Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í blaðnum í gjár hittu vit nakrar borg­ar­stjórar í Føroyum, sum hava so stór­an áhuga fyri landspolitikki, at teir ætla at stilla upp til komandi løg­tings­val. Ein teirra var Magnus Ras­mus­ sen, borg­ar­stjóri í Runavíkar komm­ unu, sum sigur, at verður hann vald­ ur á ting, so velur hann ting­ses­sin fram­um, tí hann kann ikki bæði røkja starv­ið sum borgarstjóri í eini av lands­ins stóru kommunum og ein løg­tings­sess samstundis. Ein virðiligur hugburður, kann sig­ast. Tí valla er ætlanin við okkara fólk­avaldu umboðan í kommunum og á tingi, at somu fólk skulu sita í fleiri sessum. Eingin regla uttan undantak, kunnu vit siga. Men tá Rósa Sam­u­ esl­en, borgarsstjóri í Vága komm­ unu sigur, at hon heldur tað vera fyr­i­mun­ur at sita sum borgastjóri og sum løg­tings­kvinna – og hon held­ ur ikki, at dag­ar­nir gerast longri av teirri orsøk. Har er so okkurt sum skurr­ar. Borgarstjórarnir í Eystur­komm­ unu og í Vága kommunu halda eis­ ini løg­tings­sessirnar verða so á­huga­ verd­ar, at teir ætla sær at røkja bæði størv­ini, verða teir valdir á ting. Hyggja vit at lønarviðurskiftum hjá borg­ar­stjór­um og løgtingfólki, so renna vit okkum skjótt í hug­tak­ið »breyð­pol­itikarar«. Ein breyð­pol­it­ik­ ari, er ein, sum ger tað fyri pengarnar. Tað er kanska menn­iskjansligt at halda, at tú ert verdur at tjena upp í móti 100.000 almennum krónum í løn sum politikari um mánaðin – tí fólk­ið hev­ur valt teg. At vera borg­ ar­stjóri og løgtingsfólk er best lønta politiska starv, tú kanst røkka. Tá fært tú nógv meira í løn enn bæði løg­mað­ur og løgtingsformaður kunnu fáa. Bæði eftir galdandi løn­ ar­skip­an, og teirri nýggju skipanini, sum kemur í gildi eftir løg­tingsvalið kom­andi, og sum gevur løgmanni mun­andi og tiltrongda lønar­hækk­ an. Tað sama hevur verið galdandi við fólka­tings­sess­unum. Ivasamt er, hvussu stóran politiskan týdn­ ing, teir hava. Núverandi fólk­a­tings­ menn­ góvu báðir fyri valið sein­ast tað lyfti, at teir stillaðu ikki upp til løg­tings­valið, vórðu teir vald­ir á fólka­ting. Og so var. Tað er eisini í lagi. Tí tað sigur seg sjálvt, at ein løg­ tingsmaður, sum eisini er for­mað­ur í einum føroyskum flokki, fær ikki røkt løgtingssarvið og fólk­a­tings­ starv­ið til lítar. Tað sama er galdandi við borg­ar­stjórum. Tað gevur onga mein­ing, at tað almenna skal gjalda fleiri per­són­um upp ímóti 100.000 krón­um um mánaðin fyri at røkja tveir fólka­vald­ar álitissessir. So týdn­ing­ar­mik­il er eingin. Tað er ein góð skipan, at lands­ stýr­is­fólk ikki kunnu sita á tingi. Tað gev­ur okk­um fleiri fólk í skip­ an­ina. Sama átti at verið gald­andi fyri borg­arstjórar – og um tað ikki gevur meira arbeiði at sita í tveimum sessum, hví so fáa løn fyri báðar? Ein borgarstjóri á tingi tjenar 100.000 kr um mánaðin Fleiri Breyðpolitikarar Eingin í skammi­ krókin Bárður NIelsen síða 16 Pápar taka á­byrgd Hanus samró Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Fríggjadagin 24. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Lamba­ gerði 1 í Havn. Fólkatónleikabólkurin KVONN: Angelika Nielsen, Shar­on Weiss, Ívar Bær­ent­ sen & Kristian Blak spæla und­ir ferniseringini. Á framsýningini eru 49 smá­myndir, á pappír við blý­anti, tusj og akvarell og eisini prent. Myndirnar eru at síggja á heimasíðuni www. gal­e­r­i­e­focus.com Philippe Carré er føddur (1967) í bygdini Mailly-la- Ville í Bourgogne í Fraklandi. Hann er útbúgvin fotografur frá à l’Institut Français de Phot­ographie og hevur gingið á Grafisk Skole í År­ hus. Frá tí hann fyrstu ferð hevði myndir við á Ólav­søku­ fram­sýningini í 1982, hevur hann regluliga ver­ið við á bæði Ólav­søku- og Vár­fram­sýn­in­ u­num og havt nógv­ar stak­ fram­sýn­ingar bæði her heima og utt­anlands. Framsýningin er opin til 7. mai: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Philippe Carré sýnir Havnar Framburðsfelag hev­ ur sett fýra fólk á val­evn­is­ list­an til løgtingsvalið. Talan er um trý nøvn fyri Havn­ar Framburðsfelag og eitt fyri ungmannafelagið Huxa. Fyri Havnar Fram­ burðs­fel­ag eru tey Annika Ol­sen, landsstýriskvinna í al­ manna­mál­um og Janus Rein, løg­tings­maður, valdur fyri Fram­sókn, men sum hesa­ferð roynir seg sum fólka­floks­ mann. Triða umboðið er Sólvit E. Nolsø, sum er formaður í Havn­ar Framburðsfelag. Valevnið fyri Huxa, ið er ung­manna­fel­ag­ið hjá Fólka­ flokk­i­num, er eisini ein roynd­ ur politikkari. Tí tað er Han­us Samró, løgtingsmaður, ið aft­ ur bjóðar seg fram sum val­ evni fyri Huxa. Gul til stívt andøvsgul av vestri og stundum regn. Um kvøldið strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, partvís heglingur ella vátakavi og hitin fellur niður móti frostmarkið. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, partvís vátakavi. Leygardagin lot av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið um frostmarkið. Veðrið týsmorgunin: Eitt brúgvalag við Føroyar fer í landsynning. Veðrið mikunáttina: Eitt brúgvalag við Føroyar fer eystureftir. V E e Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 7-12 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s 7-12 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Trý tingfólk á listan hjá Fólkaflokkinum