Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 30 Ókeypis lýsingarblað TEMA Hús&Heim ÁWAY SERVICE Tróndargøta 63 · 512 Norðragøta Tel. 471717 / 231718 / 231719 · Fax 471718 · Mail: away@away.fo Vit gera allar mekaniskar umvælingar • Bátar og skip • Hydraulik • Persónbilar, vørubilar, lastbilar og bussar • Dekkskift • Trukkar Vit gera alt HVS arbeiði – stórt & smátt • Ketlar • Hitapumpur • Ventilatión • Fittings • Blandingsbattaríð • Kranar • Alt til baðirúmið ÁWAY service heildar veitari til vinnuna og privat 12 mánAðAr eFTirliT AV TruKKum og KrAnum PelATreKK AV sKiPum og BáTum AwAy serVice selur, úTleigAr og serViserAr: ToyoTA TruKKAr KAlmAr KonTeynArAliFTArAr BT lyFTArAr HiAB KrAnAr mKg seA crAne KinsHoFer grABBAr KoBelT mAnøVriHonTøK og KáPlAr HVS LAGUR oG SØLA Terji Nielsen N ýggja útstykkingin við teimum 24 grundstykkjunum er Oman Gil, ið er eitt øki, sum liggur beint oman fyri randarhúsini Millum Gilja í Hoyvík. Tey 24 grundstykkini eru í miðal eini 330 fermetrar til støddar og prís­urin liggur nakað oman fyri eina hálva millión í miðal. Útluting av stykkj­unum bleiv gjørd nakað fyri jól í fjør, og sum altíð, tá ið talan er um út­luting av kommunalum grund­ stykkj­um, so verður hetta gjørt eftir bíði­listanum til grundstykki hjá Tórs­ havn­ar Kommunu. Klárt at byggja í heyst Í farnu viku bleiv sáttmálin um at gera útstykkingina Oman Gil undir­ skriv­aður. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja í komandi mánað. Hetta verð­ur gjørt samstundis, sum nýggi fót­bólts­ vøllurin í Hoyvík verður gjørdur. Fyrst verður grivið oman av, har sum vøll­ urin skal vera, og síðani verður farið at sprongja. Grótið frá spreingini skal so nýtast sum ífylla til útstykkingina Oman Gil. Eftir ætlan verður útstykkingin byggi­búgvin um 1. Novembur, og vænt­andi verða endaligu skeytini uppá tey 24 grundstykkini klár at av­ greiða um ársskiftið. Stykkini verða gjørd púra byggiklár. Atkomuvegurin til nýggju út­stykk­ ingina verður gjørdur soleiðis, at Oman Gil verður knýtt at nýggja inn­ komu­vegnum til Havnina, og Oman Gil verður skipað við fríøki og felags parkerings­øki. Tað er J & K Petersen, sum skal standa fyri arbeiðnum. Nú verður skjótt klárt at fara undir at byggja 24 nýggj sethús ovalaga í Hoyvík í nýggja býlinginum Oman Gil Savnsmynd Nýggj útstykking fer í gongd nú Tórshavnar Kommuna fer í næstum undir eina nýggja útstykking við 24 grundstykkjum til sethús