hósdagur 23. apríl 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
15
Olaf Olsen hevur feirað sín áttati
ára dag. Dagurin varð hildin við
nógvum gestum í nýggju hølunum
hjá samkomuni Elim í Søldarfirði,
fríggjadagin 17. apríl frá kl.17.00.
Har vóru fleiri, sum ynsktu at
bera Olafi eina heilsan. Maria, ið er
systur Olaf, tók nakað soleiðis til um
elsta beiggja sín: »Olaf, sum er elstur
av okkum, hevur altið verið ein góð
fyrimynd hjá okkum systkjunum!«
Jakku í Søldarfirði
Olaf er sonur Agnas og Jacob Olsen,
ofta róptur Jakku í Søldarfirði. Olaf
vaks upp hjá foreldrum sínum í
Søldarfirði, har hann fekk góðan
førning í sína lívsskjáttu, bæði frá
foreldrunum og í samkomuni, har
pápi hansara var ein av teim mest
framstandandi talarunum.
Barnaheimið hjá Olafi var ikki
eyðmerkt av tí, sum er stórt og ríkt
í mannaeygum; og stundum var tað
sjúka, sum legði sítt dapra ljóð yvir
heimi. Olaf vaks upp í einum heimi,
har systkini vóru 8 í tali. Olaf er elstur.
Pápi Olaf, Jakku í Søldarfirði, var
vanligur arbeiðsmaður og hevði onga
hægri skúlagongd, men um ein kom
á gátt hjá Jakku, sum eg onkuntíð
gjørdi, skuldi tú trúð, at maðurin
hevði lisið á onkrum lærdum há
skúla; danskar, norskar og enskar
teologiskar bøkur í hópatali.
Jakku í Søldarfirði var víða lisin
og vitandi maður, sum kundi oysa
av síni vitan bæði í skrift og talu, og
ikki minst í samkomuni í Søldarfirði
og á stóru samfelgasmøtunum
hjá brøðrasamkomuni í Føroyum.
Kanska kundi man sagt um hann,
at hann var ein sjálvlærdur gud
frøðingur. Hóast Jákup Olsen var
50 ár eldri enn eg, so kendi eg hann
væl og hevði sum blaðungur maður
samskifti við hann frá tíð til aðra – eg
kendi hann sum ein hollan eldri vin!
Olaf og pápin
Maðurin, sum eg havi lýst her, er
pápi Olaf Olsen. Høvdu vit ein góðan
mann í Jakku í Søldarfirði, fingu vit
tað tvífaldað í syni hansara, Olafi, sum
hevur arvað nógv av einastandandi
eginleikunum hjá pápanum, sum vit
kunnu vera takksom fyri.
Olaf og samkoman
Eg havi kent Olaf frá tí eg var
ungur, men eri komin at kenna tey
bæði, Hannu og Olaf, sum okkara
vinfólk, síðani vit fluttu inn á
Glyvrar at búgva í 1983. Tað er serliga
í samkomuhøpi, at vit og Olaf hava
okkara samskiftið. Samkoman í
Berøa eigur ein dyggan stuðul í Olafi,
har hann altið er til staðar saman við
konuni Hannu. Tá Olaf ikki er á møti,
so kann ein vera vísur í, at hann er
í vinnuligum ørindum onkustaðni –
og hann er framvegis ein virksamur
»vinnulívsmaður«, um ikki aktivur
sum í yngri árum.
Tað er ikki so sjáldan, at Olaf
tekur orðið í Berøa, og tá hann ger
tað, so er tað altið væl undirbygt og
gjøgnumhugsað, og tá hann setur
seg aftur, hevur man fingið eitthvørt,
sum vigar nógv í virði; og ofta kastar
hann nýtt ljós yvir tekstin, sum hann
velur at tala út av.
Í eini samkomu kann vera nógv
at taka støðu til, og har kunna vera
ósemjur av ymiskum slagi, og kanska
onkuntið stendur í botni í onkrum
máli. Í slíkum umstøðum hevur Olaf
mangan roynst góður, tá hann leggur
fram síni ráð, sum hann heintar úr
lívsvísdómi sínum og tí friðarsøkjandi
diplomatiska platformi, sum hann so
meistarliga fótar sær á. Tað passar
væl upp á Olaf, tað, sum Harrin
sigur í fjallaprædikuni: »Sæl eru tey,
sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast
børn Guds«. Hesi evnini at sameina
og fáa frið í lag, er tó ikki bert nakað,
sum eyðkennir hann í tí andaliga
høpinum, men eisini í tí politiska
og vinnuliga so mangan baldruta
lívinum.
Olaf og vinnulívið
Olaf fór tíðliga til skips, og tá hann
valdi sær útbúgving, so hevði hon
við sjógvin at gera. Olaf fekk skips
føraraprógv í 1965. Men Olaf ynskti
kortini ikki at gerast sjómaður
burturav, men valdi sær eina lívsleið,
sum vinnulívsmaður á landi – hetta
var bæði gott og heppið fyri fólk og
land!
Hugurin hjá Olafi lá kortini til
sjógvin, og hann hevði eina stóra
vitan um tað, sum hevði við sjógvin,
skip og fiskarí at gera. Hann gjørdist
tí ein vinnulívsundangongumaður í
føroyskari sjóvinnusøgu, bæði sum
stjóri á Vónini í Fuglafirði og sum
stjóri á P/F Beta í Saltangará, sum
kom at verða hansara lívsstarv, har
hann hevur megnað, at reisa nakrar
bjartar vinnuvitar.
Olaf og Cubatrolararnir
Tað var Olaf, sum sá møguleikarnar í
teimum átta tiltiknu Cubabátunum,
sum vóru burturlagdir og rustaðu
við Ringarnar inni við Hulk. Tá var
tað, í 1977, at Skipafelagið Føroyar tók
stig til at stovna reiðaríðið Beta, sum
skuldi eiga og dríva fiskarí við hesum
átta skipum, sum mannamillum
vórðu kallaði »Cubatrolararnir«.
Olaf Olsen varð settur sum stjóri, og
undirritaði hevur tað fatan, at um
ikki júst Olaf hevði sagt ja til hetta,
so hevði Beta als ikki sæð dagsins
ljós – og so høvdu Føroyar verið mikið
fátækari!
Olaf var stjóri á Beta í meira enn 20
ár, og við Beta og teimum átta fyrr so
rustaðu Cubatrolarunum er ein varði
settur innan føroyska fiskivinnu,
við tað, at tað eydnaðist Olafi, sam
an við góðari skipsmanning, at
leiða føroysku fiskivinnuna inn á
nýggjar veiðimøguleikar, sum í dag
umboðar ein munandi stóran part
av veiðinøgdini hjá føroyskum fiski
skipum.
Olaf og hagtøl
Olaf sá tíðliga søguliga virði í alskins
skjølum, sum grundarlag undir
hagtølum, sum seinni kundu koma
at vera ein ótømandi vitanarkelda hjá
fiskivinnuni í framtíðini. Tíðarskeiði,
ið Olaf sæt sum stjóri á Beta, fór einki
skjal niður í pappírskurvina, men
varð arkiverað sum eitt annað gull
stykkið, við tí úrslitið, at P/F Beta, við
Olaf Olsen á odda, kom at standa fyri
einum keldubanka, sum ikki eigur sín
maka í heiminum, grundað á 30 ára
trolaraveiðu hjá skipunum hjá Beta.
Eisini her hevur Olaf sett ein varða,
sum ikki einans føroyingar fara at
rætta seg eftir, men eisini útlendskir
granskarar av ymiskum slag. Í al
tjóðahøpi er hesin keldubankin
kendur undir heitinum: Multiple
Data Source – Beta´s Trawler Opera
tions; (fjølbroytt datakelda – trolara
virksemi hjá Beta)
Gáva Guds
Sum vinnulívsmaður hevur Olaf
givið føroyska samfelagnum nógv,
og við sínum nýhugsanum og
íverksetaradirvi, hevur Olaf verið
beinleiðis við til at geva arbeiði til
nógv fólk og harvið tað dagliga breyði,
sum skal til í einum húsarhaldi.
Undirritaði er av teirri fatan, at
skapandi vinnulívsfólk eru Guds
gáva og Guds svar til fólkið, upp á
bønina: »Gev okkum í dag okkara
dagliga breyð!« Tí hvussu skuldu vit
forvunnið okkara dagliga breyð, um
ikki arbeiðsplássini vóru tøk!? Og
hvussu skuldu vit átt arbeiðspláss,
um tað ikki var vegna áræði hjá
vinnulívsfólkum?! – Olaf Olsen var
ein av hesum fólkum, sum Gud sign
aði Føroyar ígjøgnum!
Takk fyri Olaf, og Gud signi teg
og øll tíni, og alt tað, sum liggur í
kjalarvørrinum av tínum arbeiðslívi,
og til lukku við teimum 80!
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo
Olaf Olsen 80 – enn virksamur
NØVN
Vinnulívsmaðurin Olaf Olsen
Trolararnir hjá Beta inni í Runavíkini