Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 18 Ókeypis lýsingarblað TEMA Suðuroy Scotty’s – nýggj kafébarr á Tvøroyri Flamingo er perfekt til ífyllu – Møguleikarnir við flamingotilfari eru nógvir og umframt, at tilfarið er sera væl egnað til bjálving, er tað eisini perfekt til eitt nú ífyllu oman yvir portalar til tunlar, sigur Petur Hammer, stjóri á Coma-Pack Vilmund Jacobsen U mframt vanligu framleiðsluna av fiskakassum úr flamingo, hevur Coma-Pack í Froðba eis­ini ein stóran kapatitet til fram­ leiðslu av flamingo til ymiska ífyllu. Stjórin í Coma-Pack, Petur Hamm­ er, vísir á, at tað er nógvastaðni, har brúk er fyri ífyllu. Soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, er flamingo-tilfarið hjá virkinum í Froðba perfekt til ífyllu oman yvir tunnilsportalar. – Vit kunnu levera stórar nøgdir av flamingo eftir ongari tíð, og vit kunnu framleiða flamingo eftir ynski og við ymiskari vektfyllu. Vit kunnu soleiðis levera frá degi til dags. Vektfylla eftir ynski Stjórin sigur, at flamingo verður skorið til og leverað eftir ynski, og síðan kann tað stáplast upp sum byggi­klossar, tá tað verður brúkt til ífyllu. – Við eitt nú tunnilsportalar kann grótfylla gerast ein ov tung, og her er flamingo sera vælegnað til ífyllu og avlasting, soleiðis at vektin oman yvir portalinum ikki verður ov stór. Nú Saltsiloin verður bygd á Drel­ nesi, hevur Coma-Pack eisini leverað flamingo til arbeiði, sum har verður gjørt. – Vit hava eisini leverað flamingo til eitt nú frystihúsið hjá Varðanum Pelagic, og hetta var eisini serstakt, tí tað skuldi vera sterkt og halda nógv. Petur Hammer vísir á, at á tí eini myndini av tunnilsportalinum koyrir ein stór maskina oman yvir flamingo, so umframt at vera góð ífylla, kann flamingo - tá tað verður serframleitt - eisini vera rættiliga sterkt. Fiskakassar Høvuðsframleiðslan hjá Coma-Pack er fiskakassar úr flamingo, og fyri­ tøkan framleiðir fýra støddir av kass­ um, 3 kg., 5 kg., 10 kg. og 20 kg. Umleið 70% av framleiddu kass­ unum fara til alivinnuna, og restin fer til fiskivinnuna annars. Coma-Pack framleiðir flamingo til bjálving av sethúsum og bygn­ ing­um, og hetta hevur felagið gjørt í fleiri ár. Bjálvingin verður seld timbur­handl­um, sum síðan selja vør­ una víðari til viðskiftafólk. Størstu flamingoblokkarnir eru fýra metrar høgir og 1,20 x 1,20 metrar í fýra­ kant, sum gevur tilsamans 5,76 rúm­metrar í einum blokki. Í hugnaligu hølunum hjá Scotty’s fært tú alt leskandi, umframt pizza, kebab og fisk & kips til góman Vilmund Jacobsen V ið ársenda í 2014 læt Simona Bjarkadóttir Jensen upp eina kafébarr á Tvøroyri, nevnd Scotty’s. Nýggja barrin, sum eisini borðreiðir við mati, húsast í bygninginum, har Glasstovan á Tvøroyri var áður - ella at kalla beint yvir av stóra Bónus- handlinum miðskeiðis á Tvøroyri. Hølini eru sett í stand til enda­mál­ ið, og her er sera hugnaligt og inn­ bjóð­andi. Úti í túninum standa borð og benk­ ur, har eini 16 fólk kunnu sita, og siti­ plássini inni eru eini 45 í tali. Matur og drekka Simona Bjarkadóttir Jensen sigur, at í Scotty’s fæst bæði matur og drekka. – Vit hava øl, vín og sterkaru sløg­ ini, og í mati hava vit pizza, kebab og fisk & kips. Hon sigur, at tað er tað yngra fólkið, sum serliga keypir pizza og kebab, meðan tey tilkomnu og eldru ofta velja sær fisk & kips. Opið um vikuskifti Síðan Scotty’s læt upp, hevur kafé­ barrin bara verið opin um vikuskiftið, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnu­ kvøld. – Vit hava havt opið frá klokkan 17. Fríggjakvøld og leygarkvøld til klokkan 03.45 og sunnukvøld til klokkan 22. Nú summarið stundar til, ætlar Simona eisini at hava opið mitt í viku, men enn er ikki avgjørt júst, hvørjar upp­latingartíðirnar verða. Syngja karaoke – Vit eru eisini á facebook, og her fara vit at kunna um, hvussu verður, tá summarið og soleiðis eisini háárstíðin nærkast, sigur hon. Onkur kvøld hevur Scotty’s eisini karaoke, har høvi er at syngja eftir tónleki og teksti á stórskíggja. Við eitt nú tunnilsportalar er flamingo sera vælegnað til ífyllu og avlasting, soleiðis at vektin oman yvir portalinum ikki verður ov stór Tað er her, sum Glasstovan var áður, at nýggja kafébarrin á Tvøroyri - Scotty’s - heldur til í hugnaligum hølum. Umleið 45 sitipláss eru inni og eini 16 uttandura.