Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elektrikarar til SEV SEV leitar eftir trimum elektrikarum til Eltøknideildina at byrja skjótast gjørligt. Umframt leiðaran starvast fi mm elektrikarar og tveir elektrikaralærlingar á deildini. Uppgávurnar á Eltøknideildini eru í høvuðsheitum hesar: Viðlíkahald av teknisku útgerðini á koplingarstøðunum Viðlíkahald av teknisku útgerðini á elverkunum Viðlíkahald av vindmyllulundunum Uppseting av tekniskari útgerð á koplingarstøðum og elverkum Tú Tú ert útbúgvin elektrikari við starvsroyndum, ella hevur tú útbúgving og starvsroyndir, sum kunnu javnsetast. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini er neyðugt, at tú hevur førleikar at samskifta á enskum. Tú ert fyrikomandi, nærlagdur/nærløgd og arbeiðir sjálvstøðugt. Vit vænta eisini, at tú hevur kunnleika til teldu á brúkarastøði og koyrikort til persónbil. Tú kanst rokna við, at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at tú helst verður partur av einari vaktarskipan. Eisini kan roknast við nakað av ferðing innanoyggja, tí arbeiðið hjá Eltøknideildini fer fram um alt landið. Vit vænta, at tú hevur góða heilsu. Orsøkin til hetta er, at krav er um víðkaða heilsuváttan (G41), um arbeiðast skal uppi í vindmyllunum. Uppgávur Tú fert at virka í einum toymi saman við øðrum elektrikarum. Ætlanin er, at elektrikarar, ið settir verða, skulu røkja vindmyllurnar sambært løgdum ætlanum. SEV skipar í hesum sambandi – saman við vindmylluveitaranum – fyri øllum neyðugum skeiðum. Í sambandi við viðlíkahaldið er ætlanin, at elektrikarnir skulu virka í einari vaktarskipan. Elektrikarnir skulu eisini taka lut í øðrum dagligum arbeiði á deildini, so sum viðlíkahaldi av háspenningsútgerð og uppseting av nýggjari tekniskari útgerð. SEV SEV bjóðar tær: · fjøltáttaðan arbeiðsdag · ávirkan á egið arbeiði · fakliga menning · viðkomandi skeið Løn Størvini verða lønt sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Eisini verða elektrikararnir, sum settir verða, partur av vaktarskipan, ið er lønt eftir vaktarskipanini hjá Starvsmannafelagnum. Umsóknin Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Hans Brian Joensen, leiðara á Eltøknideildini, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er týsdagin, hin 5. mai kl. 12. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari T-postur: starv@sev.fo SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 137 fólk eru í fulltíðarstarvi í elfelagnum undir virðisorðunum: Samstarv, Eldhugi og Virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946. REKTARI TIL SKÚLADEPILIN Í MARKNAGILI Sí nærri á www.mmr.fo www.gevidblod.fo