Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, søkir Økistænastan í Sandoyar Sýslu, eftir einum køksrøktar-/ røktarstarvsfólki, at starvast umleið 15 til 20 tímar um vikuna gerandisdagar frá 15. juni 2015 til 31. desember 2015 Starvast verður á eldrasambýlinum Gerðis garður í Skálavík og hjá heima- búgvandi borgarum. Vit søkja eftir fólki við viðkomandi útbúgving ella royndum og sum hevur hug og hegni: • At matgera • At veita røkt til eldri borgarar • Hevur tolsemi og góð samsskiftis- og samstarvs evnir • Hevur áhuga fyri eldraøkinum og heimatænastu • Hevur koyrikort til persónbil Vit kunnu bjóðað: • Fjølbroytt og sjálvstøðug starv har arbeitt verður tvørfakliga • Starv við skiftandi avbjóðingum • Starv í einum øki har støðugt verður stremba eftir, at borgarin er í góðum hondum. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til bólkaleiðaran á Gerðisgarði Sólrun Ørvarodd tlf. 220584 Umsókn við avriti av møguligum prógvi og viðmælum skal sendast til: ot@ot.fo ella til Økistænastan í Sandoyar Sýslu Miðgøta 8 210 Sandur Umsóknarfreist: 13/5-2015 KøKSrøKtAr- StArvSFólK 2015 SAndoyAr SýSlA KT-leiðari til Vinnustovnin Arbeiðið hjá Vinnustovninum fevnir um fjarskiftis-, post-, tryggingar- og kappingareftirlit, grannskoðanar- eftir lit og vinnufelagsskráseting , umframt útlendinga- mál. Vit bjóða Vit kunnu bjóða eitt fjøltáttað og sjálvstøðugt leiðarastarv við avbjóðandi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi. Høvuðsuppgávurnar eru menning og tillaging av telduskipanum á skrásetingar- og frekvensøkinum. Teldugrunnar hjá stovninum eru MS-SQL server grundaðir. Sum KT-leiðari kemur tú at standa fyri arbeiðinum við talgilding og effektivisering av arbeiðsgongdum, skipan og kravfesting av teldugrunnum, umframt kravfesting og menning av heimasíðuskipanum. Harumframt kemur tú at hava ábyrgd av frekvensøkinum, eins og tú saman við løgfrøðingi kemur at tilevna reglur og mannagongdir. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • viðkomandi útbúgving sum teldufrøðingur, t.d. datamatikari ella líknandi • royndir sum KT-leiðari • góð analytisk evni og góð samstarvsevni • góð evni at samskifta í skrift og talu • skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum • Royndir innan skrásetingar- og frekvensøkið er ein fyrimunur. Setanartreytir og umsókn Starvið er flokkað sum EDV-leiðari II eftir sátt- málanum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjar mála- ráðið. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Upplýsingar og umsókn Tú kanst fáa meira at vita um stovnin á www.fjarskiftiseftirlitid.fo Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 356020 ella 216020 Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Vinnustovnurin Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til: fjarskiftiseftirlitid@ fjarskiftiseftirlitid.fo og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. mai 2015, kl. 12:00. Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við spennandi KT-uppgávum innan vinnufelagsskráseting og –eftirlit? Økisdeildin í Tórshavn Økisdeildin í Norðoyggjum Smyrilsvegur 20 Klaksvíksvegur 78A 100 Tórshavn 700 Klaksvík tlf. 35 35 10 – fax 35 35 11 tlf. 45 72 40 – fax 45 72 41 Økisdeildin í Eysturoy Økisdeildin í Suðuroy Heiðavegur Sjógøta 3 620 Runavík 800 Tvøroyri tlf. 47 47 10 – fax 47 47 11 tlf. 35 35 60 – fax 35 35 61 Navnakapping Trivnaðardepilin í Almannaverkinum bjóðar til navnakapping í samband við nýggja Depilin til børn og ung við fjølbreki og menningartarni á Gerðisvegi 5 í Runavík, sum læt upp hálvan decembur 2014. Ynski verður sett fram um at fáa eitt breitt úrval at velja ímillum. Samlaði depilin er í tveimum hæddum. Ovara hæddin er deild upp í dagtilboð, sum er í norðara partinum og um­ lættingar tilboð, sum er í sunnara endanum. Dagtilboðið, sum er býtt upp í dag­, frítíðar­ og virkistilboð, er normerað til 12 borgarar. Í dagtilboðnum eru børn og ung úr Eystur­ oynni. Umlættingin kann húsa 8 borgarum í senn. Depilin bjóðar umlætting gerandiskvøld, vikuskiftir, summarumlætting og um høgtíðir. Til umlætting koma børn og ung úr øllum Føroyum. Í niðaru hæddini eru ymisk høli, sum allir borgarar kunnu gera brúk av. Har er fysio­ og ergoterapi, sansarúm, ítrivsrúm og annað. Uppskot ynskist til navn á samlaða bygninginum. Frágreiðing um uppskotið er vælkomin, men ongin treyt. Ein dómsnevnd er mannað at viðgera innkomnu uppskotini og leggja tey framm fyri Almannaverkið­Trivnaðardepilin og Eind 2 at taka støðu til. Kr. 3.000 verða latnar sum vinningur til valda uppskotið. Freistin at lata inn er mánadagin 08 juni kl. 12.00 Uppskotini skulu sendast til oddah@av.fo viðmerk ”Navnakapping” www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.