Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 14 Ókeypis lýsingarblað TEMA Suðuroy MBM eigur sítt pláss í Øravíkarlíð Sølubúðin hjá MBM - Búrøkt - í Øravíkarlíð Alval dyggur heildar­ veitari á Tvøroyri Vilmund Jacobsen T óki Niclasen hevur keypt partin, sum Poul Midjord Dam átti í fyri­tøkuni Alval, sum hevur hand­ils­høli við havnalagið á Tvøroyri. Tað var Poul, ið stovnaði fyritøkuna 15. november í 1997, og í byrjanini helt fyritøkan til í einum umbygdum hoyggj­húsi. Alval byrjaði við at selja rein­ gerings-og sveisitilfar, og hetta hev­ ur fyritøkan hildið fast við til dagin í dag. Uppí konseptið er komið trygd­ ar­útgerð og arbeiðsklæði, og í dag er Alval eisini ein dyggur veitari av klæð­ um av merkjunum Kansas og Ocean. Tóki Niclasen byrjaði at arbeiða hálva tíð hjá Alval í 2013, men tá hann hevði verið har tað mesta av ein­ um ári, fór hann at arbeiða hjá Varð­ anum Pelagic. Tá Tóki frætti, at Poul hugsaði um at gevast, setti hann seg í samband við hann, og endin var, at Tóki keypti part­in hjá Poul í hesi spennandi fyri­ tøku. Sjálvur heldur Tóki, at tað er ein fyri­munur, at hann hevur starvast í fyritøkuni áður. – Tá eg tók yvir, kendi eg flestu við­skiftafólkini, og eg visti, hvat tæn­ astu­støðið fyritøkan hevur. Tæn­astu­ støðið hjá Alval er sera høgt, og hetta fari eg at varðveita, nú Poul ikki er við meira. Pappír og sápa Alval leggur stóran dent á pappír og sápu, bæði wc-pappír og køksrullur, og her er talan bæði um vanligt wc- pappír og køksrullur umframt øko­ nomi­rullur. Tóki Niclasen er avgjørdur, tá hann sigur, at tað er góða tænastan, sum ber fyritøkuni uppi. – Hjá onkrum av viðskifta­kund­ unum hava vit skáp, sum vit fylla upp, tá vøra gongur undan. Ein av hesum kund­um er Varðin Pelagic, sum eis­ ini keypir ymisk evni til smyrjing av maskin­unum, ketum og leiðum. Um­ framt pappír, sápu, sprit, selja vit eis­ ini nógv arbeiðsklæði til virkið. Tað eru eisini aðrir kundar, sum eru við í hesi skipan. Hann vísir á, at Varðin Pelagic er eitt velduga stórt virki, og her skal nógv vaskast, sum tíðin gongur. Alval hevur tí eisini stórar tunnur ella tangar við vaskievni, sum verða settir til vatnskipanina. Tá so trýstspulað verður, deilir sápan seg upp í vatnið eftir ynski. Eisini sjóklæði Alval hevur ikki selt sjóklæði, men tað fer fyritøkan nú at gera. Avtala er gjørd við Sjóklæðir í Klaksvík, og í næstum verða tí føroysk sjókæði at fáa hjá Alval á Tvøroyri. – Føroysku sjóklæðini eru dygdar­ góð, og tey tola betri at vera vaskað enn tilsvarandi útlendsku sjóklæðini. Tóki Niclasen sigur, at hann er sera fegin um møguleikan at keypa partin hjá Poul í Alval. – Hetta er ein deiliga lokal fyri­ tøka, sum suðuroyingar stuðla ógvu­ liga væl. Vit hava nógvar góðar við­ skifta­kundar í oynni, og millum teir stóru eru sum nevnt Varðin Pelagic, TG Seafood og Faroe Farming - fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Alval selur eisini ymisk sløg av gassi til sveising, umframt at fyri­tøk­ an selur medisin oxygen til Suðuroyar Sjúkrahús og láturgass til eitt nú tannlæknar. – Vit hava helium til ballónir, og vit hava smáar gassfløskur til gassovnar og grillir, sigur Tóki Niclasen. Alval á Tvøroyri er eisini at finna á facebook, har ymisk kann lesast um útboðið hjá forvitnisligu fyritøkuni. – Tá eg tók yvir, kendi eg flestu viðskiftafólkini, og eg visti, hvat tænastustøðið fyritøkan stendur fyri. Tænastustøðið hjá Alval er sera høgt, og hetta fari eg at varðveita, sigur Tóki Niclasen, sum er nýggjur eigari í Alval á Tvøroyri Tóki Niclasen og Elinborg Nygaard, sum eisini starvast í fyritøkuni. Mynd: Vilmund Jacobsen Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) hevur deild í Øravíkarlíð. Í handlinum, sum hevur undirheitið Búrøkt, fæst mangt og hvat, tó at handilin ikki er so velduga stórur í fermetratali Vilmund Jacobsen M est verður selt av seyða­ fóð­uri, og her er talan ser­ liga um tað, ið rópt verður mjólkarfóður, sum serliga verður brúkt upp undir lembing og í lemb­ ing. Nógv verður eisin selt av struk­ tur­fóðuri. Men, Búrøkt hevur eisini valsað bygg, heila bygg og grasperlur. MBM hevur fóður, sum bæði er egnað til seyð, gæs, dunnur og høsn. Her fæst er heil mais, knúst meis og kálk­blanding, sum serliga verður brúkt til gæs og dunnur. Harumframt hevur deildin hjá MBM í Øravíkarlíð eisini fiti-og verpi­ fóður. Útlendskt hoyggj Ein vøra, sum MBM í Suðuroy eisini hevur selt nógv av, er íslendskt og danskt hoyggj, sum bæði fæst í stór­ um og tungum ballum og í smærri nøgdum. Hegn og hegnpelar er eisini part­ ur av konseptinum, og haraftrat fæst el-hegn og battarí, eins og salt í 25 kg. sekkjum. MBM í Suðuroy selur eisini ym­ iskt til hundar og kettur, eitt nú turr­fóður, kurvar, skálir, eftirgjørd bein, hundareimar og bond. Handilin hevur eisini fóður-og vatna­uto­mat­ir, fjallastyvlar, tuflur, spannir og oyra­ verju - og eitt ávíst úrval av ketil­ draktum, arbeiðs-og olju­klæð­um. At enda úr konseptinum hjá Bú­ røkt í Suðuroy eru ullasaksar, seyða­ spjaldur og oyramerki umframt eitt minni úrval av amboðum og smærri maskinum. Vørur kunnu bíleggjast Aftrat øllum tí, sum MBM í Suðuroy hevur á goymslu, kunnu viðskiftafólk altíð bíleggja allar tær vørur, sum MBM í Hoyvík selur og fáa tær send­ ar suður um fjørðin.