Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 14 Várið er við at verða her. Tað hevur kanska ikki sæð soleiðis út seinastu vikurnar, men spakuliga byrja blómur og trø at koma aftur til lívs, og havin rópar eftir einari hjálpandi hond. Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst fáa tað hugnaligari uttanfyri húsini Várfínt Inna Törnroos Betonghavi Betong gevur ein lekran ráan stíl yvir havanum. Tað gráa saman við tí grøna er flott, og pottar og annað er lætt at evna til sjálv. Leita í kjallarinum Gamlir stivlar, bakkar ella dekk eru útmerkað at planta blómur í. Saman við onkrum modernaðum gerast hesi gomlu, brúktu tingini oftast prikkurin yvir I’ð! Planta urtir Urtir eru fyri tað mesta lættar, bæði at fáa upp og at halda, og tað er hugnaligt at kunna krydda matin við egnum urtum Bæði høgt og lágt Nógv serkøn innan urtagarðar halda, at ein av størstu byrjarafeilum er at seta pottar og annað á eina hædd. Bygg heldur uppeftir. Hang blómur á veggin, set á ein stein ella á eitt borð. Keyp blómupottar í ymiskum støddum.