Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 74

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 42 Ókeypis lýsingarblað TEMA Suðuroy Nýggjur blómuhandil á Tvøroyri El-Service ger el-arbeiði í Saltsiloini El-Service er partur av stóru Saltsilo-verkætlanini á Drelnesi, har nógvir ymiskir arbeiðstakarar á ymiskan samstarva, soleiðis at henda forvitnisliga verkætlan kemur undir land og fer at standa sum ein mentanarligur varði á Drelnesi Vilmund Jacobsen Tað er El-Service á Skála, sum ger el-arbeiði í Saltsiloini á Drelnesi, og hetta arbeiði verður gjørt sum fak­ enterprisa, ið fyritøkan vann, tá ar­ beiðið varð boðið út. P/F El-Service, sum hevur høv­ uðs­sæti á Skála, er ein lutfalsliga gomul fyritøka á sínum øki. Felagið varð stovnað longu í 1988, tá John E. Olsen keypti el-deildina hjá Skála Skipasmiðju. Í byrjanini vóru seks fólk í starvi hjá fyritøkuni, men sum árini gingu, vaks fyritøkan, og eitt skifti vóru tey 35 fólk í starvi. Tey fyrstu árini snúði virksemið seg serliga um skipabyggingar í Før­ oyum, men tað var skjótt, at El-Ser­vice eisini vaks seg út um land­odd­arnar og fekk ymiskar uppgávur í Dan­mark og aðrastaðni kring um heimin. Í fleiri ár hevði El-Service neyvt sam­starv við Karstensens Skibsværft í Skagen og felagsskapin Danida. Ráðgeving og eftirlit Sum árini eru gingin, og fyritøkan noyðist at kappast við bíliga arbeiðs­ megi úr londunum eystan fyri, hevur tað verið truplari at verið við í kapp­ ingini um arbeiðini. Tí hevur El-Service - í staðin fyri at gera arbeiðini uttanlands - í fleiri førum veitt sína ekspertisu og hevur soleiðis ráðgivið og havt eftirlit við arbeiðum fyri eitt nú byggiharrar. John E. Olsen, stjóri, hevur áð­ur sagt seg halda lítið um, at før­oysk­ ar el-fyritøkur, sum hava ára­langa ekspertisu, skulu brúka síni dugna­ ligu fólk til at strekkja kaðlar og onnur smáting, meðan útlendingar skulu gera tey veruligu arbeiðini. Seinastu árini hevur El-Service í nógv størri mun lagt seg eftir at starvast innan tann vitunarliga part­ in av virkseminum, har fyritøkan ráð­ gevir og hevur eftirlit. – Vit kunnu ikki kappast um tíma­ lønina, og tí noyðast vit at finna upp á okkurt annað. Vit hava í slíkum føri lyft okkum longur upp og gera tað, sum vit duga - í hesum førum ráð­ geva og hava eftirlit, hevur stjórin í El-Service, John E. Olsen, sagt. Drelnes kallar Nú er El-Service so partur av stóru Salt­silo-verkætlanini á Drelnesi, har nógvir ymiskir arbeiðstakarar á ym­iskan samstarva, soleiðis at henda forvitnisliga verkætlan kemur undir land og fer at standa sum ein mentanar­ligur varði á Drelnesi. – Eg haldi tað vera ógvuliga spennandi at vera farin í holt við egnan handil og afturmeldingarnar, eg higartil havi fingið, hava verið góðar, sigur Barbara Nolsøe Vilmund Jacobsen 18. mars læt nýggjur handil upp mið­ skeiðis á Tvøroyri. Tað er handilin Karl Jespersen, sum Barbara Nolsøe eigur og rekur. Barbara hevur keypt vøru­goymsluna hjá Karl Jespersen, sum givin og hevur somuleiðis keypt ymisk úr vørugoymsluni, sum var í Karl Østers BLómuhandli á Sevmýru, ið eisini er latin aftur. – Í niðaru hæddini havi eg blómu­ handil og onkrar búnýtisvørur, og í ovaru hæddini eru leikur og onkrar súkklur. Væntandi fari eg at veksa um útboðið av súkklum. Forvitnisligi handilin hjá Barbaru Nolsøe er opin vanligar dagar frá klokk­an 10-17.30, fríggjadag til klokk­an 18, og leygardag er opið frá klokk­an 10-14. Spennandi – Eg haldi tað vera ógvuliga spennandi at vera farin í holt við egnan handil og afturmeldingarnar, eg higartil havi fingið, hava verið góðar. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Barbaru, kunnu ringja á tlf.v 281718. El-Service á Skála hevur el-arbeiði í stóru Saltsilo-verkætlanini Myndin er tikin inni í nýggja blómuhandlinum hjá Barbaru Nolsøe á Tvøroyri Mynd: Vilmund Jacobsen