Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2015 SOSIALURIN 46 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 VELJARAKANNING EIRIKUR LINDENSKOV T að stendur illa til hjá teimum trimum sam- gongu flokkun um, Sam- bands flokki num, Fólka- flokki num og Miðflokkinum. Sein as ta veljarakannignin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, gevur sam- gongu ni ringasta úrslitið higartil í teim um 13 veljarakanningunum, sum eru gjørdar síðani valið í 2011. Hevði val verið í dag, høvdu sjey ting fólk hjá Sambandsflokkinum og Fólka flokkinum farið til hús, eins og sjey landsstýrisfólk. Samgongan hevði lagt frá sær, og andstøðan hevði utt an iva tikið valdið í Tinganesi. Úrslitið sambært kanningini er 20- 13 til andstøðuna – beint tað øvugta av tí, sum støðan er á tingi er í dag. Størstu afturgongdina sambært kann ingini hevði Fólkaflokkurin fing- ið. Afturgongdin er 6,3 prosentstig í mun til valið, og tað merkir, at flokk- urin missir tríggjar tingsessir. Hjá Fólka flokki num er talan um ringasta úrs lit í eini veljarakanning síðani mars í 2012, tá flokkurin stóð til 15,7 pro sent stig. Síðani valið hevur Fólkaflokkurin ikki staðið seg væl, tí hann hevur lig- ið langt undir teimum 22,5 pro sent- un um av atkvøðunum, sum flokk- urin fekk á valinum. Longu í fyrs tu kanningini, sum varð gjørd í desem- ber í 2011 gekk flokkurin 2,7 pro sent- stig aftur til 19,2 prosent. Fólkaflokkurin eigur uppskotið um flatskat. Uppskotið legði Bjarni Djur holm fyri tingið beint eftir ólav- søku í 2011 – fyri løgtingsvalið. Tá var tað felt. Men at kalla sama uppskot varð longu samtykt í desember beint eftir at nýggja samgongan varð skipað. Flatskatturin er vorðin ímyndin av øktum stættamuni, og tað kann ávirka undirtøkuna hjá Fólka- flokki num skeiva vegin hjá ávísum pørt um av veljarunum. Fiskivinnunýskipanin hevur eisini verið á breddanum alt val- skei ð ið. Fólkaflokkurin staðið sum eksponentur fyri, at verandi skipan heldur fram, meðan allir aðrir flokkar vilja hava broytingar. Fólkaflokkurin verð ur lagdur undir at vilja forða fyri, at broyt ingar verða gjørdar. Um úrslitið hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum líkist úrslitinum í veljara kanningini, so kann Fólka- flokk urin fáa ringastu undirtøku nakar an tíð – burtusæð frá valinum í 1994, tá Fólkaflokkurin fekk 16 pro- sent. Sambandsflokkurin hevur eisini stóra afturgongd í kanningnini. Men hesaferð er afturgongdin hjá Sam- bandsflokkinum minni, enn aftur- gongdin hjá Fólkaflokkinum. Sa m- bands flokkurin gongur 5 prosentstig aft ur. Tað gevur Sambandsflokkinum 6 tingsessir, tveir færri enn á valinum sein ast. Afturgongdin hjá Sambands- flokki num hevur verið at sæð í 12 av teim um 13 kanningunum, sum eru gjørd ar síðani valið. Tað var bara tann fyrs ta kanningin, sum gav flokkinum eina lítla framgongd. Sambandsflokkurin – og serliga Kaj Leo Holm Johannesen, er lagd- ur undir at víkja ov nógv fyri Fólka- flokki num. Ført verður javnan fram, at tað er Jørgen Niclasen, sum stýrir í lands stýrinum, og at tað í veru leika- num er hann, sum sigur, hvar skápið skal standa. Innanhýsis er eisini ósemja um stevnuna hjá Sambandsflokkinum. Ser liga er tað Edmund Joensen, fyrr- ver andi formaður og floksformaður, sum rættiliga harðliga hevur kriti- ser að hesa leiðina hjá Kaj Leo Holm Johanne sen, sum sambært honum ikki er í tráð við sambandshugsjónina. – Fólkaflokkurin hevur í roynd og veru drigið Sambandsflokkin langt út í høgra borð. Tað kann ein og hvør síggja á førda politikkinum síðani valið í 2011, segði Edmund Joen sen í eini tíðargrein í Sosialinum í 2013, sum hann kallaði »Politiski fepur stokk- urin«, har hann vísti á, at tað sást serliga við, at flatskatturin ikki kem- ur teimum lágløntu til góðar, og tí, at skat ting av pensjónum við inngjaldi fer at raka framtíðar pensjónistar har fíggjarliga. – Sambandsflokkurin hevur av órannsakiligum grundum stór an skund við at selja út av arva silvur- inum: góðum sosial-liberal um sambandsvirðum, har ið sam starv ið í Ríkisfelagsskapinum er ein grund- súla. Hetta er tann veru liga van- lukkan fyri einasta sam bands flokkin í landi num, sum mong eru góð við men munnu kenna seg vónsviknan av, sigur Edmund Joensen, sum held- ur, at tíðin er komin hjá Sam bands- flokkinum at rætta kósina. – Skal Sambandsflokkurin koma afturí aftur sum ein trúverdugur sosial-liberalur sambandsflokkur, so skulu aðrir bollar í suppuna, segði hann. Eisini Lisbeth L. Petersen, fyrr- verandi forkvinna í Sam bands- flokkinum er sera misnøgd við leiðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen. Hon var so misnøgd, at hon meldaði seg úr flokki num, sum hon hevði stuðlað og verið limur í alt lívið. Sambandsflokkurin hevur bara tvær ferðir havt verri úrslit, enn hann fær sambært hesi veljarakanningini. Tað var í 1998, tá hann fekk 18,1 prosent og í 1974, tá hann fekk 19,1 prosent. Gongur illa hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, so gong- ur tað munandi frægari hjá Javn- aðar flokkinum. Framgongdin hjá Javn að ar flokkinum hesaferð er 8,0 prosentstig. Flokkurin fær 25,8 pro- sent í mun til 17,8 á valinum í oktober 2011. Soleiði sær út til, at Javn að ar flokk- urin aftur kann vinna støðuna sum landsins størsti flokkur. Ein støða, flokkurin hevur havt í nógv ár – ser- liga síðani 1958 og at kalla fram til 1994, tá flokkum sum oftast var størsti flokkur. Á valinum í 1994 gekk sera illa – valið var ein katastrofa, tí flokk- urin fór úr 10 tingfólkum niður í 5. Á valinum í 1998 gekk tó heldur frægari, flokk urin fekk 7 tingfólk. Men síðani hev ur at kalla bara gingið afturá – ringast var úrslitið á seinasta vali, tá flokk urin bara fekk 17,8 prosent. Síðani valið hava allar veljara- kann ingarnar givið flokkinum fram- gongd. Tær lakastu vóru tær báðar SAMGONGAN Afturgongdin hjá samgonguni í nýggjastu veljarakanningini er størri enn nakrantíð. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fáa til samans 13 tingfólk. 7 samgongufólk mugu finna sær annað arbeiði Løgtingsvalið okt 2011 10/29/2011 57.6 42.4 19 14 Gallup desember 2011 11/30/2011 52.6 47.4 17 16 Gallup februar 2012 02/21/2012 51.6 48.4 17 16 Gallup juli 2012 07/03/2012 48.0 52.0 15 18 Gallup november 2012 11/09/2012 51.6 48.4 17 16 Gallup februar 2013 02/25/2013 50.5 49.5 16 17 Gallup september 2013 09/16/2013 44.6 55.4 15 18 Gallup mai 2014 05/02/2014 41.2 58.7 14 19 Lóður mai 2014 05/11/2014 42.5 57.5 14 19 Fynd november 2014 11/06/2014 47.3 52.6 16 17 Gallup desember 2014 12/05/2014 41.7 58.3 14 19 Gallup Sambandsfl . feb./15 42.8 56.2 15 18 Fynd mars 2015 03/05/2015 42.8 57.2 14 19 Fynd apríl 2015 04/22/2015 40.7 59.3 13 20 Munur valið/í dag -15.9 15.9 Kanning Kunngjørd SAMGONGA ANDSTØÐA SESSIR SAMG. SESSIR ANDS. Hesir tríggir missa tilsamans 12,7% av atkvðunum sambært kanningini