týsdagur 21. apríl 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ELEKTRISK SÚKKLA
við automatiskum gearum
SK SÚKKLA
tiskum gearum
Opið er:
Mán.-frí.
10.00-17.30
Leygardag
11.00-14.00
Alt á tveimum hjólum
Vit bjóða øllum til ein ókeypis royndartúr
E-FLY AGT Premium
36 volt • 11 amp
Upp til 80 km upp á eina løðing
E-Fly el-súkklur
ÚR EINANS
10.998,-
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
GÓÐSKULEIÐARI TIL HAVSBRÚN
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu.
Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini
eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á
Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk.
Havsbrún er altjóða viðurkent virkið. Tað eru 2
fram leiðsludeildir á Havsbrún - Mjøldeildin, ið
fram leiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið
framleiðir fóður til laks. Góðskuleiðarin hevur
ábyrgdina av innaneftirlitinum hjá Havsbrún og
arbeiðir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar á
Mjøl- og Fóðurdeildini.
Arbeiðsøki
Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja, at Havsbrún
lýkur øll uttanhýsis og innanhýsis krøv í mun til
lóggávu-, kunda- og standardkrøv á økinum. Tú skalt
eisini tryggja, at verandi mannagongdir á innan-
eftirlits økinum verða optimeraðar og mentar,
umframt at fremja eftirlit, skoðanir og eftirmetingar.
Umframt menning og optimering á innaneftirlits-
økinum í mun til føroyska lóggávu, skalt tú sum
góðskuleiðari luttaka í menning av verandi og
komandi certificeringum hjá Havsbrún. Góðsku-
leiðarin hevur sjálvstøðuga ábyrgd á økinum og
skal tryggja neyðuga framgongd á økinum gjøgnum
gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Ein partur av starvinum eru verkætlanir, sum
eru tengdar at innaneftirlitsøkinum saman við
ráðgeving í mun til deildarleiðarar og onnur
starvsfólk. Arbeiðs staðurin er á Havsbrún í
Fuglafirði.
Góðskuleiðarin hevur tilvísing til deildarleiðaran á
Góðskudeildini og verður partur av Góðsku deildini
í Bakkafrost samtakinum, har lívfrøðingur, fiska-
heilsu lívfrøðingar, framleiðsluverkfrøðingur,
góðsku leiðar ar og eftirlitsfólk starvast. Góðsku-
deildin varðar av góðsku, umhvørvi og trygd, og
samstarvar breitt tvørtur um deildarmørk í Bakka-
frost samtakinum.
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað er
ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við
altjóða góðkenningum. Sum persónur hevur tú góð
samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálv-
støðugt og í toymum. Tú hevur positivan hugburð
til uppgávurnar og leggur stóran dent á at
samantvinna ástøði og praktiska veruleikan.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í
eini dynamisk ari fyritøku. Vit leggja dent á at hava
eitt gott arbeiðs umhvørvi, og kunnu bjóða tær
góðar starvsfólka tryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Annu
Johansen, deildarleiðara á Góðskudeildini, á tel.
23 50 20 ella við t-brævi til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi
skjølum verður send til havsbrun@havsbrun.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mai 2015.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo