týsdagur 21. apríl 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starv sum varaskúlastjóri
í Skúlanum á Giljanesi
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv
í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at
menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika
at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum á
Giljanesi.
Í skúlanum á Giljanesi eru 314 næmingar í 10
árgangum, og 30 lærarar starvast í skúlanum.
Starvið verður sett frá 1.maj ella skjótast gjørligt.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir
ábyrgd og í samstarvi við skúlaleiðaran skal taka
lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni
av virksemi skúlans. Harafturat skal viðkomandi
duga at samstarva, vera fyrikomandi og fúsur at
taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan
skúlaleiðarans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving
og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt
er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava
leiðsluroyndir.
Lønar og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við
tænastu í Skúlanum á Giljanesi. Tann, ið sett/
ur verður, eigur at tola broytingar starvinum
viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi
reglum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 30.apríl 2015
kl. 12.00
Nærri fæst at vita, við at venda sær til Skúlan
á Giljanesi, við at ringja tlf. 344424 ella til
skúlaleiðaran tlf. 794425 ella við at senda
teldupost til skúlan sag@skulin.fo
SKÚLIN
Á GILJANESI
www.sag.fo
Bjálving
við stein- ella pappírsull
Tlf. 594611 / 519309
Ljóðbókatænastan
Ljóðbókatænastan søkir eftir
upptøkufólki/teknikkara.
Starvið er í fyrsta umfari parttíðar- ella tímalønt
starv.
Arbeiðsuppgávan er í høvuðsheitum
henda:
1. Tú skalt hava áhuga í at nøkta henda serliga
samfelagstørv.
2. Tú skalt hava áhuga í bókmentum og at
tær verða bókmentaliga og málsliga rætt
endurgivnar/útgivnar í ljóðútgávu.
3. Tann tøkniliga framleiðslan skal fylgja við
samfelagstørvinum.
Hevur tú áhuga í hesum arbeiði, kanst tú ringja
á tlf. 211533 og fáa nærri at vita.
Ljóðbókanevndin
eblaðið
sos.fo