Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 44 Ókeypis lýsingarblað TEMA Suðuroy Hjá Angilie – ein forvitnis­ ligur handil á Tvøroyri Handilin Hjá Angilie, sum húsast í egnum hølum í Kongabrekkuni á Tvøroyri, er avgjørt eina vitjan verdur Vilmund Jacobsen H andilin leggur dent á at hava vørur hjá veitarum, sum framm­ an­undan ikki eru so vanligar í Føroyum - fyri ikki at siga vørur, sum eingin annar umboðar. Í handlinum fæst mangt og hvat, eitt nú taskur, skógvar, barnaklæði, kvinnuklæðir, eins og ymiskir prýðis- og gávulutir, smúkkur og tógv. Miðskeiðis inni á gólvinum, tá tú kemur inn í handilin, er eisini diskur, har tú kanst fáa tær ein vælsmakkandi bita, um hugur og hungur eru til tess. Bara á Tvøroyri Tað forvitnisliga við handlinum Hjá Angilie er, at her finnur tú nógvar ymiskar vørur, ið tú noyðist til Tvør­ oyrar at síggja og keypa. Her eru eisini taskur í breiðum úr­ vali, ið ikki fáast aðrastaðni í Føroyum. Í handlinum fáast klæði til bæði gerandis-og fínari brúk, og her fáast klæði til allar aldursbólkar. Handilin Hjá Angilie er 100 fer­ metrar stórur, men er í tveimum hædd­um, og báðar hæddirnar eru á trem­ur við spennandi vørum og útboði. Eisini Skechers Vikublaðið vitjaði inni á gólvinum, tá vit vóru í Suðuroy í síðstu viku. Í niðaru hæddini er kioskin, dims­ arnir og klæðini - og í ovaru hæddini eru skógvar, taskur og annað. Av kendu skógvamerkjunum er Skech­ers, ið er sera væl umtókt. Skógv­arnir eru lættir og góðir fyri føtur, rygg og kroppin annars. Tær vørur, sum Hjá Angilie hevur og sum eru at fáa aðrastaðni í land­ inum, roynir handilin á Tvøroyri altíð at selja bíligari enn aðrastaðni. Hetta fáa tey eisini góðar aftur­ meldingar frá viðskiftafólki um, tí fólk fegnast um at gera eitt gott keyp. Hjá Angilie er í allar mátar ein for­ vitnisligur handil - við einum breiðum og spennandi úrvali av vørum. Spennandi handilin Hjá Angilie í Kongabrekku á Tvøroyri selir eisini sera væl umtóktu Skechers-skógvarnar