mánadagur 20. apríl 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
16
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Suðuroy
Tvey ættarlið við
nógvum virksemi
Martin í Nesi málar Saltsiloina
Martin í Nesi hevur áður sagt, at tað vóru bara 348 krónur á muni á tilboðnum hjá honum
og tí, sum var næstur, og hetta er eitt arbeiði fyri stívliga 650.000 krónur
Vilmund Jacobsen
T
að er málarameistarin, Martin
í Nesi, sum skal taka sær av at
mála Saltsiloina. Martin vann
kappingina um málarainterprisuna á
øðrum bjóðarum, men munurin var
lítil á lægstu tilboðunum.
Loftið í Saltsiloini verður úr
timbri, sum tíbetur fyri Martin í Nesi
kemur viðgjørt. Tað eru einir 15
metrar úr gólvinum og upp í tróðurið,
og loftið er einar 1300 fermetrar.
Her hevði annars verið nógv at farið
um, og undir træloftinum er eitt ótal
av listum eftir øllum brettunum.
Loftið verður lagt undir í smærri
elementum, men hertil er ikki komið
enn við byggiarbeiðnum.
Bara listarnir undir træloftinum í
Saltsiloini eru tilsamans einir 18-19
kilometrar langir.
Martin í Nesi hevur áður sagt, at
tað vóru bara 348 krónur á muni á
tilboðnum hjá honum og tí, sum var
næstur, og hetta er eitt arbeiði fyri
stívliga 650.000 krónur.
Stórt og smátt
Málarafyritøkan hjá Martini í Nesi
kallast Sp/f á Torvlagnum.
- Vit gera alt, sum hevur við mál
ing og tapet at gera, sigur hann.
Martin í Nesi hevur í sínari tíð sum
málarameistari bæði gjørt stór og
smá, og hann hevur eisini havt eitt
gott samstarv við kommunur, eitt
nú Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar
kommunu.
Tey, sum vilja hava fatur í Martini
í Nesi, málarameistara, kunnu ringja
á tlf. 575184 ella á tlf. 237574.
Fyritøkan Sp/F Roest hevur nógv ár á baki, og virksemið hevur verið
støðugt vaksandi. Í dag er fyritøkan virkin kring alt landið
Í
dag eru eini 40 ár síðani, at Sven
Roest á fyrsta sinni kom til Føroya
í arbeiðsørindum. Ætlanin var bara,
at hann skuldi steðga eina stutta tíð,
tí ørindini hjá honum vóru at vera við
í arbeiðinum at byggja flakavirkið
Polarfrost í Vági. Men nú vit skriva
2015, er Sven Roest framvegis at
finna í Suðuroynni.
Bygt stóran bygning í Líðini
Fyritøkan Roest hevur fyri nøkrum ár
um síðani bygt sær ein nýggjan snoti
ligan bygning í Líðini, har dagliga virk
semið hjá fyritøkuni gongur út frá.
Í dag hevur Sven Roest, sum
stovnaði fyritøkuna Sp/F Roest fyri
fleiri árum síðani, lagt frá sær sum
stjóri, og ístaðin er tað sonurin Kai
Roest, sum hevur tikið við sum stjóri
í felagnum.
Høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni
er múraraarbeiði, og tað fevnir bæði
um handverksarbeiði, men eisini um
sølu av múrarvørum so sum flisum
og øðrum tilhoyri. Fyritøkan ger bæði
stór og smá múrararbeiði, og við
skiftafólkini eru bæði privatpersónar
og størri fyritøkur og stovnar.
Harumframt fæst Sp/F Roest
eisini við útleigan av stillasum í sam
bandi við ymisk byggiarbeiði, og her
leggja teir hjá Roest stóran dent á
tænastuna.
Vit gera tað, at vit koyra út við
stillasinum til kundan, og vit seta tað
eisini upp. Vit fara ikki frá staðnum,
fyrr enn stillasið er endaliga sett upp,
og alt er klárt hjá kundanum at fara í
gongd við arbeiði, siga teir hjá Roest.
Sp/F Roest er sjálvandi eisini part
ur av arbeiðinum at seta gomlu Salt
siloina í stand á Drelnesi.
Fyritøkan hevur múrað endaveggir
nar, sum síðani verða klæddir við træ
av TG-Verk, og harumframt hevur fyri
tøkan til uppgávu at bjálva og pussa
langsíðurnar á siloini, soleiðis at tað
kemur at síggja út, soleiðis sum tað
sá út í gomlum døgum.
Sp/F Roest hevur millum
annað bygt hesar
bústaðirnar beint við
Keypssamtøkuna á
Tvøroyri fyri Bústaðir
Feðgarnir, Kai og Sven Roest, sum eru menninir handan fyritøkuna Sp/F Roest á Tvøroyri