Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Mánadagin 4. mai fyllir Andrew Thomsen, vanliga nevnd­ur Andrew í Skemm í Por­keri 90 ár. Sum navnið sigur, er Andrew føddur í Skemmuni í Porkeri sum nr. 10 av 11 systkjum. Foreldrini hjá Andrew vóru Johan Thomsen úr Glopp­inum í Fámjin og Anna, fødd Djurhuus, úr Skemm­ uni í Porkeri. Í barnaheiminum var nógv at takast við, bæði við seyði, neytum, hoygging og torvarbeiði, so har var nóg mikið at taka hondina í. 12 ára gamal fór Andrew til Klaksvíkar at ganga í mill­ um­skúla, har hann var í trý ár, hann búði hjá systur síni Didduni, ið var gift við Niels Vang. Síðani fór hann til Havn­ar á preliminærskúla. Eftir lokna skúlagongd kom Andrew suður aftur og fór at arbeiða sum skriv­ stovu­maður hjá Diasi í Vági. Hetta arbeiðið røkti hann, til hann í 1953 tók yvir handilin, ið pápi hansara hevði í Por­ keri. Skemmuhandilin var út­handil hjá Garða­monn­ unum. Garðamennirnir keyptu fiskin frá útróðrar­ monn­unum í Porkeri, so um­framt at taka sær av handlinum, hevði Andrew ábyrgd at viga fiskin frá útróð­rarbátunum. Nógvir vóru bát­arnir, ið róðu út, so mangan leið út á náttina, áðrenn fiskurin var komin til høldar, og tíðliga var hann á fótum at útvega út­róðrar­ monnum útgerð til nýggjan útróðrartúr. Tá ið líkindi ikki vóru til útróður, var handilin eitt savningarstað fyri bygdar­ menn­inar, har teir frættu tíðindir og søgdu mangar søgurnar til langt út á kvøld­ið. Í 1970 yvirtók Andrew handilin frá Garðar­monn­un­ um, og helt hann á í samfull 50 ár, til hann gavst í 2003, og tann tá 105 ára gamli handilin bleiv stongdur, sum tann seinasti av teim gomlu handlunum í Porkeri. Tá var Andrew 78 ár. Í 1950 giftist Andrew við Fridu, f. Olsen úr Vági, dóttir Metu og Palla Olsen í Toftalíð. Saman settu tey búgv í Porkeri, og fingu tey 4 børn: Johan, tvíburðarnir Annu og Metu og Jónhild. Johan býr í Danmark, Anna býr í Porkeri og er gift við Lars Djurhuus, Meta býr í Tórs­havn og er gift við Hans av Fløtum, somuleiðis býr yngsta dótturin Jónhild í Tórs­havn og er gift við Brian Rosendal Rasmussen. Andrew eigur 13 abbabørn og 14 langabbabørn. Frida, sum var ein hollur stuðul hjá Andrew, andaðist í 2010. Heimið hjá Andrew og Fridu var altíð merkt av gestablídni og hava tað verið mong, bæði úr Føroyun og uttanlanda, sum hava notið gott av teirra gestnablídni. Av teimum 10 systkin­un­ um hjá Andrew eru tvey á lívi, Sigrid Poulsen, ið býr í Porkeri og Elsa av Reyni, ið býr í Tórshavn. Góða sam­ an­haldið og virðingin fyri hvørjum øðrum hevur eyð­ kent øll systkini og familjur teirra. Eitt, sum hevur sermerkt Andrew, er hansara trúfesti í samkomutænastuni í Be­ tania í Porkeri, har hann enn er virkin sum organistur, og hevur hann verið tað frá ungum aldri av. Andrew hevur stóran alsk til tónleik, og hevur sangur og spæl verið ein stórur partur av lívi hansara. Tað er ikki dagur, har hann ikki situr við klaverið og syngur og spælir, og dámar honum sera væl at læra seg nýggjar sálmar, sangir og løg. Sjálvur hevur hann gjørt fleiri løg, og hevur týtt og yrkt onk­ rar sangir. Andrew býr nú sjálvur heima, og er hann rask­ur og ferðigur. Við sínum blíða og lætta lyndi er hann ein bygdar­mynd. 90 ára dagurin verður hildin í skúlanum í Porkeri leygardagin 2. mai frá kl. 12.30 til kl. 18.00. Andrew Thomsen 90 ár Í morgin, hósdagin 30. apríl, hava Rasmunda og Bjarni Ja­ cobsen livað saman í hjúna­ bandi í seksti ár. Tey eiga hús í Havnini, har tey hava búð í mong ár, og har halda tey framvegis til. Men tey hava eisini verið nógv í Svínoy, har Bjarni saman við synum hevur havt smoltstøð, og har tey bæði við síni vinnandi framferð eru nógv avhildin. Rasmunda ella Munda, sum er fødd 30. juni í 1930, er ættað úr Kunoy. Foreldur hennara vóru Sanna og Sivar Fredriksen ella Sivar í Kun­ oy, sum hann varð nevnd­ ur í Klaksvík. Tá ið Munda var tíggju ára gomul, fluttu foreldur hennara úr Kunoy og inn á Bumshamar í Klaks­ vík at búgva. Sanna og Sivar fingu fýra børn: Mia, Magnus, Kaja og Munda. Tær tríggjar bú­ sett­ust í høvuðsstaðnum og Magnus í Klaksvík. Munda er nú einsa­møll eftir á lívi. Sivar var sjómaður, og tá ið hann var eldri og uppilagstur, var hann sera hugnaligur og frynt­ligur at koma á tal við. Munda arbeiddi sum ung í handli. Hon var hjá Kemma og hjá Gudda. Bjarni, sum er føddur 12. juli í 1932, er sonur Mallu og Edvard Jacobsen í Svínoy. Tey fingu fýra synir - Bjarni, Helgi, Atli og Ingi. Helgi býr í Klaksvík, Atli á Eiði og Ingi í Havnini. Øll, sum hava verið í Svínoy, komast við Mallu og Edvard, sum Zacharias Zachariassen og Leirkerið í 1989 góvu endurminningar út eftir. Bókin eitur Minni­ lig­ar hendingar, og har sigur Edvard í Svínoy frá lívi sín­ um og harvið frá nógvum av tí, sum Bjarni er runnin av, og sum hann hevur upp­ livað. Tiltikin er stóri fagn­ aðar­dagurin í Svínoy, tá ið Malla í juli í 2002 helt 100 ára føðingardag. Bjarni var 14 ára gamalur, tá ið hann fór til skips. Hann hevur sera góðar hendur – tað man ikki minst stava frá Nornastovuslagnum í Mikla­ dali, sum mamman var av – og tí var tað ikki so undar­ ligt, at Bjarni í fyrstu syftu gjørdi skjótt av við skips­ lív­inum. Hann fór at læra jarn­smíð í Ídni í Klaksvík, og aftaná lærdi hann til maskin­ meistara. Meðan hann var undir út­ búgving, búði Bjarni á Bums­ hamri hjá mammu­beiggj­ anum, Símuni hjá Póli, og tá var tað, at tað rann saman millum Mundu og hann. Tá ið Bjarni var liðugur við útbúgvingina, fór hann út at sigla við ØK. Munda flutti niður til Keyp­manna­ havnar at búgva. Hon ar­ beiddi hjá KFUM & K, og 30. apríl í 1955 giftust tey bæði á Ráðhúsinum í Keyp­manna­ havn. Í 1956 tóku tey heilt óvan­ ligt stig. Tá fluttu tey til Cap Tobin í Eystur Grøn­ landi at búleikast í tvey ár. Bjarni hevði fingið maskin­ meistarastarv á elverkinum har. Tað mundi uttan iva vera uppliving fyri lívið at búleikast heilt atskyld frá um­heiminum í villmarkini og ímillum tey innføddu. Í frí­løtunum slapp Bjarni rættu­liga at royna seg sum veiðumaður, um tað so var á ísbjarnarveiðu, kópaveiðu ella úti á ísinum til fiskarí. Og tá ið Munda eitt nú skuldi til handils í Scoresbysund, noydd­ist hon at taka riffl­una á bakið, spenna tólv grøn­ landshundar fyri sletuna við førarahundinum Malabar á odda og so avstað. Eftir at tey vóru komin aftur til Føroya, búsettust tey í Klaksvík, og síðani fluttu tey til Havnar, har tey fyrst búðu á Fjósatrøðni og síð­ani 1970 á Frælsinum, har tey fram­vegis búleikast. Munda og Bjarni eiga seks børn. Mallu fingu tey, meðan tey vóru í Keypmannahavn. Sjúrður varð føddur í Grøn­ landi, Edvard og Súsanna sóu á fyrsta sinni dagsins ljós, meðan tey búðu í Klaksvík, og Bogi og Rósa vórðu fødd, meðan tey búðu á Fjósa­ trøðni. Rósa býr í Sveis, Ed­ vard býr í Svínoy, og hini børn­ini búgva í Havnini. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, fór Bjarni at sigla sum maskinmeistari við fiskiskipum, og tað gjørdi hann í mong ár. Sumrini 1961 og 1962 var hann tó í Før­ oyingahavnini, har hann saman við pápanum og tveim­um brøðrum róði út við seksæringinum Sildini, sum hann sjálvur hevði smíðað. Í 1971 og 1972 var hann heima og smíðaði bátar í kjall­aranum í sethúsunum á Fræls­inum. Abbin, Pól í Norna­stovu, var tiltikin báta­smiður, og tað vóru synir hansara í Yvirstovu í Svínoy eisini. Bjarni man hava smíðað einar hálvt hundrað bátar, og teir eru snøggir. Meðan børnini vóru smá, og maðurin sigldi, var tað luturin hjá Mundu, sum hjá so mangari aðrari føroyskari konu, at vera við hús og taka sær av manni, børnum og øllum tí, sum hartil hoyrir. Øll, sum bara hava havt eitt lítið sindur við hesi fólkini at gera, vita, at børnini hava fingið ein ómetaliga kær­ leiks­fullan uppvøkstur, og at gestablídnið og Guds trúgvin hava verið sett í hásætið í heiminum. Í 1980 lótu Bjarni og beiggi hansara Ingi byggja ís­fiska­ trolara í Fraklandi. Trolaran, sum teir kallaðu Dragaberg, høvdu teir í fimm ár, og so seldu teir hann til eitt felag hjá Hans Paula Johannesen. Í 1986 tóku Munda og Bjarni aftur eitt stórt og í eygunum á mongum óvanligt stig. Tá fóru tey til Svínoyar, har Bjarni frammanundan átti húsini hjá abbanum á faðir síðuni, Símuni Júst Jacobsen. Setningurin í Svínoy var at fáa smoltstøð upp at standa. Tað var ikki neyðugt við fremmandum byggiharra, tí Bjarni stóð sjálvur fyri allari byggingini. Smoltstøðin menti seg til stórt og ný­ mót­ans arbeiðspláss, sum var við til at blása lív aftur í Svín­oynna. Kreppan fyrst í 90’unum, saman við sjúku í fiskinum, gjørdi at smoltstøðin fór um koll. Seinni varð smoltstøðin endurreist av einum av synunum hjá Bjarna saman við øðrum, og koyrir støðin enn í dag við P/F Bakkafrost sum eigara. Men Bjarni er framvegis eldhugaður fyri, at tað skal vera liviligt í Svínoy, og hann hevur verið ein at ítarstu talsmonnunum fyri at fáa myndugleikarnar at skilja, at tað er alneyðugt hjá teimum í verki at sýna ábyrgdina og vísa viljan at vera við til at bjarga bú­ pláss­inum, sum teir so ofta í orðum siga seg vera til reiðar at gera. Stóri dagurin hjá Mundu og Bjarna verður hildin í heiminum á Miðrás 3 sjálvan dagin, og eru øll vælkomin frá kl. 16. Munda og Bjarni Jacobsen diamantbrúdleyp