Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Árni Gregersen Samgongan setti sær fyri at sleppa av ið hallið á fíggj­ar­ lógini í hesum valskeiðnum. Fyrsta útmeldingin var, at tað skuldi henda í 2015, men eftir at hava hugt meira neyvt at tølunum var hetta broytt til 2016. Sambært fíggjar­kørm­ unum fyri komandi ár, so er hallið eisini burtur komandi ár, men andstøðan hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hetta er ov seint. Fortreytirnar fyri at fáa javnvág á fíggjarlógini hava ongantíð verið so góðar sum nú, førir andstøðan fram. Hon vísir á tann stóra bú­ skapar­vøkstur, sum ananrs er í landinum og heldur, at ikki nógv væl er húsast, tá ið hallið ikki longu er burtur. Samgongan vísir hin­veg­in á, at hon hevur arbeitt skila­ gott gjøgnum kreppuna og ikki framt ógvusligar niður­ skerjingar, sum annars høvdu gingið út yvir væl­ ferð­ina. Fólkaflokkurin vísir eis­ini á við følum frá fíggjar­mála­ ráðnum, at væl er stýrt og at umleggingin av skatta­ skipanini í veruleik­anum hev­ur lyft almenna búskapin munandi. Flokkurin vísir á, at talið av løntakarum við hægri inn­ tøkum veksur, meðan talið av løntakarum við heilt smá­ um inntøkum minkar. Tølini Orðaskifti um búskaparligur støðuna fekk tingfólk at ress­ast, tá ið eitt uppskot frá Jørgen Niclassen, lands­ stýris­manni, í farnu viku aftur fekk viðgerð í ting­in­ um. Uppskotið heimilar lands­ stýrinum at taka lán upp til 155 milljónir krónur, men tað var ikki júst heimildin, sum fekk tingfólk at taka orðið. Frá landsstýrismanninum vildi andstøðan – og serliga Páll á Reynatúgvu – hava at vita, hvussu nógv almenna skuldin er økt í hesum sam­ gonguskeiðnum. Landsstýrismaðurin segði í fyrstu atløgu, at hann hevði ikki neyvu tølini hjá sær, men hann kundi uppýsa, at samlaða langfreistaða netto­ skuldin er á leið 4,9 milliardir krónur og tað er tað sama sum í 2011. – Sjálvandi skal skuldin burtur. Tí er tað, at vit hava sett okkum sum mál, at hallið skal burtur næsta ár, so vit megna at gjalda skuld­ina aftur, segði Jørgen Niclas­sen. Orðaskifti millum lands­ stýris­mannin og Páll á Reyna­túgvu, Tjóð­veldi, gjørd­ist hart. Tjóð­veldis­ting­ mað­urin legði landsstýris­ mann­in ikki at vilja upplýsa tøl­ini fyri tinginum. Hetta fekk øði í lands­ stýris­mannin, sum aftur­ ímóti legði tingmannin undir at kartaktermyrða seg. – Eg segði, at eg hevði ikki neyvu tølini við hondina, men tað vil tingmaðurin ikki góðtaka. Síðan eg fór at røðarapallinum hava funnið tey í einum skjali, sum ting­ fólk hava, so hetta hevur onki við ikki at vilja upplýsa tøl, segði hann. Bæði Kristina Háfoss og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, tóku undir viðPáll á Reyna­ túgvu og hartaðu eisini landsstýrismannin fyri ikki bara at koma við tølunum bein­anvegin. Blokkurin Orðaskifti um skuldina fekk eisini onnur tingfólk at taka orðið. Serliga Sambands­flokk­ urin nýtti høvið at leypa á Tjóð­veldi, nú andstøðu­ flokk­urin var so ágangandi á sam­gonguna fyri ikki at hava fingið meira burturúr tí há­konjunkturi, Føroyar hava verið partur av seianstu árini. – Tað er ótrúligt, at júst Tjóðveldi skal tosa um ikki at fáa so nógvar inntøkur til tað almenna sum møguligt. Júst Tjóðveldi hevur kostað føroyska samfelagnum seks milljardir krónur. Tað gjørdu teir við einum pennastroki, segði Gerhard Lognberg, Sam­bandsflokkurin. Hann sipaði sjálvandi til, tá ið avtala var gjørd við danir um at lækka blokk­ stuðulin. Hendan lækking hevur sam­bært tingfólkum Sambandsfloksins higartil kostað Føroyum seks milljard­ir krónur í inntøkum. Hendan politiska ósemjan millum Sambandsflokkin og flokkarnar á sjálvstýris­ veinginum er ikki nýggj og mótgrundgeving móti teim­ um mistu seks milljard­unum er, at Føroyar hava vunnið annan pening við ikki at fáa peningin úr ríkiskassanum. Støðan nú Føroyar hava í fleiri ár havt hall á fíggjarlógini og tað hevur sjálvandi við sær, at almenna skuldin er vaksin. Tøl sum tvær milljardir í hesum samgonguskeiðnum er á góðari leið. Samgongan og bæði løg­maður og landsstýris­ mað­urin við fíggjarmálum, Jørgen Niclassen, siga, at hetta er ein politiskt avgerð, sum var tikin fyri ikki at taka grundar­lagið undan føroysku væl­ferðini, men nú fer hetta at steðga. Nú skal hallið burtur komandi ár. Andstøðan – og kanska fyrst og fremst Kristina Há­ foss, Tjóðveldi, hevur fleiri ferð ført fram í tinginum, at fortreytirnar at sleppa av við hallið ongantíð hava verið so góðar sum seinastu árini. Samgongan átti at havt gjørt meira við hetta fyrr. Serliga verður víst til tær eykainntøkurnar, sum samfelagið hevur fingið av makrelinum og tí ovurhøga laksaprísinum, sum føroyska alingin hevur fingið fyri sínar vørur. Valstríðið er í gongd. Tað merkist væl. Orðaskiftið í tinginum ber eisini boð um, at nú vilja tingfólk gera vart við seg. Ongin teirra ynskir at verða gloymdur, tá ið løgmaður útskrivar val at verða í heyst. Inntøkurnar vaksa – men vaksa tær nóg mikið Valstríðið hevur fingið kjakið um føroyska búskapin á skránna – og um hallið á fíggjarlógini er burtur næsta ár Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, legði hart eftir landsstýrismanninum við fíggjarmálum   Jørgen Niclassen, landsstýrismaður við fíggjarmálumm, legði Páll á Reynatúgvu undir at royna at karaktermyrða seg Gerhard Lognberg, Sambandsflokkurin, segði at tað var nógv fyri at hoyra Tjóðveldi tosa um búskap. Teir hava hava gjørt, at Føroyar hava mist seks milljardir krónur í blokkstuðli