mánadagur 20. apríl 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
12
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Suðuroy
Thorshavn – eisini
annað enn søguligt skip
Eg havi arbeiðsplássið við mær
– Eg havi míni ting í bilinum, tó at bilurin ikki er stórur, og so verða uppgávurnar
loystar á staðnum, sigur Poul Hammer, góðkendur rørleggjari
Vilmund Jacobsen
P
oul Hammer eigur og rekur
fyritøkuna PH Vatn & Hiti.
Hann byrjaði fyri seg sjálvan
í 1997, eftir at hann hevði fingið
sína útbúgving sum maskinsmiðjur á
Tórshavnar Skipasmiðju miðskeiðis í
nítiárunum.
Søgan um læruna hjá honum er
eitt sindur serstøk, tí Poul byrjaði at
læra á Polarfrost í Vági, men gjørdi
seg lidnan á Tórshavnar Skipasmiðju.
Poul hevur altíð fingist nógv
við jarn og maskinur, og longu sum
blaðungur hjálpti hann eisini til á
bilaverkstaði.
Á sjónum hevur hann eisini roynt
ymiskt, bæði her heima og á út
lendskum kjøli, og tilsamans hevur
Poul siglt í fleiri ár - ja, hann hevur
enntá roynt seg sum kokkur og hov
meistari.
Hentur arbeiðsbilur
Fyritøkan, sum Poul Hammer hevur
í dag - PH Vatn & Hiti - hevur røtur
aftur til aldarskiftið, 1999/ 2000.
Í sínari tíð leigaði hann seg inn í
smiðju á Tvøroyri, men í fleiri ár hev
ur hann bara havt sín arbeiðisbil.
– Tá eg eri farin út til ymiskar ar
beiðsuppgávur, havi eg alt við mær
í bilinum. Tað er ikki soleiðis, at eg
noyðist at fara heim aftur, tá eg fyrst
er komin upp á pláss, har uppgávan
skal loysast.
Brosandi sigur hann, at tá aðrir
størri veitarar hava verið á staðnum
og hugt eftir, hvat skal gerast, er
hann longu liðugur við sítt.
– Nei, eg fari ikki út fyri síðan at
fara heimaftur. Eg havi míni ting í
bilinum, tó at bilurin ikki er stórur,
og so verða uppgávurnar loystar á
staðnum.
Ymiskar uppgávur
Poul Hammer sigur, at hann hevur
gjørt nógvar smærri uppgávur, men
hann hevur eisini verið við í størri
uppgávum.
Soleiðis var hann eisini við í end
anum, tá stóra uppsjóvarvirkið hjá
Pelagos í Fuglafirði varð bygt.
– Her gjørdi eg ymiskar uppgávur,
sum eg varð biðin um at gera, men
tað var ikki soleiðis, at eg hevði
nakra beinleiðis stórarbeiðstøku í
hesum verkætlan.
PH Vatn & Hiti tekur sær av øll
um vanligum hvs-uppgávum, og
hann fæst eisini við at seta upp hita
pumpuskipanir.
– Tað er ikki soleiðis, at eg um
boði nakað serstakt merki av ketlum
ella hitapumpum. Hava fólk gjørt
íløguna, áðrenn tey venda sær til
mín, eri eg til reiðar at seta tingini
upp á pláss og fáa tey at virka.
Poul Hammer, sum er góðkendur
rørleggjari, sigur, at hann í aðrar
mátar altíð er til reiðar at vegleiða
og hjálpa viðskiftafólki, sum venda
sær til hansara við ymiskum hvs-
uppgávum.
– Eg eri at hitta á tlf. 224915 –
ella á phhammer@mail.fo, um fyri
spurningar eru, sigur fryntligi rør
leggjarin, sum Vikublaðið skifti orð
við á vitjanini í Suðuroy í síðstu viku.
Við einari sera áhugaverdari søgu sum tænastu-, sjúkraflutnings-og bjargingarskip hjá
danska ríkisumboðnum í Føroyum í næstan sjeyti ár, hevur hetta stolta far nú fingið
nýggjan heimstað, umframt heilt nýggjar og ikki sørt spennandi avbjóðingar
Vilmund Jacobsen
T
á Thorshavn varð bygdur í Dan
mark í 1940 til at røkja upp
gávur í Føroyum, var Krisjan 10.
kongur, og vit høvdu enn ikki fingið
okkara fyrsta løgmann í Føroyum
eftir heimastýrislógini – ja, forrestin
eru Margretha, drotning, sum nú fylti
75 og Thorshavn javngomul.
Thorshavn er triðelsta skip í fe
lagnum fyri føroysk træ-seglskip eftir
Jóhonnu og Westward Ho.
23. juli í ár eru 75 ár liðin, síðan
skipasmiðjan í Frederikssund læt eig
arunum skipið.
Fyri øld síðan var Tvøroyri fremsta
skipahavn í landinum. Men, uttan at
geva tí gætur, hvurvu øll hesi vøkru
træskipini av fjørðinum - og við eitt
var einki eftir. Eitt nú kom Westward
Ho hiðani av fjørðinum.
Keyptu Thorshavn
– Nøkur fólk her á staðnum hildu, at
vit áttu at gera nakað við hetta. Tá
so møguleikin við Thorshavn var á
breddanum, løgdu vit alla orku í, at
skipið skuldi fáa sín nýggja heimstað
á Tvøroyri, og tað eydnaðist.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tey
síðan keypið nú hava roynt seg á
ymiskum økjum.
– Vit hava gjørt leigutúrar, luttikið
á festivalum og stevnum, siglt við
skúlaflokkum og hava skipað fyri
útferðum, eitt nú út í Stóru Dímun.
Hetta virksemið hevur gingið betri og
betri fyri hvørt ár, og hetta hevur givið
okkum dirvi og áræði at herja á aftur
hvørt ár.
Hann sigur, at tey eisini hava havt
ein dreym um, at skipið skuldi líkjast
so nógv upprunaligu tekningunum
sum gjørligt.
– Tí settu vit okkum fyri at fáa
skipið undir fulla seglføring, og nú í
vár eydnaðist hetta. Við sera kønari
hond eru seglini seymaði í Thyborøn.
Umframt at seglini fríðka ótrúliga
nógv um skipið, geva tey eisini eina
framdrift - og uppaftur betri er Thors
havn vorðið sum eitt heilt annað skip
í sjónum so róligt, sum skipið nú fer
við sær.
Summarsiglingin
Jóannes Eidesgaard sigur, at tey nú
gera klárt til summarsiglingina.
– Vit hava verið á skipasmiðju í
Vági, og skipið liggur nú inni við huga
ligu træbrúnna á Hvítanesi, har ymiskt
viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.
Hann vísir á, at sjálvandi krevur eitt
so gamalt træskip nógv viðlíkahald
hvørt ár. Rundan um skipið eru ikki
nógvar, men ótrúliga dugnaligar og
vælgjørdar hendur.
– Fíggjarliga avbjóðingin er sjálv
andi eisini stór, og tí ynskja vit so
mong sum gjørligt at tekna seg sum
lim í felagnum aftanfyri skipið og
annars gera brúk av tí.
Jóannes sigur, at nýggir limir og
ynski um túrar kunnu sendast í teldu
posti til thorshavn@mail.fo
– Fyrst á skránni í ár eru nakrar
starvsfólkaútferðir, sum skipið er
sera væl egnað til. Umborð eru jú allir
hentleikar til at gera slíkar hugnaligar
útferðir. Eisini fáa vit kongaliga vitjan
umborð, tí okkum er sagt, at Heind
rikkur, prinsur, kemur umborð og vil
sigla ein túr á fjørðinum. Hetta er
nú ikki so løgið, tí Thorshavn er tað
føroyska kongaskipið, sigur Jóannes
Eidesgaard brosandi.
– Eg havi alt við mær í bilinum,
tá eg fari út til uppgávur,
sigur góðkendi rørleggjarin
í Suðuroy, Poul Hammer
Mynd: Vilmund Jacobsen