mikudagur 29. apríl 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
1. Mai 2015
Eitt fólkatingsval kann vísa, hvør
sterkastur er í ymsu flokkunum
Hóast flokkurin vinnur, so kann formaðurin
tapa. Tað er hent fleiri ferðir, tá fólkatingsval
hevur verið í Føroyum.
Í Javnaðarflokkinum hendi tað fleiri ferðir,
at formaðurin ikki fekk felstar atkvøður og varð
valdur á fólkatingsvali, men annar persónur á
listanum.
Tað er eisini fleiri ferðir hent í Fólkaflokki
num. Og eisini í Sambandsflokkinum.
Til seinasta val stillaðu bæði formaðurin í
Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, og
formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo
Holm Johannesen, upp til fólkatingsvalið.
Hóast flokkarnir vunnu valið, so taptu báðir
formenninir valið. Tí teir vórðu ikki valdir.
Men tað er eingin, sum heldur tað vera løgið.
Javnaðarflokkurin koyrdi Sjúrð Skaale í front
– og sjálvandi stillaði formðurin, sum tá var
landsstýrismaður í fíggjarmálum, eisini upp til
fólkatingsvalið.
Sambandsflokkurin koyrdi sjálvandi Ed
mund Joensen í front, tí at hann var fólkatings
maður frammanundan – og sjálvandi stillaði
flokkurin eisini løgmann upp fyri at styrkja
listan.
Nú Fynd hevur gjørt veljarakanning
fyri Sosialin í sambandi við fólkatingsvalið,
roynir Edmund Joensen í lesarabrævi á síðu
28 her í blaðnum at skjóta veljarakanningina
niður. Hann sigur, at eingin dokuentatión er
fyri tulkingini hjá Sosialinum: At Sjúrður og
Edmund verða afturvaldir. Ta staðfestingina
heldur Edmund Joensen vera óseriøsa.
Vit mugu bara spyrja, hvat bagir Edmundi
Joensen? Er hann so bebbaræddur fyri, at Kaj
Leo Holm Johannesen verður sterki maðurin
Sambandsflokkinum? Tað kann sjálvandi
henda. Men tað er Edmundi Joensen fyri
at takka, at flokkurin stendur seg so væl til
fólkatingsval. Parturin hjá Kaj Leo sæst í
veljarakanningini til løgtingsvalið, sum er ein
katastrofa.
Fleiri meiningar kunnu vera um, hvørt Ed
mund Joensen hevur gjørt eitt seriøst arbeiði
ella ikki. Men størsti munurin hjá Sambands
flokkinum á Christiansborg og í Tinganesi er,
at Edmund Joensen hevur funnist harðliga at
floksfeløgunum í Føroyum, og serliga løgmanni,
sum – sambært Edmundi – letur seg draga av
Fólkaflokkinum og førir asosialan politikk.
Heldur enn at mjarra eigur Edmund Joen
sen at vera glaður fyri kanningina – og hann
eigur ikki at óttast dystin móti
løgmanni!
Hoyrdi í útvaprinum, at hann bara
avspákaði
Ein gevari í Havn hevur latið hendan
málningin eftir William Heinesen til átakið
»Meðan vit bíða« – at savna saman pengar til
at hjálpa børnum í fátækaváða.
Tað er Miðlahúsið, sum saman við Í
menniskjum góður tokki, sum skipar fyri
tiltakinum.
Málningurin, sum William Heinesen mál
aði í 1962, hevur heitð »Várdagur«. Hann er
við hesum lýstur til sølu.
Málningurin er til søddar 84X64 cm +
rammu, og hann varð í fjør virðismettur til kr
30.000 av Bruun Rasussen Kunstauktioner.
Tann, ið hevur hægsta boð yvir virðismet
ingina ognast málningin.
Allur peningurin, ið fæst fyri málningin,
verður latin óskerdur til átakið, sum stuðlar
børnum í fátækaváða, »Meðan vit bíða«.
Tann, ið vil bjóða upp á málningin, kann
lata eitt boð á teldupostadressuna wh@sos.
fo ella ringja til Sosialin á telefon 341800.
asfdasfasdf at profilera seg í
føroyskum miðlum
Flaggdagshaldið á Sendistova Føroya í London
hevur verið eitt afturvendandi tiltak, har fitt av
fólki plaga at vera.
Hesa ferð var einki undantak, tí tað vóru eini
150 fólk á føroyska flaggdagshaldinum í Lond
on, sigur løgmansskrivstovan.
Í hesum sambandi høvdu fleiri sendistovur í
London, umboð á flaggdagshaldinum, umframt
at umboð úr vinnulívinum, embætisfólk, før
oyskir útisetar og føroyavinir vóru millum
gestirnar.
Á flaggdagshaldinum flutti løgmaður fram
røðu. Hann vísti millum annað á sterku søgu
ligu sambondini millum Bretland og Føroyar,
okkara sterku handilssambond við bretska
marknaðin, um búskaparvøksturin í Føroyum
og blómandi ferðavinnuna, sigur
løgmansskrivstovan.
Edmund bangin fyri at Kaj Leo vinnur
William Heinesen
málningur til børn í fátækaváða
150 til flagg
dagshald
»meðan vit bíða«
Sendistovan í london
kann ikki liggja sjóvarfallið av sær:
Les eisini blaðið
á telefonini
Eingin dokumenta
tión fyri tulking
Edmund Joensen
Kjak síða 28
Upptakið eftir
høgrasamgonguna
Hans Pauli Strøm
Tíðargrein síða 19
Visti tú?
At tað búgva 48.693
fólk í Føroyum – og at
metið var 48.916 í
2009
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyri
Sambandsflokkin
»Tað, sum er hent hesa seinastu
tíðina er ein herferð ímóti
teimum smáu sjúkrahúsunum í
Suðuroy og í Klaksvík«
Tað er als ikki óvanligt, at onkur annar enn
floksformaðurin vinnur fólkatingsessin