týsdagur 28. apríl 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
mikudagsblaðið
Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Nú er greitt, at Zakarias Wang still
ar upp á uttanflokkalista til fólka
tingsvalið komandi.
Í gjár boðaði hann á in.fo frá,
at hann nú hevur tær neyðugu 150
undirskriftirnar frá stillarum, sum
gera tað møguligt at stilla upp til
fólkatingsval í Føroyum á uttan
flokkalista.
Sambært veljarakannigini, sum
varð kunngjørt í Sosialinum mána
dagin, so fær listin eitt hálvt prosent
av atkvøðunum. Havast skal í huga,
at veljarakanningin er gjørd, áðrenn
tað var greitt, at listin hevði nóg
nógvar undirskriftir til at stilla upp.
Alt bendir tí at, at í minsta lagi sjey
listar stilla upp til fólkatingsvalið
– um ikki átta. Sjálvstýrisflokkurin
boðaði á landsfundi frá, at flokkurin
ikki fór at stilla upp til komandi fólk
atingsval. Men tá Jógvan Skorheim
varð valdur til formann í flokkinum í
næstsíðstu viku segði hann, at hend
an avgerðin fór at verða umhugsað
av nýggjum.
Veljarakannignin í Sosialinum
mánadagin
var
óvanliga
greið,
og vísti, at Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin
endurvinna
umboðini á fólkatingi. Hetta fekk
fullveldisrøddir at mæla til, at sjálv
stýris- og fullveldisflokkarnir gera
listasamgongu til komandi fólka
tingsval, so tey í øllum førum fáa
annað umboðið.
At gera listasamgongu ber ikki til,
tí hesin møguleikin varð strikaður
úr fólkatingsvallógini í 1993. Einasti
møguleiki er at stilla eitt felags val
evni upp á uttanflokkalista – ella at
allir flokkar stilla upp á listanum
hjá einum av flokkunum. Flokkar,
sum frammaundan hava fólk vald
á løgting, kunnu stilla upp til fólk
ating.
Hesaferð fáa teir seks listarnir á
sjálvstýrisveinginum tilsamans 44,3
prosent av atkvøðunum sambært
kanningini, meðan Javnaðarflokk
urin og Sambandsflokkurin fáa 55,7
prosent.
At hugsa sær at loysingarflokk
arnir finna eitt felags valevni er
– uttan at taka munnin ov fullan –
fullkomiliga útilokað. Tá hevði tað
verið eins sannlíkt, at Tjóðveldi og
Fólkaflokkurin ikki stillaðu upp
og mæltu sínum veljarum at velja
Zakarias Wang. Tann møguleikin er
eisini útilokaður, og tí verður end
in uttan iva, at átta listar stilla upp
til teir tveir fólkatingsessirnar, sum
føroyingar skulu velja. Fýra listar
hava møguleikan at vinna, tó mest
sannlíkt Javnaðarflokkurin og Sam
bandsflokkurin.
Zakarias Wang hevur í øllum før
um tvær ferðir at beinleiðis ávirkan
á, hvør er valdur úr Føroyum á dan
ating – í 1971 og í 1977. Tað fær hann
valla hesaferð. Men við uppstilling
hansara stendur fullveldisvongurin
enn meira spjaddur og sundurlim
aður. Møguleikin hjá Tjóðveldi at
vinna umboðan á fólkatingi fær her
við enn eitt skot fyri bógvin.
Trupult hjá fullveldisveingi
at savnast til fólkatingsval
átta listar og tveir sessir
Skans
in, havn
in og
veruleikin
Johan Mortensen
kjak síða 14
Til
feingis
gjøldini
brúkt
Helgi Abrahamsen
Kjak Síða 14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Framførsla verður í Vestur
kirkjuni og í Fríðrikskirkjuni
Saman við h-moll Messuni,
Jóloaoratoriinum, Magnificat
og
Mattheuspassiónini
er
Jóhannespassiónin at meta
sum eitt av høvuðsverkum J.
S. Bachs.
Hon varð fyrstu ferð fram
førd í Føroyum í 1987, hevur
verið nakrar ferðir framførd
síðan tá, og verður nú aftur
at hoyra komandi vikuskifti
í Vesturkirkjuni leygardagin
kl. 17.00 og í Fríðrikskirkjuni
sunnudagin kl. 16.00.
Innihaldið er í stuttum frá
søgn bíblunnar um líðingar
søgu Jesu Krists. Fyrri partur
snýr seg um svikagerðina móti
frelsaranum og handtøkuna
av honum, og tann seinni, sum
er munandi longri, greiðir frá
rættarsóknini, dóminum,deyða
og jarðarferð Jesusar.
Stig til framførsluna hesa
ferð er tikið í samráð við lítið
kór sett saman til uppgávuna
við
sangarum
úr
ymsum
kórum. Tónleikarar úr Føroya
Symfoniorkestri og lærarar
musikkskúlans hava fylgispæl
ið, og solistar verða hesi:
Rúni Brattaberg, sum reglu
liga syngur á altjóða tónleik
apallum í Europa og USA,
hevur týðandi leiklutin sum
Jesus.
Berandi
frásøgnina
um tilgongdina í verkinum
hevur sviin Conny Thim
ander sum evnagelistur, ið
hugtók áhoyrarnar við sínari
tenorrødd seinastu ferð. Alt
solo syngur Susanne Bratta
berg, ið er at meta sum før
oyingur, og sum munagott
gongur sangfólki her til handar
við sínari undirvísing. Og aftur
hesaferð sleppa vit at uppliva
trúfastar vinir úr íslendska
sangheiminum: Hallveig Rún
arsdóttir, sopran, og Águst
Ólafsson, bassur.
Tað er Ólavur Hátún, sum
hevur leiðsluna.
Jóhannespassión J. S. Bachs
framførd komandi vikuskifti
Fyri aðru ferð verður 1. mai
hald í Vestmanna. Tiltakið
verður fríggjadagin klokkan 16
í gomlu sýslumanshúsunum á
Bakkavegi.
Tað eru Vestmanna Arbeið
arafelag og Norðstreymoyar
Javnaðarfelag, ið skipa fyri.
Røðarar verða Suni Sim
onsen, ið er formaður í Før
oya
Handverkarafelag,
og
Rigmor Dam, løgtingskvinna.
Jens Marni Hansen fer at stíla
fyri tónleikinum og syngja og
spæla nakrar sangir. Fundar
leiðari verður Hilbert Elisson,
formaður í Norðstreymoyar
Javnaðarfelag.
Hetta er aðru ferð, at 1. mai
verður hildin í Vestmanna.
Fyrstu ferð var í fjør, tá fitt av
fólki komu saman í góðveðri
num at lýða á. Tá var haldið í
túninum uttanfyri, men hesi
ferð er væntandi at vit verða
innandura í nýumvældu og
rúmligu sýslumanshúsunum.
Ein heitur kaffi- ella temunnur
við kakubita verður afturvið.
– Øll eru hjartaliga vælkom
in, siga Vestmanna Arbeiðara
felag og Norðstreymoyar Javn
aðarfelag.
Suni og Rigmor røða í Vestmanna
Allar tær neyðugu undir
skriftirnar eru nú komnar í
hús, og uttanflokkalistin hjá
Zakarias Wang er nú klárur
at taka dystin upp.
150 stillarar, tað er tað,
sum krevst fyri at stilla upp
uttanflokka til fólkatingsval
í Føroyum.
– Eg havi nú fingið oman
fyri 150 stillarar. Tað koma
helst nakrir afturat, men
vit kunnu í mesta lagi hava
200 stillarar, sigur Zakarias
Wang.
Soleiðis er greitt, at í øllum
førum sjey listar stilla upp til
komandi fólkatingsval. Sjálv
stýrisflokkurin hevur boðað
frá, at hann ikki stillar upp.
Men tá Jógvan Skorheim
varð valdur til formann,
segði hann, at tann avgerðin
skuldi umhugsast av nýggj
um. Tí kann tað gerast talan
um átta listar.
Annita á Fríðriksmørk
hevði eina viðmerking um,
at allir loysingarflokkarnir
áttu at gjørt eina listasam
gongu. Men so verður ikki, tí
tað ber ikki til at gera lista
samgongur.
Fólkatingsval
lógin varð broytt í 1993, og tá
hvarv møguleikin við lista
samgongum. Tað eru bara
flokkar, sum eru umboðaðir
í Løgtinginum, sum kunnu
stilla upp til fólkatingsval í
Føroyum.
Men við at savna millum
150 og 200 stillarar, so ber
til at stilla upp eitt valevni
á uttanflokkalista. Skuldu
loysingarflokkarnir
gjørt
ein felags lista, so er bara ein
møguleiki, og tað er at stilla
upp á listanum hjá einum av
flokkunum. Hin møguleikin
er, at teir semjast um eitt val
evni, sum stillar upp uttan
flokka.
Zakarias Wang er valevnið
hjá
uttanflokkalistanum
hesaferð. Skuldi onkur annar
persónur verið uppstillaður í
staðin fyri Zakarias Wang, so
krevjast aftur nýggjar undir
skriftir til tess.
Zakarias
er klárur