mánadagur 20. apríl 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
Í
síðstu viku vitjaði Vikublaðið í
Saltsiloini á Drelnesi, har fleiri
arbeiðstakarar eru um hesa stóru
byggiverkætlan. Verkætlanarleiðari er
Tummas Sørensen, sum eisini er býar
verkfrøðingur hjá Tvøroyrar kommunu.
Í samband við byggiverkætlanina,
er tað Saltsilo-grunnurin, ið keypir
tænastuna frá Tvøroyrar kommunu,
og tað verður hesin grunnur, sum
kemur at eiga og reka stóra ment
anarhúsið - ella multi-húsið, sum tað
eisini kann rópast.
Kostnaðarætlanin fyri verkætlan
ina er 58 miljónir krónur, og stuðuls
veitarar eru AP-Møller-grunnurin, sum
hann vanliga verður róptur, danski
staturin og Føroya løgting.
Tummas Sørensen sigur, at soleið
is, sum út sær í løtuni, fer kostnaðar
ætlanin at halda.
Seinast í juni
Ætlanin var, at Saltsiloin skuldi standa
liðug í fyrru helvt av mai mánaði í ár,
men greitt er, at tað fer ikki at halda.
Verkætlanarleiðarin væntar, at
komið verður undir land, tá juni mán
aði fer at halla. Hóast jóansøka er á
Tvøroyri í ár, vikuskiftið 26. og 27.
juni, verður Saltsiloin ikki karmur um
tiltøk á jóansøku á hesum sinni.
Tummas heldur ikki, at tað hevði
verið skilagott at ruddað húsið av,
áðrenn tað er liðugt, tí tá tað stóra
byggiarbeiðið er fingið frá hondini, og
komið er undir land í so máta, verður
ymiskt annað, sum eisini skal fáast
upp á pláss. Tá skulu fínpussingar
gerast, og eitt nú skal tað tøkniliga,
sum er ein týdningarmikil partur av
verkætlanini, eisini fáast upp á pláss.
At síggja til stendur Saltsiloin at
kalla innilokað, men enn er ymiskt
eftir at gera. Takhúsið, ið er stálkon
struktónin, sum sæst oman á øllum
takinum, er ikki innilokað, men tað
verður hon helst um ikki so langa
tíð. Hesin parturin verður innilokaður
við elementum, sum eru um at verða
liðug og verða sett upp fyrsta dagin.
Haraftrat skal sjálvt takið hava eitt
papplag aftrat, sum skal brennast
niðuryvir. Gamla takið hevði tjørupapp
og tað, sum nú verður lagt oman yvir
aftrat, verður eisini tjørupapp.
– Í takhúsinum var í sínari tíð skinn
ari ella flutningsband, sum vognar
vórðu fluttir gjøgnum høllina eftir –
alt eftir, hvar saltið skuldi leggjast. Nú
verður takhúsið brúkt til ventilatións
skipanina, sum verður í húsinum, sigur
verkætlanarleiðarin.
Loftið í Saltsiloini er ógvuliga stórt,
og tað skal eisini leggjast uppundir í
smærri elementum.
Vikublaðið fer neyvari at umrøða
sjálvt loftið í aðrari grein í blaðnum
í dag.
Upprunastílur
Tummas Sørensen sigur, at betong
veggirnir í Saltsiloini, sum eru umleið
fimm metrar høgir, verða ljóð-og
hitabjálvaðir uttan og pussaðir innan.
- Neyðugt hevur verið at umvæla
og pynta betongið í støðum, men
annars verða veggirnir innan, soleiðis
sum teir hava verið øll hesi árini. Vegg
irnir verða reinsaðir og skulu í størst
møguligan mun standa óbroyttir.
Hann sigur, at endarnir, sum áður
høvdu umleið fimm metra høgt
betong og síðan timbur, eru tiknir
niður og bygdir uppaftur við sergjørd
um gass-betongi, sum er tvær ferðir
15 sentimetrar tjúkt.
– Í mun til upprunaligu endarnar,
fer tað ikki at síggjast, at hesir nú eru
bygdir av nýggjum við gass-betongi,
tí endarnir verða klæddir, soleiðis at
teir fáa upprunaligu útsjóndina aftur.
Endarnir eru báðir komnir upp, men
glaspartíini eru ikki komin í.
Tummas sigur, at í endanum, sum
vendir niðan móti vegnum, verður
pallur og alt tað, sum hoyrir til tað, ið
rópt verður back-stage. Yvir pallinum
verður ein ljós-og ljóðbrúgv.
– Í niðara enda á Saltsiloini verður
eitt nú inngongd, durur, garderoba,
wc’ir og móttøka. Í niðara enda er
eisini ein balkon, har møguleiki verður
at sita og síggja oman yvir høllina, og
her verður eisini møguleiki at hava
okkurt slag at mat-ella kaffistovu.
Saltsiloin fer eisini at rúma skriv
stovu og øðrum hølum í hesum sam
bandi.
2000 standandi
Verkætlanarleiðarin sigur, at fasta
uppstillingini í sjálvari høllini rúmar
stívliga 400 sitandi fólkum, men
til ber eisini at seta upp til eini 800
sitandi.
– Tað eru sergjørd elementir, ið
laga gólvið upp og sum føstu siti
plássini standa á. Hesi elementir
kunnu byggjast upp eftir tørvi, men
tey kunnu eisini øll takast niður og
beinast av vegnum, so øll høllin hev
ur sama gólv. Sama er við høvuðs
pallinum, sum eisini verður mobilur
og kann takast niður. Alt hetta ger, at
húsið verður rættiliga fleksibult, og tí
verður Saltsiloin eitt multi-hús, kunnu
vit siga.
Tummas vísir á, at øll hugsandi
tiltøk kunnu verða í Saltsiloini - alt frá
stórum konsertum ella kórstevnum á
ymiskum pallum um listaframsýningar
til stórar bilastevnur.
– Eg trúgvi, at høllin, sum er um
leið 1400 fermetrar stór, í øllum
førum fer at kunna hava eini 2000
standandi gestir til eitt nú konsertir.
Hann sigur, at Saltsiloin verður
bygd, soleiðis at hon eisini gevur
rørslutarnaðum møguleikan at vitja, og
soleiðis verður eisini lyfta upp á bal
kongina í niðara enda av bygninginum.
Grøn orka
Saltsiloin verður hitað við grønari
orku. Orkan verður fingin til vega úr
sjónum, og tað verður gólvhiti í allari
høllini.
– Tað er RenoVent í Hósvík, sum
syrgir fyri hesum partinum, meðan tað
er Tangavirkið í Vági, sum stendur fyri
ventilatiónini.
Tummas Sørensen sigur, at ein
stórur helmingur av gólvinum er
stoypt, og verkætlanarleiðarin vænt
ar, at hin helmingurin verður liðugt
stoyptur fyrsta dagin.
– Lendið kring Saltsiloina skal eis
ini planerast og snøggast, sigur hann.
Stóra byggiverkætlanin, sum Saltsiloin er, hevur nú tikið
skap - ikki bara uttan, men eisini innan. Tummas Sørensen
er verkætlanarleiðari, og hann væntar, at tá juni mánaði
fer at halla, verður eisini komið undir land á Drelnesi
Tá juni mánaði
fer at halla verður
komið undir land
Saltsiloin á Drelnesi tekur seg væl út og líkist nú sær sjálvari aftur
Mynd: Vilmund Jacobsen