Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 22 Ókeypis lýsingarblað TEMA Hús&Heim Terji Nielsen Á hugin at keypa hús er ser­ stak­liga stórur í løtuni. Tað sigur Kára á Dunga, stjóri hjá meklara­fyritøkuni Inni. Serliga stórur er áhugin fyri ognum í høvuðsstað­ num. Kára á Dunga sigur, at bæði fyrsti ársfjórðingur í ár og fyrsti árs­ fjórðingur í fjør vóru góðir, men at sølan í ár hevur verið betri, enn hvat hon var í fjør. – Tølini vísa, at umleið tveir trið­ ingar av søluni er ognir í mið­staðar­ økinum, meðan ein triðingur er uttan fyri høvuðsstaðin. Tann vøkstur, sum vit síggja í løtuni, er serliga í mið­ staðar­økinum, meðan sølan uttan fyri miðstaðarøkið er á leið tann sama í ár, sum hon var í fjør, sigur hon. Stjórin í Inni leggur afturat, at um­ framt eina økta sølu so er søluprís­urin eisini farin upp. – Prísurin hækkar serliga í mið­ staðar­økinum. Ein orsøk er, at útboðið er minni enn eftirspurningurin. Prís­ urin hækk­ar eisini spakuliga uttan fyri mið­staðarøkið. Lága rentan ger eisini, at fólk fáa hægri fígging, enn tey hava fingið, sigur Kára á Dunga. Eisini meklarafyritøkan Skyn ger hvønn mánað nýggj hagtøl fyri søl­ ur­nar hjá sær, og nýggjastu hagtøl­ini, ið eru gjørd fyri kortum, vísa, at søl­ an gongur við rúkandi ferð, serliga í høvuðsstaðnum. 31 ognir í Havn Í mars mánað í ár seldi Skyn ikki færri enn 19 ognir, og tað er næstan tvífalt so nógv sum í mars mánað í fjør, tá ið Skyn seldi 10 ognir. Um hugt verður bara eftir høvuðsstaðnum, so siga tølini, at Skyn seldi 12 ognir í Havn í mars í ár í mun til tvær ognir sama tíðarskeið í fjør. Men nú mars mánaði er farin aftur um bak, ber eisini til at gera hagtøl fyri fyrsta ársfjórðing í ár, og hesi tøl vísa eins og tølini fyri mars mánað, at sølan er vaksin nógv. Um vit hyggja eftir høvuðsstaðnum fyri seg, so kunnu vit staðfesta, at sølan av ognum í Havn er nærum tví­ faldað fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Skyn seldi 31 ognir í Havn fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár í mun til 17 ognir sama tíðarskeið í fjør. Ein vøkstur uppá góð 82 prosent. Fyri alt landið vóru tølini tilsamans 51 ognir seldar fyrsta ársfjórðing í ár í mun til 40 ognir sama tíðarskeið í fjør, og tað er ein vøkstur uppá 21 prosent Sethúsasølan næstan tvífaldað í Havn Tað gongur við rúkandi ferð við sethúsasøluni í høvuðsstaðnum í løtuni Sethúsasølan í høvuðsstaðnum gongur við rúkandi ferð, og prísurin er eisini hækkandi Savnsmynd