Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Tað er pent sagt skomm, tá fluguknepparí við fótbóltsparagraffunum verður nýtt sum roynd at venda einum dysti, sum varð taptur á vøllinum Tað er eitt sera spennandi og prinsipielt mál, sum Aganevndin skal taka støðu til, nú kæran frá ÍF um brotssparkskappingina móti Víkingi skal viðgerast. Prinsippið í feildómum, sum ganga ímóti skrivaða lógartekstinum, hevur fyrr verið roynt í Føroyum, men ta ferðina fekk B36 ikki viðhald í sínum páhaldi. Hóast dømingin ikki var í tráð við fótbóltslógina, so var niðurstøðan gjøgnum alla skipanina, at talan er um dómarans meting, og hon er stórt sæð tann einasta, sum ikki ber til at vika í eini skrivara­borðs­ viðgerð. Hinvegin hevur UEFA herfyri felt dóm, har sein­ astu sekundini av kvinnulandsdysti skuldu spælast umaftur, tí dómarin ikki hevði dømt í tráð við fót­ bólts­reglurnar. Lógir eru lógir, og kemur FSF til ta niðurstøðu, at tíggjunda sparkið hjá ÍF skal takast av nýggjum, so má Víkingur helst boyggja seg fyri tí – hóast teir sjálvandi kæra úrskurðin. Men tað broytir ikki tann veruleika, at talan er jánkasligt mál, har leiðslan hjá ÍF ríður sera lágt. Her verður ferðast út í ytstu petitessurin í eini desperatari roynd at venda einum dysti, sum varð taptur á vøllinum. Enntá einum dysti, sum hevur uppi­borið at standa eftir sum eitt steypadrama av teimum heilt stóru, men sum nú er í vanda fyri at standa eftir sum ein skriviborðsgøla. Heilt margháttligt verður tað, tá hugsað verður um, hvat tað er, sum fuglfirðingar í veruleikanum biða um. Fær ÍF viðhald, so merkir tað nevnliga, at tíggjunda skotið skal takast av skjútta, sum av venjaranum varð mettur sum minni egnaður enn Nenad Saric. Skal logikkurin fylgjast, so var tað altso ÍF, sum fekk fyrimunin, tá dómarin gloymdi hesa parantesini í fótbóltslógini. Ein fyrimun, sum ÍF nú sjálvt kærir. Nei, Gud forbarmi seg! Gud forbarmi seg www.hsf.fo: Tað er við stórari gleði, at HSF kann kunngera, at A-landsliðið hjá monnum hevur eina sera spennandi uppgávu fyri framman í komandi juni mánaði. Talan er um kappingina “Emerging Nations Cup”, sum IHF skipar fyri. www.b36.fo: Veðurgudarnir vístu seg ikki frá síni bestu síðu, men tað gjørdu okkara menn, tá tað gjørdist til sannførandi sigur móti grannunum www.vikingur.fo: tá dómarin hevði floyta dystin av varð ikki nógv hugsa um kuldan, tí vit høvdu hølvað suverena oddaliðið, NSÍ, av. Men tað plaga vit eisini at gera. www.hb.fo: Vit hava tap okkara næsta dyst í ársins Effodeild og eins og í Runavík, var eingin ivi um at betra liðið vann. B36 spældi við størri gleði og neyvleika enn vit, og nú byrjar tað at síggja ódámligt út www.nordlysid.fo: Ikki var tað vakurt, men KÍ vann at enda 2-1 í einum jøvnum dysti, har innskifti Heðin Klakstein bjargaði klaksvíkingum øll trý stigini. Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ TB burdi fingið undantaksloyvi at byrjað við 12 monnum, soleiðis, at teir onkran dyst kunnu spæla við 11 monnum onkran hálvleik. ( TB - ÍF ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Remy føroyameistari í merkisverdari FM finalu Tróndur Arge Jú, sjálvt dart kann verða ótrúliga spennandi. Tað prógv­aði finalan í 10. og seinasta FM umfarinum, sum var leygarkvøldið. Sum ikki eina ferð, so vóru tað Remy G. Hansen og Bárður Olsen, sum vóru í finaluni. Bárður skuldi vinna fyri at koma upp á javnt í samlaðu støð­uni, og harvið útloysa um­dyst um sjálvt FM heitið. Finalan bleiv rættiliga merkis­verd uppá nógvar mátar. Fyrst, tá Bárður kom uppá tað 6. setti. Tá trúði Remy, at dysturin var liðugur og takkaði fyri dystin. Síðani fekk Remy at vita, at tað er best av 13, so hann »fekk« ein møgu­leika avtrat. Støðan var nú 6-4 til Bárð, og hann manglar 36. Hann kastar fyrsta pílin í 18, og næsta pílin beint uttan fyri double 9. Øll fara at rópa og klappa. Bárður og Remy takka fyri dystin. Men so sigur skrivarin, »ehm.. pílurin er ikki í double«. Ongin fatar tað ordiliga í byrjanini, men tað passaði. Hann hevði ikki lukkað. Hann hevur ein píl eftir, men hann rakar ikki. Remy vinn­ ur so settið og næsta sett. Tá er støðan 6-6. Avgerandi settið er sera javnt. Báðir hava møguleika at lukkað settði. Tað verður tó Remy, sum lukkar við triðja píli í double 1. Har vinn­ur hann kappingina og FM heitið. Ólavur Ellingsgaard gerst vinnari av FM í tvímansleiki. Dart 10 umfarð 1. Remy G. Hansen - Kongshavnar Dartfelag 2. Bárđur Olsen - Havnar Dartfelag 3. Jan McIntosh - Havnar Dartfelag 3. Hans Eivind Olsen - Sandoyar Dartfelag FM 1 Remy G. Hansen 122 2 Bárður Olsen 114 3 Bogi Isaksen 82 Tvímansleikur: Støðan eftir 10. umfar 1 Ólavur Ellingsgaard 40 2 Bogi Isaksen 37 3 Jens Albert Simonsen 34 4 Jan Erik Fjallstein 32 trondur@sosialurin.fo heimasíðurnar skriva... Tvær ferðir takkaði Remy fyri seg í finaluni, men báðu ferðir fekk hann ein nýggjan møguleika. Tað endaði við, at Remy avgjørdi FM heitið við 7-6 sigri á kappingarneytanum Bárði Olsen Heini Poulsen Hellisdal) Frá vinstru: Hans Eivind Olsen - Sandoyar Dartfelag, Remy G. Hansen - Kongshavnar Dartfelag, Bárđur Olsen - Havnar Dartfelag og Jan McIntosh - Havnar Dartfelag