mánadagur 20. apríl 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
10
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
Í
Vikublaðnum í dag sigur Tummas
Sørensen, býarverkfrøðingur hjá
Tvøroyrar
kommunu
og
verk
ætlanarleiðari
aftanfyri
Saltsilo-
verkætlanina á Drelnesi, at komið
verður undir land við byggingini, tá
juni mánaði fer at halla.
Øll verkætlanin verður neyvan
endaliga liðug tá, men hann væntar,
at tá verður bara fínpussing og kanska
tøkniligi parturin eftir at fáa frá hond
ini.
Drotningarvitjan
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvør
oyrar kommunu, sigur, at týsdagin
16. juni byrjar Margretha, drotning,
sína almennu vitjan í Føroyum, og
vitjanin byrjar á Tvøroyri, har býráðið
og borgarstjórin seinni um kvøldið
verða vertir fyri eini máltíð í kantinuni
í ítróttarhøllini í Trongisvági.
– Vit hava skilt, at drotningin kemur
til Føroya við flogfari, og síðan fer hon
umborð á kongaskipið Dannebrog, sum
fer at liggja á Sørvági. Haðani verður
siglt suður til Tvøroyrar. Millum tey
støð, sum drotningin vitjar í okkara
kommunu, verður Saltsiloin, Suður
oyar Sjúkrahús, Sjósavnið í gomlu
Doktarahúsunum og skipið Thorshavn,
sum nú er heimahoyrandi á Tvøroyri.
Hann leggur aftrat, at Margretha
drotning eisini fer at vitja arbeiðara
felagið Fylking, sum 25. apríl hevur
100 ár á baki.
– Undir vitjanini koma bæði Danne
brog og Thorshavn at liggja á Tvøroyri,
og drotningin fer umborð á Thors
havn at hyggja eftir kongaligu máln
ingunum og kongaliga porseleninum,
sum er umborð har. Áðrenn Thorshavn
varð seldur til Tvøroyrar, var skipið
ogn hjá danska statinum, og ígjøgnum
mong ár var hábærsliga skipið líka
sum fast “inventar” úti á bryggjuni í
Vágsbotni.
Kristin Michelsen vísir á, at tað
vóru A.P.Møller-grunnurin og danski
staturin, sum lótu ávkavist 20 og 18
miljónir krónur til Salt-verkætlanina,
meðan Føroya løgting læt 20 miljónir
krónur.
– Soleiðis fekk verkætlanin slakar
60 miljónir krónur at arbeiða við, og
hetta er tann peningur, sum ætlanin
er at brúka á Drelnesi.
Drotning Margretha fer eisini at
vitja í Hvalba, har hon ætlandi skal
leggja grundarsteinin undir barna
garðin, sum Hvalbiar kommuna fer at
byggja. Á vitjanini í Hvalba er ætlanin
eisini, at drotningin skal sleppa at
síggja Kolasavnið og Dímunar-hellið,
sum fyrr í ár eisini varð víst fram
norðanfjørðs.
– Hetta verður ikki fyrstu ferð,
at vit eru vertir fyri hátíðarligum og
hábærsligum gestum, so eg ivist onga
løtu í, at hetta verður ein hugnaligur
og forkunnugur dagur í okkara komm
unu, sigur borgarstjórin.
Gongd á aftur
Kristin Michelsen letur annars væl at
gongdini í Tvøroyrar kommunu og vísir
á, at eftir steðgir í framleiðsluni hjá
Varðanum Pelagic á Tvøroyri, eru nú
gongd komin á aftur við svartkjafti.
– Tey fyrstu skipini við svartkjafti
hava landað, og fólk eru farin til ar
beiðis at virka fiskin til matna. Tað er
soleiðis, at virksemið hjá Varðanum
Pelagic er merkt av vertíðunum, og
onnur ár hevur serliga nógv hevur
verið at gera, tá makrelur og sild eru
fyri.
Borgarstjórin fegnast um, at tað
gevur útslag í skattainntøkunum hjá
bæði Tvøroyrar kommunu og øðrum
kommunum í Suðuroy, tá stóra upp
sjóvarvirkið er í gongd, og arbeiðs
fólkið hevur úr at gera.
– Í seinastuni hava nøkur íslendsk
skip ligið her og bíðað eftir, at svart
kjafturin kemur í føroyskan sjógvi.
Tey skipini eru nú eisini farin á svart
kjaftaveiði. Eg haldi, at fiskimenninir
umborð á hesum skipum hava havt
tað gott, meðan teir hava ligið her og
bíðað.
Kristin Michelsen vísir á, at ymiskt
er hent á Tvøroyri seinastu tíðina.
Onkur nýggj pubb er latin upp og onk
ur nýggjur handil við.
– Jú, her eru fólk, sum á ymiskan
hátt síggja møguleikar, og eg vil siga
tað soleiðis, at her eru bæði pubbar
og klubbar at stytta sær stundir við,
sigur borgarstjórin í Tvøroyrar komm
unu.
Drotningin vitjar
Saltsiloina
Undir drotningarvitjanini koma bæði Dannebrog og Thorshavn at liggja
á Tvøroyri, og drotningin fer eisini umborð á Thorshavn
– Jú, her eru fólk, sum
á ymiskan hátt síggja
møguleikar. Onkur nýggj pubb
og onkur nýggjur handil er
komin, sigur borgarstjórin,
Kristin Michelsen
– Nøkur íslendsk uppsjóvarskip hava ligið her og bíðað
eftir svartkjaftinum. Tey eru nú farin avstað aftur. Eg
haldi, at fiskimenninir høvdu tað gott, meðan teir vóru
á Tvøroyri, sigur borgarstjórin, Kristin Michelsen.
Mynd: Vilmund Jacobsen
16. juni fær Saltsiloin vitjan av Margrethu
drotning. Av hesi verkætlan á stívliga
58 miljónir krónur, koma stívliga 38
miljónir krónur úr Danmark - og 20
miljónir krónur frá Føroya løgtingi.
Mynd: Vilmund Jacobsen