Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Jákup Mørk Hondbóltsárið fekk eitt ordans punktum, tá galla­ veitsla varð hildin í Vági leygar­kvøldið. Eini gallaveitslu so líkt, so var hetta løtan, at hond­bólts­ spælarark kundu hugna sær saman, uttan at hugsa um, hvør avbjóðing nú liggur fyri framman. Hæddarpunktini und­ir borð­haldinum vóru sjálv­ andi, tá ársins hetta og hatta vórðu kosin, og sum vera man var stórur spenningur um, hvør fekk heiðurin at verða kosin ársins spælari. Hjá kvinnunum var tað ikki óvæntað Liljan Djur­ huus, sum varð rópt upp at taka ímóti heiðrinum. Liljan hevði tá longu verið tvær ferðir á pallinum at taka ímóti heiðr­unum sum besti mál­skjútti og bestu álops­ spæl­ari, og hon var sjálvandi fegin, tá hon eisini fekk triða – og størsta – skreytið við í við­førið. Hjá monnunum fall valið á Mark Marcher úr H71. Hoy­ víkingar hava ikki alla tíðina verið eins sannførandi í ár, men við einum langum trekki vunnu teir á Kyndli í dyst­inum um at røkka FM-final­unum. Og hóast VÍF vann væntaða favoritt- sigurin í finalunum, so fingu teir ein sera skarpan ganga frá H71, har Mark støðugt hevur verið millum berandi kreftir­nar. Niðanfyri sæst, hvør vann ymsu virðislønirnar. Vinnarin fyri hvønn bólkin stendur nevndur ovast. Hini bæði nøvnini eru tey, sum fingu næst flestar at­kvøð­ ur, men upplýst er ikki, hvør gjørdist nummar tvey og trý. Málskjúttarnir tó undan­ tiknir. jakup@sosialurin.fo Liljan og Mark best av øllum Vestmenningar og hoyvíkingar eiga bestu hondbóltsspælararnar í vetur Fair play-steypið Kvinnur: Kyndil Menn: Neistin Toppskjúttar Kvinnur: Liljan Djurhuus, VÍF 205 mál Gintare Butkeviciute, VB 169 mál Bára Hansen, Neistin 140 mál Menn: Filip Jojic, VÍF 191 mál Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF 143 mál Bogdan Florea, Team Klaksvík, 14 mál Ársins dómarapar Arnar Dam/Gert Hansen Hannis Wardum/Uni Wardum Eyðun Samuelsen/ Thomas Juul S. Thomsen Ársins venjari Kvinnur: Flemming Raben/ Palli Joensen, Neistin Andreas F. Hansen/Sophus Dal-Christiansen, Kyndil Pauli Poulsen, StÍF Menn: Ingi Olsen, VÍF Áki Mørk, Neistin Petur Mittún/ Halgir Dahl-Olesen, H71 Ársins stjørnuskot Kvinnur Marianna G. Eystberg, Kyndil Birita Jacobsen, Neistin Jansy Jacobsen, Stjørnan Menn: Rói Berg Hansen, Neistin Pætur Johansen, StÍF Kjartan Johansen, StÍF Ársins málverji Kvinnur: Fríða Petersen, Neistin Tomma Petersen, Kyndil Sanja Jevtic, Kyndil Menn: Mikkjal Hansen, Neistin Niklas Simonsen, VÍF Mladen Mjerimacka, Kyndil Ársins áleypari Kvinnur: Liljan Djurhuus, VÍF Gintare Butkeviciute, VB Milica Rankovic, Neistin Menn: Filip Jojic, VÍF David Edvardsen, Neistin Áki Egilsnes, VÍF Ársins verjuspælari Kvinnur: Bjarta O. Johansen, Kyndil Birita Wardum, Neistin Randi S. Wardum, Kyndil Menn: Heini Hanusarson, VÍF Jugoslav Djumic, Neistin Sigmund Dahl, H71 Ársins spælari Kvinnur Liljan Djurhuus, VÍF Gintare Butkeviciute, VB Milica Rankovic, Neistin Menn: Mark Marcher, H71 Mladen Mjerimacka, Kyndil Filip Jojic, VÍF Ársins lið (sett av landsliðsvenjarunum) Kvinnur: Málverji Fríða Petersen, Neistin Høgri vongur Rannvá Johannesen, VB Høgri bakkur Randi S. Wardum, Kyndil Strika Bjarta O. Johansen, Kyndil Spælskipari Bára Hansen, Neistin Vinstri bakkur Liljan Djurhuus, VÍF Vinstri vongur Turið A. Samuelsen, Kyndil Menn: Málverji Mladen Mjerimecka, Kyndil Høgri vongur Andreas Eriksen, VÍF Høgri bakkur Áki Egilsnes, VÍF Strikuspælari Jugoslav Djumic, Neistin Spælskipari Hallur Biskopstøð, H71 Vinstri bakkur Filip Jojic, VÍF Vinstri vongur Rói Berg Hansen, Neistin her eru Vinnararnir í hondbóltinum 2014-2015