Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Hetta var fyrstu ferð at kapp­ingin í Estetiskum Fim­ leiki var í Bylgjuni í Runavík. Úrslitið av steypa­kapp­ing­ unum var, at Havnar Fim­ leika­felag fór avstað við øllum steypunum. Fenja hjá Havnar Fim­ leika­felag vann báðar steypa­kappingarnar sann­ før­andi í bólkinum hjá pink­unum. Nummar tvey í Runa­vík gjørdist Froya hjá Havn­ar Fimleika­felag, og numm­ar trý gjørdist Viólin hjá Støkk. Hjá smágentunum megn­aði eingin at basa lið­num Nora hjá Havnar Fimleikafelag, sum eis­ini vann fyrru steypa­kapp­ing­ ina. Tó var munurin sera lítil í Runavík. Flykran frá Støkk og Lyra frá Ljósinum end­ aðu á einum deildum øðr­um plássi, einans 0,10 stig aftan­ fyri Nora. Hjá gentunum vann Eina frá Havnar Fimleikafelag. Tær vunnu eisini fyrru steypa­kappingina. Nummar tvey gjørdist Vípan frá Støkk, meðan Enna frá Havn­ar Fim­leika­felag gjørd­ ist nummar trý. Hjá unglingum vann Alda úr Havnar Fimleikafelag. Numm­ar tvey gjørdist Svalan úr Støkk og nummar trý Hydra úr Ljósinum. Hjá kvinnunum lut­tóku tvey lið og eins og í fyrru steypakappingini vann Hulda hjá Havnar Fim­leika­ felag móti Ursu frá Ljós­ inum. trondur@sosialurin.fo fimleikur Leygardagin 18 apríl var 2. steypakappingin í Estetiskum Fimleiki í Bylgjuni í Runavík Havnar Fimleikafelag fór avstað við øllum