Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Fyri at lætta um hjá Vága Flog­havn, so ætla bæði lands­ stýris­maðurin við vinnu­ mál­in og vinnunevndin hjá Løg­tinginum at geva loyvi til, at floghavnin fær upp­ lýs­ingar úr skrásetingini hjá Ak­stovuni. Endamálið er, at tað skal ganga lættari at skráseta og senda rokningar til tey ak­før, sum brúka par­ker­ings­viður­ skiftini hjá flog­vøll­inum. Hetta er ein skipan, sum frammanundan verður brúkt av undirsjóvartunnlunum. Tað vil siga, at al­menn partafeløg, sum tunnils­ fe­løg­ini og Vága Floghavn sleppa at gera sær dælt av, hóast hesar skipanir an nars eru tryggar og upp­runa­liga bert eru ætlaðar Ak­stov­uni, løgregluni og bil­trygg­ing­ unum. Vinnunevndin skrivar í álit­inum, at hon hevur fing­ ið at vita, at trygdin er í lagi og at Vága Floghavn ikki fær atgongd til aðrar upp­lýs­ing­ ar enn tær, sum eru neyð­ ugar fyri at krevja par­ker­ ings­gjaldið inn. Viðmerkingarnar Í sambandi við at lands­ stýr­is­maðurin við vinnu­ mál­um legði uppskotið fyri tingið, skrivar hann í við­ merkingunum, at Vága Flog­ havn hevur gjørt eina skip­ an, sum krevur, at at­gongd fæst til skrá­set­ingina hjá Ak­stovuni Atgongdin kann tó ikki latast uttan so, at ein heimild verður fingin til vega. Tað er Løgtingið, sum skal geva hesa heimild. Talan er í veruleikanum um eina sera prinsippiella av­gerð. Tí sigur lands­stýris­ maðurin, at ætlanin er at seta eina generella áseting í ferðslu­lógina, so slepast kann undan at gera serligari »singul­lógir«, sum tær sum geva tunn­ils­feløg­unum heim­ild at fáa upp­lýs­ingar úr ak­fars­skrá­setingini. Reint lógartekniskt verð­ ur tað ikki hildið at vera nak­ar góður siður at gera lógir, sum bert umfata ávís viðurskifti – og sum ikki eru gald­andi generelt. Vinnunevndin hjá Løg­ ting­i­num hevur fingið eitt hoyr­ingsskriv, har spurn­ ingur av álvara verður settur til um tað er rætt at geva eina heimild í einari slíkari »singullóg«. Jóanes B. Dalsgaard, stjórn­málafrøðingur, skrivar til nevnd­ina og vísir á, at tað er óhepp­ið, um hendan heimildin verð­ur givin á hendan hátt: – Ætlanin við lógarupp­ skot­inum er at fáa Løgtingið at taka støðu til, um P/F Vága Floghavn, sum ikki er ein myndugleiki ella almennur stovnur, men eitt partafelag, rikið á privatrættarligum grund­arlag, skal hava ein ávís­an frammíhjárætt (at­ gongd til upplýsingar úr ak­ fars­skránni hjá Akstov­uni), sum setur P/F Vága Flog­ havn øðrvísi fyri gene­rellu lóg­gávuni enn allar aðrar løgfrøðiligar persónar, eisini teir, sum kundu havt sama legitima áhuga í at­gongd til upplýsingar úr ak­fars­ skránni, sum P/F Vága Flog­ havn hevur. Jóanes N. Dalsgaard skriv­ ar víðari, at hansara áskoðan er, at ítøkiligar rætt­ar­støður hjá tí einstaka løgfrøðiliga per­sóninum eiga at verða tiknar av fyrisitingini ella dóm­stólunum við genrellum rættar­reglum, sum Løgtingið ásetur. – Verður løgtingslógar­ upp­skotið framt, soleiðis sum tað er lagt fyri Løgtingið, so verður tað Løgtingið, sum við atkvøðugreiðslu, grundað á eina partapolitiska við­gerð av málinum, avger rætt­ar­ støð­una hjá einum ítøki­lig­ um løgfrøðiligum persóni (P/F Vága Floghavn), sum har­við fær nakrar sømdir og nøkur rættindi, sum aðrir løg­frøðiligir persónar, hóast í aðrar mátar sambæriligir við P/F Vága Floghavn, eft­ir lógini ongan rætt hava til at fáa, skrivar hann í hoyr­ings­ skrivinum. Datueftirlitið Datueftirlitið hevur framm­ anundan givið heimild til at tvey tunnilsfeløg fáa somu heimildir. Í hoyringsskrivinum ger Datu­eftirlitið vart við, at tað er skeivt, at akfør, sum par­ kera í styttri enn ein tíma, fara inn í skipanina, men legg­ur afturat: »Dátueftirlitið hevur tí ikki viðmerkingar til lógar­ upp­skotið aðrar enn, at lóg­ gávu­valdið kann seta sær spurningin, hvørt tað er í lagi, at eitt einstakt fe­lag so­leiðis við heimild til at­ gongd til eina almenna skrá kann tryggja sær inn­tøku­ grundarlagið. Hetta serliga tí, at inntrivið er heldur stórt, sæð í mun til, at tað eru aðrir møguleikar til tess at tryggja, at akfør rinda par­kerings­ gjald.« Vinnunevndin tekur und­ ir við uppskotinum. Skil­ast skal vera til, at hesin møgu­ leikin bert verð­ur brúkt­ur, tá ið ikki verður gold­ið á ann­an hátt – annað­hvørt í par­ker­ings­automat ella gjøg­ num heimasíðuna hjá Vága Floghavn. – Vinnunevndin er av tí áskoðan, at øll, sum fáa slík­ ar upplýsingar, skulu fáa og fylgja teimum treytum, sum lóggávuvaldið setir, fyri at verja upplýsingar av tí ein­staka borgaranum so gott, sum yvirhøvur gjør­ligt, og eisini tí, at hetta er ikki einasti máti hjá Vága flog­ havn at fáa gjøldini kravd inn uppá, men at hetta er ein av fleiri mátum hjá Vága floghavn og øðrum at fáa par­keringsgjaldið kravt inn uppá, stendur í álitinum. Vinnunevndin tekur fyri fult, at umbidnu upp­lýs­ing­ arnar hvørki kunnu ella fara at verða misbrúktar. Tað hava avvarðandi stovnar og Vága Flolghavn. 2. viðgerð av hesum ting­ máli eru í Løgtinginum í dag. Upplýsingar um parkering latast úr almennari skipan til partafelag Vinnunevndin er sinnað at lata upplýsingar úr almennari skráseting til Vága Floghavn Jóanes N. Dalsgaard, stjórn­ málafrøðingur, ger vart við, hvussu trupult tað er at gera »singullógir«  til serlig feløg Jóhan Dahl, landsstýris­ maður, hevur lagt uppskotið fram, men lovar at koma við einari generellari heimild á ólavsøku Vága Floghavn vil hava atgongd til akfarsskrásetingina hjá Akstovuni politikkur