Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johan Mortensen Í dag er ongin framleiðsla eft­ ir í Havn. Tað er onki fiska­ar­ beiði. Baca­lao er tagnað fyri altíð. Nógv aling er í okkara Nóls­ oyarfirði, men ongin laksur kemur á land í Havn. Tað er onki pelagiskt fiski­loyvi í Havn. Ein trolari eft­ ir, Enniberg. Onki sláturvirki fyri seyð og neyt. Burtursæð frá rullu­ pylsuni hjá Otto Reinert, MBM og Miklagarði, er so at siga ongin matframleiðsla í Havn. Lítið og onki verður fram­leitt til útflutnings. Salt­sølan var eina­ferð karmur um blóm­andi vinnulív. Nú nýtir Tórshavnar Komm­unu 100 mio kr til marg­lætis­skrivstovur í Saltsølu bygn­ing­inum. Einaferð tosaði man um maritimt kraftcentur og gransk­ing í Salt­søluni, góðir tankar men bý­ráðið gloymdi bara, at tað er onki maritimt vinnulív eftir í Havn, og nú er so meginpartin av Salt­søluni útleigað til fyritøku sum selur teldur til almenna sektorin. T að fara stórar rembingar fram í okk­ara samfelagi. Alt remb­ing­ar uttan fyri høv­uðsstaðin. Bakka­frost, Luna, Varðin, Chr. í Grótinum, Pelagos osfrs., eru feløgini sum í dag seta dags­skránna. Vøksturin í dag og tann pro­ duk­tiva framleiðsluvinnan liggur í Runavík, Fuglafirði, Klaksvík og Tvøroyri. Tórshavnar Havn hevur livað sera væl av, at meginparturin av framleiðsluni hjá hesum økjum nú í fleiri ár er koyrd til Havnar og so avskipað her. Hetta hevur havt stórar inntøkur í vørugjaldinum til Tórshavn Havn, hóast vøran ikki er framleidd her. Henda gongd fer at broytast í framtíðini. Bakkafrost verður út­ bygt, Fugla­fjarðar Havn verður út­bygd og Faroe Ship er longu byrj­að at fara til Runavíkar eftir farmi. Sam­skip setur nú enn eitt skip inn á rutuni. Skipa­fe­løgini verða noydd at fara har, sum vør­an verður fram­leidd. Alterna­tivið er, at teir stóru fram­leið­ar­ar­nir gera síni egnu skipafeløg og sjálv­sagt skal vørugjaldið falla, har sum fram­ leiðslan er. Bara frá Bakkafrost verða tað eini 50.000 tons, sum ikki longur fara at koma til Tórs­havn, og longu nógv minni inntøkur til Tórshavnar Havn. Um tvey ár er stóra havnarút­ byggingin í Runavík liðug og fer hon at avskipa meginpartin av teim­um vør­um, sum í dag fara til Havn­ar. Eisini í cruisevinnuni eru stórar broytingar og fara í summar eini 25 cruise skip til aðrar havnir enn per automatikk til Tórshavnar. Oljuaktiviteturin, tá hesin tekur seg uppaftur, verður allur í Runavík. S amanumtikið er ætlanin um stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn, har man vil offra Skansan og alt tað vakra økið Yviri við Strond, illa umhugsað og als ikki baserað á kommerciellar veruleikar og fram­rokningar av framtíðar gongdina í føroysku framleiðsluni. Ein minni útbygging og dýping av Tórshavnar Havn fer at nøkta tørv­in á inn­flutningi og komandi útflutningi her. Sjálvsagt verða onkrar tillagingar neyðugar, men ikki ætlaða risaútbyggingin. Samanumtikið kann við vissu sigast, at vørunøgdirnar fra Runa­ vík, Klaksvík, Fuglafirði o.s.frv., fara ikki longur at koma til Havnar, og tað verður nógv minni virksemi í Tórshavnar Havn í komandi árum. Eisini fer undirsjóvartunnilin at økja um virksemið í Eysturoynni og Norðoyggjum, og hann fer eisini at minka týdningin av Tórshavn Havn. T að verður tosað um Arktis og møguleikar fyri Havnina. Tankin er áhugaverður, men veruleikan er ein annar og nógvar royndir eru longu gjørdar at fáa meira av slíkum aktivi­teti til Tórshavnar, men uttan størri úrslit. Eg eri borgari í Tórshavn. Fødd­ ur og upp­vaksin her og vil Tórs­ havn tað besta, men eg mótmæli at bý­ráðið roynir at gera hesa ørvitis­ ætlan til veruleika og skamm­ skemma Havnina. Tað er mín vón at vit og skil má sigra. kjak Tilfeingisgjøldini eru longu brúkt Helgi Abrahamsen løgtingsmaður ”Fíggjarliga haldførið” er eitt hugtak, sum vit hava hoyrt nógv um ta seinastu tíðina. Vit fáa at vita frá búskapar­ frøðingum, at tað er ikki nóg mikið, at vit klára at venda hallinum hjá landskassanum til avlop, tí vit mugu eisini hyggja longur fram í tíðina. Vit mugu vera klár at møta tíðini, tá ein størri partur av føroyingum verða pensjón­ istar, og tá fólkatalið møgu­ liga aftur fer at minka, verð­ ur sagt. Tvær loysnir Tað eru serliga tvær loysnir, sum hava verið nevndar í hes­um sambandinum. Onn­ ur er uppsparing til pen­sjónir og hin er tilfeingisgjøld. Sjálv­ur havi eg góðar vónir um, at vit, langt um leingi, nú fara finna eina beiða semju á pen­sjónsøkinum, hóast vit í mun til okkara grannalond eru alt ov sein á veg. Hvussu verður við semj­ uni um tilfeingisgjøld er ilt at siga. Men tað løgna er, at tað tykist sum at teir pengarnir eru langt síðani brúktir, longu áðrenn teir nakrantíð eru fingnir til vega. Soleiðis fara pengarnir Tá løgtingið um ársskiftið við­gjørdi fíggjarlógina fyri 2015, hevði andstøðan upp­ skot um fleiri útreiðslur, men kortini var undirskotið hjá teimum minni enn í upp­skot­inum hjá lands­stýr­ in­um. Orsøkin var, at sam­ bært teirra uppskoti skuldi meira koma frá vinn­uni. Til­feingisgjøldini skuldu rinda fyri alt frá val­stríði hjá politisku flokk­un­um, til Tjóð­leikhús og Kirkju­bø­ múrin. Javnaðarflokkurin hev­ur harumframt lovað skatta­ lætta til lægru inntøkurnar, og eisini hann skal fíggjast við tilfeingisgjøldum. Undirskotið á fíggjar­lóg­ ini skal burtur, og eisini har eru tað tilfeingis­gjøldini sum skulu gjalda. Tá fullveldisfólkini verða spurd, hvussu tey ætla at fíggja teirra fullveldisætlan, so vísa tey á stóra ríkidømið í fiskivinnuni og alivinnuni. Tilfeingisgjøldini haðani skulu koma ístaðin fyri ríkis­ veit­ingina úr Danmark. Næstseinasta vikuskifti hevði Javnaðarflokkurin lands­fund, og har fødd­ist enn eitt uppskot, sum skal fíggjast við tilfeingis­gjøld­ um. Nú skal barna­ans­ingin vera ókeypis fyri for­eldur, tí alivinnan skal gjalda. Eg gangi úr frá, at tá nýggi for­ maðurin í Peda­gog­felagnum sær hetta, so fer hann at siga, at tá tit hava ráð til ókeypis ansing, so hava tit eisini ráð at geva starvsfólkunum hægri løn. - Og vinnan fær rokn­ingina. Umframt alt hetta skulu vit minnast til, at vit eru í einum valári, og tað skal undra meg nógv, um ikki fleiri uppskot fara at verða drigin upp úr skjáttuni, har ið tilfeingisgjøld standa á inntøkusíðuni. Men hvat hendur við øll­ um hesum útreiðslunum, um alivinnan aftur verður rakt av sjúku, ella makrel­stovn­ urin minkar? Hvar verður tá fíggjarliga haldførið? Brúksveitslan er byrjað Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg taki undir við, at lands­kassin krevur til­feing­ is­gjøld frá vinnuni. Búskaparfrøðingar mæla til, at vit bara brúka avkastið av tilfeingisgjøldunum, og at vit goyma sjálva tilfeingis­ ognina til komandi ættarlið. Men við hetta lag, verður einki at goyma, og vit tryggja heldur einki haldføri, tí vit brúka allar pengarnar longu áðrenn teir nakrantíð eru komnir í kassan. Skansin, Tórshavnar Havn og veruleikin