mánadagur 20. apríl 2015síða 86
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
54
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Í
ár eru tað 50 ár síðan, at DFDS
skipið M/S Dronning Alexandrine,
sum sigldi á farleiðini millum Keyp
mannahavn, Føroyar og Ísland, varð
tikið úr sigling og selt til upphøgg
ingar Í 1965.
Til minnis um Drotningina, sum
skipið varð nevnt í vanligari talu,
verður nú ein bók givin út. Talan er um
bókina M/S Dronning Alexandrine –
et heldigt skib, sum Bjarni Akesson
Filholm hevur skrivað.
Í 1927 varð M/S Dronning Alex
andrine sjósett á táverandi skipa
smiðjuni í Helsingør. Tá var eitt stórt
hátíðarhald, har kongurin Christian
X og drotningin Alexandrine luttóku.
Eigari av skipinum var Det forenede
Dampskibsselskab (DFDS).
Eftir væleydnaðan royndartúr fór
Drotningin 22. juni 1927 á sína jom
frúferð ímóti Føroyum og Íslandi.
Eftir næstan 40 ár í tænastu varð
skipið avloyst í 1965 av M/S Kronprins
Olav og síðani selt til upphøggingar.
Hesi mongu ár var skipið ongantíð úti
fyri nøkrum álvarsligum óhappi ella
ólukku, og kann tí av røttum kallast
eitt eydnuskip.
Bókin greiðir frá søguni hjá skip
inum. Eisini eru forkunnugar frágreið
ingar frá ferðafólki og greitt verður
frá um maskinuna. Í bókini eru nógvar
myndir úr Føroyum eins og nógv er
skrivað um Føroyar. Í túsundatali av
føroyingum hava siglt við Drotning
Alexandrine.
Bjarna Åkesson Filholm hevur
skrivað fleiri bøkur um skipasøgu.
Hann er føddur í Føroyum í 1952 og
vaks upp á Bornholm. Í dag er hann
bókavørður í Hjørring. Bókin kann
fáast við at venda sær til føroysku
bókahandlarnar.
M/S Dronning Alexandrine
– eitt eydnuskip
Bjarni Åkesson Filholm