Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 24. apríl 2015 Samgongan stendur til metstórt tap Fyri tíggjundu ferð á rað sigur ein veljara­ kann­ing, at vit skulu hava stjórnarskifti í Før­oyum. Hesaferð fær samgongan ringasta skoðs­ málið síðani valið, og hevði samgongan mist sjey tingsessir, um val var í dag. Aftur hesaferð gongur tað harðast út yv­ir Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Fólka­ flokk­urin missti 6,5 prosentstig og tríggjar ting­sessir – og Sambandsflokkurin missir 5 prosent­stig og tveir tingsessir. Miðflokkurin missir 1,4 prosentstig, men varðveitir sínar báð­ar tingsessir. Javnaðarflokkurin hevur verið í góðum stima í øllum veljarakanningunum – men serliga seinasta árið hevur hann ligið heilt væl í kanningum við oman fyri 25 prosentum í átta teimum seinastu kanningunum. Hjá Tjóðveldi hevur ikki gingið eins væl í hond. Oyðimarkargongdin í andstøðu seinastu næstan 12 árini slítir upp á flokkin – og einki bendir á, at flokkurin vinnur seg uppaftur á teir átta tingsessirnar. Hendan kanningin gevur flokkinum eitt lítið kvink aftureftir upp á 0,1 prosentstig – og hann varðveitir sínar 6 tingsessir. Á flokstingi hjá Tjóðveldi fyri tveimum vikum síðani boðaði flokkurin frá, at helst vil í samgongu við Javnaðarflokkin og andstøðuna. Hann avskrivar ikki beinleiðis Fólkaflokkin, men vísir, at hann velur Javnaðarflokkin framum. Samstundis vóru fleiri tjóðveldisrøddir framm og søgdu, at nú mátti fullveldi aftur á skrá. Hvør orsøkin er til afturgongdin í mun til hinar veljarakanningarnar, er ilt at siga. Men leiðslan í Tjóðveldinum er kanska nakað slitin og hevur ilt við at spíska sær profilin. Stóri vinnarin í kanningini hesaferð í mun til tær undanfarnur er Poul Michelsen og Framsókn, sum tvífaldar tingmannatalið. Flokkurin hevur rikið miðvísan andstøðupolitikk – og hann hevur eisini víst á andstøðuna sum greitt alternativ til landsstýrið. Eisini hevur flokkurin almannakunngjørt fleiri valevni. Tað tykiskt greitt, at valið stendur millum andstøðu og samgongu. Hóast veingjaskotin, so heldur samgongan saman – og lítið bendir á, at nakar av andstøðuflokkunum vil í samgongu við sam­gongu­ flokk­unum. Tí bendir alt á, at samgongan verð­ur andstøða eftir valið. Á flaggdegnum 25. apríl fer Norrøna Ungmanna­felag Føroya at hátíðarhalda, at 75 ár eru liðin, síðan bretski konsulin, Mason, segði, at føroysk skip skuldu sigla undir Merki­num. Dagurin verður hátíðarhildin við tveim­um áhugaverdum fyrilestrum og hugnaligari kaffi­stovu í Posthúskjallarinum á Tórsgøta sum er opin fyri almenninginum frá kl. 16 til 18. Hanus Kamban, rithøvindi, fer at hugleiða undir yvirskriftini: “Føroyski samleikin - frá amti til heimastýri” Í tí sambandi verður hugleitt um at fáa flaggið virðurkent, og at fáa føroyska málið í skúlan og kirkjuna. Somuleiðis verður nomið við, hvønn týdning tjóðskaparrørslan og tað at vit t.d. fingu eitt sjónleikarahús, at ein føroyskur studentaskúli varð settur á stovn, og onnur mentanarlig framstig, høvdu fyri føroyska samleikan. Endamálið við framløguni er at lýsa stríðið fyri at fáa føroysku súmbolini sum flaggið og føroyska málið viðurkent, og hvørjar avleiðingar tað hevði fyri sjálvkensluna í Føroyum. Umframt hetta, kemur Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur, at greiða frá um Føroyar undir kalda krígnum undir yvirskriftini: “Kalda krígið: Føroyar og Norðurlond” Almenna kjakið um leiklut Føroya í kalda krígnum verður mangan stýrt av (politiska) kjakinum, sum snýr seg um sambandið millum Føroyar og Danmark. Við at seta leiklut Føroya í kalda krígnum inn í ein (størri) norðurlendskan samanhang, ber til at fáa fram onnur viðurskifti, sum eisini høvdu týdning. Til dømis ber til at kanna nærri, hvønn leiklut Føroyar høvdu í mun til sokallaðu ‘norðurlendsku javnvágina’, t.v.s. ta trygdarpolitisku javnvág, sum var við til skapa ‘relativan lágspenning’ í norðurlendska økinum. Endamálið við hesi framløgu er at vísa á fyrimunir og vansar við at seta leiklut Føroya í ein norðurlendskan samanhang. Komið við og hátíðarhaldið henda stóra dag, og latið okkum vísa Merki okkara allarstørstu virðing! Í dag, fríggjadagin, veasfdasdfgur. Hitin millum fýra og sjey stig. Kubbarnir í undirsjóvartunlunum verða tiknir av, men avsláttarskipanin heldur áfram óbroytt. Tunnilsfeløgini hava gjørt av at avtaka kubbarnar. Í staðin fyri at hava kubbar, sum hava skrásett tá koyrt er í tunlunum, verða nummarspjøldrini avlisin og skráseta túrarnar. Avsláttarskipanin sum kundarnir hava, heldur áfram uttan broytingar. Fráboðanarljósini í tunlunum – grønt og hvítt – lýsa ikki meira. Nú ber eisini til at gjalda, við at skráseta fakturan í sjálvvirkandi gjaldskipanina (GS) hjá peningastovnunum. Kubbar skulu burturbeinast á sama hátt sum battaríir. Umráðandi at boða frá eigaraskifti Eins og áður, er tað umráðandi at boða frá tá broytingar eru á haldinum, m.a. tá akfarið skiftir eigara við keyp ella sølu. Rokningar verða sendar til skrásetta eigaran av akfarinum. Goymslugjaldið (depositum) er endurgoldið. Øll, sum hava kubba, fingu í januar goymslugjaldið (depositum) góðskrivað á sítt verandi hald. Samgonga verður andstøða Kaffistovan »Merkið« á flaggdegnum Kubbarnir í søguna Merkið upp! Tunlarnir Les eisini blaðið á telefonini Læknaligt íkast til kjakið um heilsuverkið Føroyskir Læknar Uttanlands Síða 12 27 ára gamli Sigurd Christiansen: Undir­vísir í kem­isk­ um krígs­vápnum Síða 8–10 Vildu ikki bíða og bjargaðu lívinum Siðsøga Síða 22–23 Visti tú? At tað búgva 48.618 fólk í Føroyum – og at metið var 48.916í 2009 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri