mikudagur 29. apríl 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2015
SOSIALURIN 49
4
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi, turt og sólglottar.
Hitin millum 1 og 4 stig.
Veðrið sunnudagin og
mánadagin:
Sunnudagin gul av eystri og
yvirhøvur turt og sólglottar, men
mánadagin veksur hann vindin
upp í hvassan vind av eystri og
møguliga regn. Hitin millum 2
og 6 stig.
Veðrið mikunáttina:
Eitt lágtrýst, 999 hPa. í útsynning
úr Føroyum fer í landsyning.
Veðrið hósdagin:
Eitt hátrýst við Føroyar mennist
nakað.
Gul til stívt andøvsgul av norði,
seinnapartin minni vindur.
Yvirhøvur turt og sólglottar og
hitin millum 1 og 4 stig.
LEYGARDAGIN
HÓSDAGIN
FRÍGGJADAGIN
5-10 m/s
5-10 m/s
1-6 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s
1-6 m/s
Fleyr til gul av ymsum ættum,
turt og sólglottar. Hitin millum 1
og 4 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Onkuntíð hevði eg ynskt, at mítt lív
hevði bakgrundstónleik akkurát
sum filmarnir, so eg kundi funnið
útav, hvat ólukkan gongur fyri seg..
Sæð á Facebook:
Hví nevna tey altíð ættirnar, tá tey
lesa veðrið í kvf? Hví kunnu tey ikki
bara siga, um veðrið verður gott
ella ringt á hesum ymsu støðunum?
Tiltakið »Meðan
vit bíða«, har
sjey kendir
føroyingar
savna pening
inn til børn í
fátækraváða,
hevur verið
nógv umrøtt
seinastu vikuna.
1. mai steðgar innsavningin, og peningurin verður
latin Í menniskjum góður tokki. Har fer hann at koma
fátøkum føroyskum børnum til góðar í sambandi við
føðingardagshald og frítíðarítriv.
Dropbucket hjá Heiðu G.
Nolsøe er aftur heiðrað -
hesu ferð við ein um stór-
um altjóða snið gevara-
prísi, nevndur RedDot.
Átta fólk eru úttikin til
landsliðið í frælsum ítrótti
Eldur kom í eini hús í Bøgøtu
í Klaksvík, og tey brunnu í
grund. Eingin var í húsinum,
tá eldur kom í.
Læknafelagið rópar
varskó, tí støðan innan
heilsuverkið er hættilsig.
Tað mangla serlæknar,
fígging og politiskur
vilji til at vísa, hvat skal
henda við føroyska
heilsuverkinum, siga teir.
Ein bilur rennir inn í bergi
omanfyri Sund. Ein maður er
í bilinum, men hann fær ikki
álvarsaman skaða. Óvist er,
hví óhappið hendi.
Einki verður gjørt við at
broyta samsýningarnar
hjá løgtingsfólki á hesum.
Tað er greitt, eftir at
fíggjarnevndin hevur
viðgjørt eitt uppskot. Tí
hava tingfólk enn nógv betri
pensjónsskipan, enn vanlig
fólk.
Danski Rockbólkurin
Dizzy Mizz Lizzy er ein av
bólkunum, sum skal spæla
á G!
Stórur jarðskjálvti elvir til
undantaksstøðu í Nepal
og India. Stórur skaði er -
serliga í høvuðsstaðnum
Katmandu - og talið av
deyðum verður nú hildið at
vera omanfyri 4000.
Hósdagin, sum eisini er Dýri
Biðidagur, verður 1. mai
hátíðarhildin kring landið.
1. mai er eisini kendur sum Altjóða
arbeiðaradagurin, og hann verður hildin
sum ein hátíðardagur fyri arbeiðarar og
arbeiðandi fjøldina.
Tað er arbeiðararørslan, fakfeløg,
sosialistar og kommunistar, sum halda dagin
við at hátíðarhalda vunnin rættindi, men
eisini peika á avbjóðingar og trupulleikar,
sum mugu loysast.
Í nógvum av heimsins londum
er dagurin antin heilur ella hálvur
frídagur, og nógvastaðin eru kravgongur,
mótmælisgongur ella almenn tiltøk.
Dagurin var ásettur í París 1889, tá fólk
úr 20 ymsum londum hittust fyri at tosa
um korini hjá arbeiðandi fjøldini. Eitt av
aðalmálunum var, at arbeiðsdagurin ikki
skuldi vera longri enn 8 tímar.
Í Føroyum var fyrsta arbeiðarafelagið
stovnað á Tvøroyri - tað æt Fylking og varð
stovnað í 1915 - fyri júst 100 árum síðani. Eitt
av aðalmálinum hjá Fylking var at krevja
løn í reiðum peningi, heldur enn at fáa løn í
vørum frá arbeiðsgevaranum.
Í ár verða tiltøk ígjøgnum allan dagin og
um alt landið.
Leygarkvøldið verður
Norðurlandahúsið karmur um
finaluna í tiltakinum »Ímeðan
vit bíða«, sum Miðlahúsið hevur
staðið fyri í samstarvið við »Í
menniskjum góður tokki«.
Mangt og hvat verður á skránni í
Norðurlandahúsinum, til dømis fer Hjørdis
Háberg Petersen, sum er leiðari í City Church
(fyrrverandi Evangeliihúsinum) at tosa um
sínar royndir við arbeiði millum tey, sum liva
í fátækraváða.
Tróndur Vatnhamar fer at royna seg sum
aktionarius og skipa eina uppboðssølu.
Maud Wang Hansen fer at hava samrøður
við umboð fyri teir politisku flokkarnar, og
eisini verður live tónleikur og onnur tiltøk.
Stóra løtan verður tó sjálvandi, tá
kekkurin verður handaður, og tað verður
avdúkað, hvussu nógv er savnað inn til
barnafamiljur í fátækaváða hesa seinastu
10 dagarnar.
Tiltakið er ókeypis, men um ikki ber til
at koma í Norðurlandahúsið, er møguligt at
fylgja við livestroymingini á in.fo.
Les meiri um innsavningina og tiltakið
leygarkvøldið inni í blaðnum.
1. mai - arbeiðaradagurin
Ímeðan vit bíða finalan
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Tað heldur Janus Rein, at
grindadráps-órógvarar
skulu hava í bót
100.000 KR
MANGT OG HVAT