hósdagur 23. apríl 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
29
Kundi tú hugsa tær eitt spennandi lærupláss í eini fy-
ritøku í menning ? Dámar tær væl kundarøkt og sølu?
So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir
einum lærlingi til skrivstovu okkara Yviri við Strond 1
í Tórshavn, ið brennir fyri sølu og kundarøkt.
Um starvið:
Starvið er fjølbroytt, spennandi og til tíðir krevjandi.
Tú lærir nógv og verður partur av einum royndum
sølutoymi. Uppgávan hjá tær er at selja og vegleiða
føroyskum kundum í øllum Smyril Line produktum.
Førleika krøv:
Tú hevur miðnámsprógv. Vit vænta eisini at tú ert
fleksibul, brennir fyri sølu, hevur stóran áhugað í
ferðavinnu, dámar at ferðast, tosa í telefon, møta fól-
ki og at selja. Tað er eisini neyðugt, at tú dugir væl
at orða teg í skrift og talu á føroyskum. Eisini vænta
vit, at tú dugir væl danskt og enskt.
Setanarviðurskifti:
Lærutíðin er 2 ella 3 ár og starvið verður lønt
sambært sáttmála.
Umsóknir & spurningar
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú altíð meira enn
vælkomin at ringja til Martin Dam Joensen, ið er
dagligur leiðari á føroysku søludeildini á tlf. 235920.
Umsóknin skal sendast til mdj@smyrilline.fo.
Seinasta freist at søkja starvið, er 8. maj.
Um Smyril Line
Í dag er Pf. Smyril Line eitt
reiðara virki, ið hevur gott
orð á sær. Smyril Line rekur
farðleiðina ímillum Danmark,
Føroyar og Ísland við bæði
ferðafólki og farmi. Felagið
hevur bygt upp eitt gott um-
dømi á bæði tá ið tað snýr seg
um ferðafólka flutning og farm.
Danish Travel Award útnevndi
í 2012 Smyril Line at vera mil-
lum trý tey fremstu ferðafólka-
reiðaravirkini. Í 2014, varð
Norröna eisini kosin at vera
ársins skip. Í alt starvast um-
leið 250 fólk hjá Smyril Line.
SKRIVSTOVULÆRLINGUR
TIL SØLUDEILDINA HJÁ
SMYRIL LINE
Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · office@smyrilline.fo · www.smyrilline.fo
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í eini
fyritøku í menning ? Dámar tær væl nýggjar
útfordringar? So hava vit møguliga rætta
starvið til tín. Vit leita eftir einum BUSINESS
CONTROLLER til Smyril Line Cargo, ið er í
støðugari menning.
Førleika krøv:
Tú er álítandi, ágrýtin, fyrikomandi, tekur
ábyrgd av tínum arbeiði, arbeiður sjálvstøðugt
og hevur rímiligan IT/teldu kunnleika. Vit vænta
samstundis, at tú ert fleksibul og brennir fyri
arbeiðinum. Minsta krav til útbúgvingarstøðið
er HD, HA ella líknandi.
Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt starv, ið eisini er spennandi og
til tíðir krevjandi. Tú fært nógvar spennandi
arbeiðsuppgávur.
Eitt nú verður uppgávan hjá tær at:
• Gera fíggjar frágreiðingar til leiðsluna
• At hava eftirlit av inngangandi fakturum
• At stýra gjaldførinum, herundir røkt av
debitorum
• At gera rakstrarætlanir, fylgja teimum upp,
framleiða og menna fíggjar mannagongdir
• Verða sparringspartnari hjá leiðslu og
starvsfeløgum umframt at verða bindilið
millum Cargo, bókhald og KT.
Umframt omanfyri standandi fært tú sjálvandi
aðrar uppgávur, eitt nú skalt tú tryggja
mannagongdir og vera bindilið millum cargo-
deildirnar í Føroyum, Íslandi og Danmark.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin er
sambært avtalu.
Umsókn
Send tína umsókn og avrit av møguligum
prógvum í seinasta lagi tann 4. mai, umvegis
t-post til: Nina Djurhuus, roknskaparleiðara,
ninad@smyrilline.fo, telefon: 345931
Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · cargo@cargo.fo · www.cargo.fo
BUSINESS CONTROLLER
TIL SMYRIL LINE CARGO
Um Smyril Line
Í dag er Pf. Smyril Line eitt reiðaravirki, ið hevur gott orð á sær. Smyril Line rekur farleiðuna ímillum Danmark, Føroyar og Ísland við bæði ferðafólki og farmi. Felagið hevur bygt upp
eitt gott umdømi bæði tá ið tað snýr seg um ferðafólka flutning og farm. Í 2014 var Norröna eisini kosin at vera ársins skip. Í alt starvast umleið 250 fólk hjá Smyril Line samtakinum.