mánadagur 20. apríl 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
26
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Hús&Heim
Fyrsta íbúðahúsið
á Óðinshædd reist
Selur hava
stovur og
grillsmáttur
Fyritøkan Marká hjá Pætur M.
Hansen í Havn er kanska ikki so kend
millum manna, men hóast hetta so
er talan um eina fyritøku við for
vitnisligum útboði.
Fyritøkan hevur leingi havt hava
stovur, vindeygu,úthurðar og annað
í sínum vøruúrvali, og eisini ber til at
keypa nakrar serstakliga hugnaligar
grillsmáttur.
Talan er um grillsmáttur, sum
verða seldar sum elementir ella
byggisett. Hetta er nakað nýtt í
Føroyum, men smátturnar eru væl
kendar í fleiri av hinum norður
lendsku londunum, serliga í Finn
landi og í Svøríki.
Sjálv grillin, sum stendur mitt
í smáttuni, er eisini varmakeldan
í smáttuni, og við eini slíkari grill
smáttu ber til hjá familjum, vinfólk
um og øðrum at savnast um grill
ina alt árið, tí smáttan er gjørd til
norðurlendska veðurlagið.
Bústaðir er komið væl áleiðis við næstu byggiverkætlanini hjá sær í
høvuðsstaðnum, sum fevnir um 22 leiguíbúður á Óðinshædd
0
Tað gongur væl við byggiverk
ætlanini á Óðinshædd í Havn,
har 22 leiguíbúðir verða bygdar.
Nú verður fyrsta av sjey íbúðarhúsum
reist. íbúðirnar eru frá 54 til 86 fer
metrar til støddar, og tað eru tvey-,
trý- og fýrarúms íbúðir.
Byrjaðu í fjør summar
Í juni 2014 varð lendisarbeiðið byrjað,
og hóast tað hevur verið avbjóðandi,
tí veturin hevur verið ringur og stórur
hæddarmunur er á økinum, so hevur
lendisarbeiðið gingið rímiliga væl.
Samstundis sum lendisarbeiðið hevur
verið í gongd, hevur høvuðsarbeiðs
takarin, Sp/f Bulur, bygt elementini í
byggihøll í Kollafirði.
– Byggiverkætlanin gongur væl, og
tíðarætlanin sigur, at tað verður klárt
hjá 22 leigarum at flyta inn í íbúðirnar
komandi vár, sigur Bogi Jacobsen,
tekniskur leiðari á Bústøðum.
Tað er royndi arkitetkturin Palli
Gregoriussen, sum hevur teknað
íbúðirnar. Dentur er lagdur á góðsku,
funktionalitet og estetik. Samstundis
verður roynt at halda kostnaðin á
verkætlanini niðri fyri at tryggjað ein
sømiligan leigukostnað.
– Gongst sum ætlað, vænta vit at
húsaleigurnar fara at liggja ímillum 4
og 6 túsund krónur um mánaðin, alt
eftir íbúðastødd., sigur Andras Róin,
stjóri á Bústøðum.
Íbúðirnar eru ætlaðar øllum sam
felagsbólkum, og verða tí ymiskar í
stødd og sniði. Tærr lúka øll nútímans
krøv til bygging. Tær hava sera góð
ljós- og ljóðviðurskifti. Hitapumpur
verða brúktar, so orkunýtslan verður
lág. Inniluftin verður tryggjað við ven
tilatión í øllum íbúðunum.
Umhvørvið á Óðinshædd er vakurt
og friðarligt, og úr íbúðunum verður
sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð.
Meira fæst at vita um byggiverk
ætlanina og aðrar verkætlanir hjá Bú
støðum á www.bustadir.fo
Fyrsta íbúðarhúsið hjá Bústøðum á Óðinshædd er nú reist
Mynd: Bústaðir