Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »meðan vit bíða« »Meðan vit bíða«, hevur nú verið í gongd í tvær góðar vikur. Tiltøk at savna pening inn hava verið ymsa staðni í landinum, ítróttar- og frítíðarfeløg hava gjørt av at stuðla sínum luttakarum, sum eru í fátækraváða og sjey kendir føroyingar hava brúkt síni persónligu sambond at savna inn pening. Átakið at hjálpa, »Meðan vit bíða«, heldur fram til endan av hesi vikuni. Nógv vilja hjálpa Barbara Holm Norðurlandahúsið verður leygarkvøldið karmur um enda­brestin av átakinum hjá Miðla­húsinum »Meðan vit bíða«, sum hevur til enda­ máls at savna pening inn til børn, sum liva í fátækrav­áða. Á skránni er livandi tón­leikur, samrøður um fátækra­dømi og hvat kann gerast framyvir. Tey sjey, sum hava savnað pen­ing inn sein­astu tíðina – Katrin Kallsberg, Hjørdis Háberg Petersen, Tróndur Vatn­ hamar, Magni Arge, Ragnhild Ellings­gaard, Maud Wang Hansen og Livar Nysted lut­ taka í tiltakinum, eins og Í menn­iskjum góður tokki verð­ur til staðar. Hetta kvøldið verður greitt hvussu nógv er inn­ kom­ið til børn, sum liva í fá­tækra­váða, og verður pen­ ing­urin latin til Í menn­iskj­ um góður tokki. Øll eru vælkomin í Norður­landahúsið klokkan 19 leygarkvøldið. »Meðan vit bíða« endar leygarkvøldið við einum braki Fingu 4.400 krónur inn í til tiltak í Nólsoy Miðlahúsið Málningurin »Várdagur«, sum William Heinesen mál­ aði í 1962, verður við hesum lýstur til sølu. Máln­ing­urin er til søddar 84X64 cm + rammu, og hann varð í fjør virðis­mettur til kr 30.000 av Bruun Rasussen Kunst­ auktioner. Tann, ið hevur hægsta boð yvir virðismetingina ogn­ast málningin. Allurin peningurin, ið fæst fyri málningin, verð­ ur latin áskerdur til átakið, sum stuðlar børn­um í fátæka­váða, »Meðan vit bíða«. Tann, ið vil bjóða, kann lata eitt boð á teldu­post­ adressuna wh@sos.fo ella ringja á telefon 341800 post@sosialurin.fo William Heinesen málningur til sølu Bússur vóru settar upp, soleiðis at fólk kundu stuðla tiltakinum við nøkr­um krónum. Blátt Gras, sum í fjør gav fløguna, Ávegis, út, sum vit kenna við løgum sum “There Is Room at the Table”, sum gav bólkinum eina føroyska tón­leikavirðisløn, og “Verðin dregur”, stuðlar eisini átak­ inum, “Meðan vit bíða”. Bólk­urin gav sítt íkast við at spæla konsert í SMS klokkan 16 í gjár. Bússur vóru settar upp, so fólk, sum vóru farin í SMS at keypa ella bara at lurta eftir populera bólk­ inum kundu geva sítt íkast til Meðan vit bíða. Blátt Gras er mannaður við Richard Johansen, Terja Johannesen, Johan Mikkelsen, Gunnari Steintún og Ragnari Joensen. barbara@sosialurin.fo Blátt Gras hjálpir í SMS Populeri tónleikabólkurin úr Vágum spældu týsdagin klokkan 16 í SMS til frama fyri tiltakinum Barbara Holm Tiltakið í Kunningarstovuni í Nólsoy byrjaði klokkan 19:30 í gjár. 40 fólk møttu, og har­við var kunningarstovan stúgvandi full. Maud Wang Hansen segði seg vera ov­ farna av undirtøkuni. – Eg eri rørd í kvøld, altso uppá tann feita mátan, segði hon við in.fo. Skráin til tiltakið var fjøl­broytt. Terji Rasmussen og Ragnar Finsson spældu tónleik, Ann Malan Thomsen bar fram eina yrking, og Tjóðhild Paturs­ son greiddi frá, tá hon í eina tíð royndi at liva fyri 20 krónur um dagin. Sjálv hug­ leiddi Maud Wang Hansen um fátækradømi, hvussu hetta kann ávirka børn­ini og hvussu tað kann vera at svølgja skommina og stolt­ leikan fyri at hava møgu­ leika at koma úr óndu ring­ rásini. Hetta var eitt tiltak, sum bæði ung og eldri í Nólsoy tóku væl til sín. – Ein fittur smádrongur kom til mín við einum 100 krónu seðli, hugdi meg í eyguni, og segði spakur: »Hetta er burturav mínari føð­ingar­dagsgávu«, greiddi Maud Wang Hansen frá. Køkur og kaffi vóru at fáa, og gestirnir á kunn­ ingar­stovuni høvdu møgu­ leika at lata nøkur oyru. Til­ sam­ans komu 4.400 krónur inn í Nólsoy mána­kvøldið. barbara@sosialurin.fo Bæði prát og ikki minst nógv­ur beinleiðis tónleikur var á skránni, samstundis sum fólk høvdu møguleika at koma á gátt at geva sítt íkast. Rás2 sendir hvønn týs­ dag úr Klaksvík, og týsdagin snúði sendingin seg í stóran mun um tiltakið, meðan vit bíða. Prátað varð við Jógvan Skorheim, borgar­stjóra, og Annlis Bjark­hamar frá Í menn­iskjum góður tokki. Hartil varð greitt frá sam­ starv­inum millum ítróttar­ feløg í bý­num og Í menn­ iskjum góð­ur tokki. Nærum øll innan tón­leik í fiskivinnu­høvuðs­stað­ num vóru í býráðshøllini og spældu til frama fyri »Meðan vit bíða«: Hallur Joensen, Karl Martin Samuelsen, Steintór Ras­ mussen, Rakul Ró Stein­ tórs­dóttir, Hans Andrias Joensen, Olheðin Jacobsen og Lilja Jacobsen vildu øll fegin spæla til frama fyri til­ tak­inum fyri at vera við at fáa nakrar krónur til átakið. Klaksvíkar kommuna bjóð­aði gestunum, sum vóru komin at hyggja og lurta, kaffi og okkurt søtt til børn­ini. Fleiri vóru á gátt og lótu nakrar krónur. barbara@sosialurin.fo Mánakvøldið skipaði Maud Wang Hansen fyri tiltaki til frama fyri »Meðan vit bíða« á kunningarstovuni í Nólsoy. 40 fólk møttu, og 4400 krónur komu í kassan Rás2 og Klaksvíkar kommuna gera sítt Týsdagin klokkan 14-16 sendi Rás2 beinleiðis úr býráðshøllini í Klaksvík til frama fyri í »Meðan vit bíða«