mikudagur 29. apríl 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
16
søga
Bara tveir dagar eftir at kríggið endaði, varð føroyski
frælsisstríðsmaðurin í Danmark, Otto í Smæruni, varð
skotin í pannuna av einum týskum hermanni
70 ár síðan
Mathias Lassen
M
ánadagin tann 7. mai
1945, tveir dagar eftir, at
seinni veraldarbardagi
alment var kunngjørd
ur at vera liðugur, hoyrdist í gøt
unum í Næstved, at HIPO-fólk vóru
ávegis til Næstved úr Ringsted. HIPO
stendur fyri hjálparpoliti á týskum
(Hielpspolizei).
Mótstøðufólkini tóku tí fyrivarni;
teir vistu ikki, hvat hetta hevði at týða
og fóru út í gøturnar at ansa eftir, at
ikki nakað óregluligt fór fram.
Kríggið var liðugt, men ikki allir
týskarar vildu gevast, teir høvdu
enn vápn uppi á sær. Ein av mót
støðumonnunum í Næstved var
»Frihedskæmper« Otto Jacobsen úr
Havn. Otto kom til Næstved at læra
til slaktara, tí forældrini, Hans Jacob
og Marin, høvdu handilin “Smæran”
í Havn. Marin var systir Christian
Holm Jacobsen. Hans Jacob, sum
áður hevði framleitt ølið »Ydun«, og
var givin við hesum, tí kona hansara
Marini dámdi ikki, at hann bryggjaði
øl og vildi hava hann at gevast og
heldur fáa sær ein vanligan handil,
helt, at tað var neyðugt við einum
slaktara, sum kundi taka sær av at
slakta neyt og seyð og framleiða
slaktaravørur til handilin. Tí varð
Otto sum 17 ára gamal í 1939 sendur
til Næstved at læra til slaktara. Men
Danmark varð hersett av Týsklandi
9. apríl 1940 og Føroyar hersettar av
Bretlandi 13. apríl 1940. Hetta hevði
við sær, at einki ferðasamband varð
millum Danmark og Føroyar. Brøv
komu tó heim umvegis Svøríki, og
Otto sendi eisini brøv heim og segði
frá, hvussu stóð til.
Otto varð útlærdur slaktari í 1943,
og á vári 1944 stovnar hann saman við
øðrum ein mótstøðubólk. Bólkurin
var virkin restina av krígnum.
Otto í Smæruni
fall fyri
týskari dráps
mannahond
Torbjørn Jacobsen
Minnisplátan í
Ringstedgade 50
»Men tá skjýtur
týski soldáturin
hann í pannuna.
Otto doyði á
staðnum«