Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2015 SOSIALURIN 46 6 MERKIÐ EIRIKUR LINDENSKOV F laggið, sum sæst her á myndini, er júst tað flaggið, sum teir fýra, Frede rick Mason, ið varð send ur til Føroya sum nýggjur bretsk ur konsul, Carl Aage Hilbert, amt mað- ur, Crowther, bretskur her ovasti í Føroyum, og Valdemar Lüt zen, konsul, góðkendu á fundi á skriv- stovu ni hjá Valdemar Lützen í Rættará hendan seinnapartin 25. apríl í 1940. Í morgin eru liðin 75 ár síðani hendan fund, sum fekk so stóran týdn ing fyri samleika okkara og tjóða r eyðkennið, Merkið. Tað var Jens Hendrik Oliver Lis berg, sum teknaði flaggið longu í juni í 1919. Í 1920’unum fóru fólk at flagga við tí, men góðkent sum føroysk flagg var tað ikki fyrr enn bretska her set ing ar valdið góðkendi tað 25. apríl í 1940. Tá Danmark varð hersett av Týsk- landi 9. apríl, og Føroyar av Bretlandi 13. apríl í 1940 vórðu trupulleikar við flagginum, tí føroysk skip kundu ikki sigla við donskum flaggi, tí vi her setingini var Danmark í parti við Týs k landi. Tí vóru góð ráð dýr hjá føroyingum, sum vórðu noyddir at finna sær annað tjóðarmerki, enn Dannebrog. Tjóð skaparstríð kom sum vera man uppí, og tað varð kanska ein praktisk loysn hjá hersetingarvaldinum júst at velja Merkið heldur enn okkurt annað flagg, sum kundi verið gjørt til endamálið. Fundur hjá Valdemar Lützen Fundur er hjá enska konslinum í Føroyum, Valdemar Lützen, á skriv- stovu hansara í handilsvirkinum úti í Rættará – tað sum nú verður nevnt Østrøm. Umframt Valdemar Lützen eru eisini nýggi konsulin, Frederick Mason, Crowther, bretski herovsastin í Føroyum og sjálvur amtmaðurin Hilbert. Tá teir hava sitið og fundast eina løtu, gloppar Valdemar Lützen hurð- ina til skrivstovuna, og spyr, um onkur hevur eitt føroyskt flagg at lána sær. Alfred Rasmusen, sum tá var skriv- stovumaður har, játtar, men leggur afturat, at tað er eitt splittflagg, sum er eitt borðflagg. Valdemar Lützen takk ar og biður hann fara eftir tí. Alfred Rasmussen kemur tá í tank ar um, at flaggið liggur í Losjuni, har samkoma var kvøldið fyri, har tey høvdu heiðrað Thomas Askham, sum tá hevði verið losjulimur í 40 ár. Alfred lænir eina súkklu og sporar so heim í Losjuna á Tinghúsvegnum og fær hendur á flagginum, sum so- leiðis fær heiðurin at verða júst tað flagg ið, sum var modell fyri avgerðini um flagg føroyinga. Føroyar hertiknar Bretska hersetingin í Føroyum byrjaði seinnapartin 13. apríl í 1940, tá tveir vápnaðir trolarar og krússarin Suffolk komu á Havnarvág, og eitt herlið frá Royal Marines varð sett á land. Nú vóru Føroyar hertiknar. Føroyingar tóku væl ímóti bretsku her deildunum, og viðurskiftini við her setingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey fimm krígsárini. Løgtingið mót mælti tó bretsku hersetingini av Før oy um, men mótmælið var bara proforma, tí føroyingar vildu heldur hersetasat av bretum enn týskum. Máttu hava annað flagg Stríðið um flaggið kom, tí bretar kundu ikki góðtaka, at føroysk skip, sum vóru í parti við Bretlandi, kundu sigla við danska merkinum, Danne- brog, tá ið hersetta Danmark var í parti við Týsklandi. Stríðið vardi dag ar nar fram til 25. apríl. Okkurt hoyrdist um annað flagg, sum skuldi verða gjørt til føroyingar, fyri at tjóðeyðkennið, Merkið, ikki skuldi brúkast. Okkurt var nevnt um eitt grønt flagg. Tað varð hildið av summum hildið at skapa ov nógv rumbul at brúka eyðkennið hjá loysingarrørsluni sum føroyskt tjóðar merki. Amtmaðurin boðaði frá, at hann hevði ikki sett nakað uppskot fram um annað flagg. Hann mótmælti eisini av gerðini um at strika Dannebrog, men góðtók tó at ganga undir tær treyt ir, sum hersetingarvaldið setti – eisini at lata kunngera, at føroyska flagg- ið, Merkið, skuldi góðkennast og nýtast av føroyskum skipum. Soleiðis kann sigast, at hansara mót mæli kanska eisini var proforma – eins og mótmæli Løgtingsins móti bretsku hersetingini. Føroyar bumbumál Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar, og frá støðum í Noregi sveim aðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sam eindu vesturi í havi. Hugsast kundi, at rættiligt kríggj kom at standa í Norðuratlantshavi. Tí høvdu Før oy- ar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu flogvøll við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loft- verju kanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar. Havið um Føroyar gjørdist sera vanda mikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og før oysk fiskiskip tóku upp eina løn andi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Av tí at Bretska hersetingarvaldið, at øll føroysk skip skuldu flagga við før oyskum flaggi, og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar, varð flagg okkara góðkent. Fyrst av bretska her setingarvaldinum í Føroyum, og seinni – við heimastýrislógini eisini viður kend av donskum myndug leik- um. HETTA ER FLAGGIÐ SUM VARÐ GÓÐKENT 25. APRÍL Í 1940 Skrivstovumaðurin hjá Valdemar Lützen, Alfred Rasmsussen, súkklaði heim í Losjuna eftir einum føroyskum borðflaggi – sum fekk heiðurin at verða júst tað flaggið, sum varð góðkent sum Merkið føroyinga tann 25. apríl í 1940 nnað flagg, øroyingar, erkið, ikki var nevnt varð hildið skapa ov yðkennið føroyskt á, at hann kot fram ótmælti strika k tó at r, sum isini at flagg- ast og um. t, at nska s og móti FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2015 SOSIALURIN 46 nir at havinum, høvdu einki í at velja enn at halda fram við a. Trot var á fiski í Bretlandi, oysk fiskiskip tóku upp eina di sigling við ísfiski úr Íslandi ka marknaðin. tí at Bretska hersetingarvaldið, øroysk skip skuldu flagga við kum flaggi, og at føroyskt flagg ini Faroes og Føroyar skuldu málað á skipsíðurnar, varð flagg a góðkent. Fyrst av bretska ingarvaldinum í Føroyum, og – við heimastýrislógini eisini end av donskum myndug leik- T 40 eim júst