hósdagur 23. apríl 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Dorit Hansen Grafiskt snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Finnur Justinussen
Hvat meina tey við? Hvat er tað, tey vilja? Hesi grenjutu listafólkini, sum
eftirlýsa betri rúmum at venja, skapa og framføra í.
Hvør troyttaðist ikki av, at hoyra tónleikarar blíva við at tosa um spælistað í
Havn? Eg meini so við, vit høvdu jú Norðurlandahúsið og barrirnar. Og sjónleik
ararnir, sum í næstan hálva øld hava júkað um eitt tjóðleikhús. Heilt erligt, vit
eru bara 50.000 fólk. Tað má vera mark fyri, hvat vit brúka pengar til. Og so eru
tað hasi myndlistafólkini, sum halda seg hava rætt at sleppa at brúka Kommunu
skúlan. Kunnu tey ikki bara sjálv leiga sær hølir og fara til arbeiðis?
Seinasta vikuskiftið hevði Eivør fleiri útseldar útgávukonsertir í Reinsarínum,
í síðstu viku spældi Marius á sama palli afturvið bókaframløgu og sjónleiki, og
hvørt mikukvøld er opin-mikrofon-tiltak sama stað. Í seinasta mánað var eg á
konsert hjá Teiti í fjálga og væl klingandi spælistaðnum, og meðan Teitur sjar
meraði okkum við sínum virtuositeti, kundi eg ikki lata vera við at hugsa: So
hetta var tað, tey meintu við. Hetta var visjónin, sum listafólkini sóu, men vit
vanligu deyðiligu bara hoyrdu sum grenj.
Á síðu 4 til 6 í hesi Mentan er samrøða við samskiparan á Reinsarínum, Boga
Andreasen, um synergieffektina, sum kann skapast í slíkum hølum, bæði við at
lata ymiskar listagreinar hittast og við at lata útlendska dygd møta føroyskum
dugnaskapi. Og á síðu 20 til 22 er samrøða við Jenny C. Petersen, leikhússtjóra á
Tjóðpallinum, og Eyðun Johannessen, leikstjóra, um menning og møguleikar, um
Tjóðpallin og Tjóðleikhúsið.
Tað eru skjótt fjøruti ár síðani, at Eyðun Johannessen setti leikbólkin Grímu á
stovn. Tá høvdu fólk hug at smírast at snobbuta tankanum um eitt professionelt
leikumhvørvi í Føroyum, men hygg at okkum í dag. Seinastu vikurnar hava vit
undrandi notið truplan, tættan leik hjá Strindberg, so væl spældan, sum stóðu
tey, Hjálmar, Kristina og Hans, á bestu pallum í Berlin, London ella New York.
Einaferð var hetta bara ein ør visjón hjá svøkum listafólkum. Í dag er tað veru
leiki á lítla Meiarínum í Havn. Ímynda tær so, hvat vit fáa, tá ið Tjóðleikhúsið
letur hurðarnar upp, og altjóða uppsetingar vitja og skapa sambond longur út í
heim.
Í Mentan hesuferð hava vit eisini samrøðu við hollendsku listakvinnuna
Floortje Zonneveld, sum í tveir mánaðir hevur búð og arbeitt í Gamla skúlanum í
Tjørnuvík. Hetta hevur hon kunnað, tí Sunda Kommuna hevur gjørt sáttmála við
Listasamband Føroya, um at brúka niðurlagda skúlan í Tjørnuvík sum listaíbúð.
Úrslitið kann síggjast á Várframsýningini í Listaskálanum, har listaverkið sam
bært ummælaranum í Dimmalætting er “besta verkið á framsýningini, ella tað
verkið, ið kom mest óvart á meg.”
Ein kommuna setur rúm av til list, og nýggjar hurðar latast upp, bæði út í heim
og út í nýggjar sannkenningar, nýggjar mátar at síggja lívið, veruleikan og okkum
sjálv. Tí tað er tað, sum listin kann. Hon víðkar veruleikan, rúmkar samfelagið og
ger tað liviligari at vera her. Geva vit listini rúm, verður ikki minni rúm eftir til
restina, men meira. Tað er tað snilda. Tað løgna og ótrúliga.
Floortje Zonneveld lýsir í samrøðuni, hvussu hon sum fremmand hevur
upplivað føroyska veruleikan, lítla samfelagið, tøttu sambondini, og hvussu vit
mitt í hesum skapa okkum rúm, rúmka rúmið. Listaverkið við svimjikonunum
í Vestmanna speglar hetta. Gardinurnar, sum blaktra handan lítlu
sprossavindeyguni, og sprelsku kvinnurnar, sum leypa í havið. Lítli veruleikin,
sum hevur eina djúpd, sum vit ikki geva okkum far um, um vit ongantíð gera sum
djørvu visjonerarnir og leypa útí.
ritstjóri
Dorit Hansen
At rúma og rúmka
Vónbjørt Vang ummælir
Men lívið livir eftir Knud Hamsun
“August er ímyndin av tí, sum Hamsun sjálvur hevði
stóra andstygd fyri. Í samfelagskjaki gav Hamsun
týðiliga útrykk fyri sínum afturhaldssinni og fanst
hvassliga at øllum tí modernaða. Hann kundi ikki
torga intellektualismu, urbanisering, industrialisering,
kapitalismu, demokrati og pasifismu. August-skald
søgurøðin ber eisini brá av hesum hugburði og er
í sínum grundvølli ein materialismukritisk, fram
burðsfíggindalig skaldsøgurøð. Hon vil tað einfalda
og støðufasta og vanvirðir alt tað modernaða, sum er
flakkandi og reikandi, men lýsir hetta tó við stórum
ambivalensi.”
Marna Jacobsen ummælir
Føroyskar barnabókmentir
eftir Turið Sigurðardóttir
”Tað er ymiskt, hvussu djúpt farið verður inn í
greiningarnar; sumt tykist mær stórt sæð at vera
endurgevan av innihaldi, og tað kundi eg verið
fyriuttan, tí eg kenni flestu bøkur frammanundan, men
tað gera ikki øll, so tey fáa sjálvandi nakað burturúr,
men hinvegin gongur tað út yvir sjálva greiningina.
Tó eru reinar perlur ímillum. Greiningin av tekstum
hjá Martini Joensen og hjá Sigurði Joensen eru áhuga
verdar, somuleiðis viðgerðin av Barnarímunum hjá
Hans A. Djurhuus og seinni av skaldskapinum hjá Sonju
Schneider.”
Vár Berghamar Jacobsen ummælir
LeikREAD – dramafestivalin,
sum eisini kom út í bók
”Tað at tíðin at fyrireika hesi leikrit er sera avmarkað
gevur ein spontanitet og ein fúsleika, sum ikki skal
undirmetast. Ofta spyrst eisini nógv skemt burtur úr
júst hesum. Í framførsluni av finska leikinum vóru
fleiri mistøk eisini gjørd, og loftaðu leikararnir hesum
hegnisliga, og áskoðararnir flentu bara enn meira.
Við LeikREAD fær føryski áskoðarin innlit í tey tema og
tey evnir, sum eru uppi í norðurlondum í dagsins sam
feløgum. – Rúm verður givið okkum sjálvum og okkara
norðurlendsku grannum til at hugsavna okkum um
okkara part av heiminum.”
Øll ummælini eru á síðu 14 og 15
brellbitar
oddagrein