mánadagur 20. apríl 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
8
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Mær dámar væl at útfordra meg sjálva
Lýs teg sjálvan við
trimun orðum:
Kreativ, umsorganarfull og romantisk
Hvat merki er bilur tín?:
Havi ein svartan Suzuki Swift
Hvat merki er telefon tín?:
Iphone 5
Hvør er tín besta
summarfríðtíðaruppliving:
Vit klædnaástøðingarnir vóru í Rumenia
og hjálptu teimum fátøku. Tað var heilt
sikkurt ein ríkandi ferð, og so eru eisini
aðrar ferðir, hvar tað bara hevur verið
"avslappningur" og sól, tað má til við hvørt.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast:
Sigi øgiliga ofta Bárður :-)
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum:
Fyrst og fremst skal hann vera fittur og
hava humor, ikki vera yvirlegin - og so er
tað eitt stórt pluss, um hann er størri enn
eg og helst hava stórar føtur og hendur ;)
Hvat ger teg í góðum lag:
Sjeikurin, familjan og at hava so góðar vinir.
Hvat stressar teg:
Tá eg havi for nógv at gera, og tá eg ikki
fái nokk svøvn - eg elski at sova ;)
Hvør er tín yndis rættur:
Lagsagna, chips og sós ;)
Hvat gleðir teg:
Yvirraskilsir :)
Hvat var seinasta ynski,
tú fekk uppfylt:
Eg fari til Malta í summar og eri sooo spent!
Hvar arbeiðir tú:
Eg arbeiði í Blómuhúsinum við Streymin
Hví valdi tú at arbeiða
Innan júst hesa vinnuna:
Mær dámar væl at útfordra meg
sjálva og vera kreativ, tað skal
vera ein útfordring í tí eg geri.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum:
Tað eru so nógvar, og tað ger tað stuttligari
at hava so fittar arbeiðsgevarar.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir:
Einki bestemt - alt møguligt.
Hvat er besta
uppfinning og hví:
Tað má vera slættijarnið, tað
kann eg ikki vera fyri uttan
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt:
Tað má vera bilurin, hevði ikki
klára meg uttan hann.
Hevur tú naka húsdjór:
Ja, eg havi ein fittan hund, ið eitur Nala.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina million:
Hevði sikkurt keypt mær nýggjan flottan bil,
og so hevði eg fari og ferðast og goymt rest.
Hvat hevði tú gjørt um
tú vann 10 milliónir:
Uha, ja skal líka siga, at eg hevði væl klárað
at brúkt hasar 10 milliónirnar sum einki!
Men skal eg koma við einum svari, so hevði
eg bygt mær tað flottasta flotta húsið við
øllum tí nýggjasta, ein flottan stóran hava
við hitapotti - og so tveir bilar í túninum.
Eitt summarhús í Hawaii. Ja, eg kann
blíva við, men heilt sikkurt eisini forkelað
tey nærmastu, tað hava tey forkent.
Hvat er best við
Føroyum og hví:
Føroyar er bara tað besta, eg dugi ikki
at forklára tað, eg trívist bara væl her,
her eru øll sum mær tørvar í mínum
lívi, fyri at eg skal hava tað gott.
Hvar ert tú um 10 ár:
Eri antin blómubindari, designari
ella frisør, og so havi eg sikkurt tvey
børn og eitt fantastist lív ;)
Eila Hansen
Føroyar eru
bara tað besta,
her eru øll sum
mær tørvar
Stólurin
í stólinum hesa vikua