Nú haldi eg, at tað situr í høvdinum, sigur Bárður Olsen, sum tapti greitt 7-2 í finaluni. Remy lukkaði væl Hóast Bárður kom best frá byrjan og legði seg á odda 1-0 í settum, so var ongantíð nakar ivi um, at Remy fór at vinna. Remy spældi ikki ein bein­leiðis væl, men hann var tryggur á double’inum, tá tá hann skuldi lukka. Hinvegin, so vildi ikki hjá Bárði, tá hann fekk møgu­ leikan, Millum annað við støð­uni 2-1 til Remy kundi Bárður lukka við bull, men rakt dygst framvið. Remy tók av og lukkaði eftir hon­ um. Eisini við støðuni 4-1 hevði Bárður møguleikan at blanda seg upp í, men hóast seks møguleikar, so vildi píl­ urin ikki sum Bárður vildi. Remy var tryggur og lukk­aði væl, tá tað var brúk fyri tí. Tí endaði tað við 7-2 sigri í finaluni. Kann spæla enn betri Remy G. Hansen hevur nú sett sær fyri at vinna FM. Nakað hann kann gera koma viku, tá tíggjunda og sein­ asta FM umfarið verður. – Eg havi spælt betri enn í kvøld. Hevði Bárður rakt betri í dag, so hevði eg blivi trýstur til at spæla uppaftur betri. Hetta var ein góð finala fyri meg, men eg kann spæla enn betri, sigur Remy G. Hansen. Við sigrinum leygar­ kvøldið legði Remy seg einsa­mallan á odda í FM kapp­ing­ini. Hann er fýra stig framman­fyri Bárð. Heldur fram­rokningin við, at Remy og Bárður koma í final­una í 10. og seinasta FM um­far­inum, so skal Bárður vinna finaluna fyri at koma ájavnt við Remy. Tað er enn eitt sindur óvist hvussu FM verður avgreitt, um tað verð­ ur støðan. Seinasta og avgerandi FM umfarið verður komandi vikuskiftið í hølunum hjá Havnar Dartfelag. trondur@sosialurin.fo heimasíðurnar skriva... Remy G. Hansen var tryggur í sínum spælið í finaluni móti kappingarneytanum, Bárði Olsen. Við 7-2 sigri í finaluni er Remy nú á odda í samlaður FM støðuni undan seinasta FM umfari Remy G. Hansen Mynd: Álvur Haraldsen