mikudagur 29. apríl 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2015
SOSIALURIN 49
30
”MEÐAN VIT BÍÐA”
»MEÐAN VIT
Seinastu vikurnar hevur Miðlahúsið saman við Í menniskjum góður tokki
sett fokus á børn, sum liva í fátækaváða. Átakið »Meðan vit bíða« hevur elvt
til fleiri átøk og tiltøk kring landið, og komandi dagarnir vera enn fleiri á
skránni. Leygarkvøldið endar átakið við einum braki í Norðurlandahúsinum.
Her er nakað av tí, sum higartil er komið burturúr »Meðan vit bíða«
N
orðurlandahúsið verður
leygarkvøldið karmur
um endabrestin av
átakinum hjá Miðla
húsinum »Meðan vit bíða«, sum
hevur til endamáls at savna pening
inn til børn, sum liva í fátækraváða.
Á skránni er livandi tónleikur,
samrøður um fátækradømi og
hvat kann gerast framyvir. Tey
sjey, sum hava savnað pening inn
seinastu tíðina - Katrin Kallsberg,
Hjørdis Háberg Petersen, Tróndur
Vatnhamar, Magni Arge, Ragnhild
Ellingsgaard, Maud Wang Hansen
og Livar Nysted luttaka í tiltakinum,
eins og Í menniskjum góður tokki
verður til staðar.
Hetta kvøldið verður greitt hvus
su nógv er innkomið til børn, sum
liva í fátækraváða, og verður pen
ingurin latin til Í menniskjum góður
tokki.
Øll eru vælkomin í Norðurlanda
húsið klokkan 19 leygarkvøldið.
F
elagsskapurin Í menniskj
um góður tokki fór í sein
astu viku undir eitt nýtt
átak, har til ber hjá fíggjar
liga sperdum familjum at søkja um
hjálp til frítíðarítrivini hjá børn
unum. Og í dag er kunngjørt, at øll
ítróttarfeløgini í Klaksvík samstarva
við felagsskapin viðvíkjandi hesum
nýggja átaki.
Tað merkir við øðrum orðum, at
fíggjarliga sperdar familjur kunnu
søkja um limaskap til børn teirra.
Hetta verður gjørt við eini umsókn,
sum verður send til Í menniskjum
góðum tokki. Felagsskapurin tekur
sær síðani av øllum tí praktiska og
hjálpir eisini við ítróttarklæðum og
útgerð í samband við ítróttarvirk
semi.
Umsóknin kann finnast á heima
síðuni www.takk.fo og er endamálið
við hesi samstarvsavtalu at tryggja,
at eitt hvørt barn í býnum skal kunna
taka lut á jøvnum føti við onnur børn.
Søkjast kann um hjálp til júst tað
ítróttarvirksemi, sum títt barn hevur
hug til.
Feløgini, sum hava gjørt sam
starvsavtalu við Í menniskjum góður
tokki, eru hesi:
Stjørnan, Mjølnir, Team Klaksvík,
Svimjifelagið Ægir, Rennifelagið
Treysti, Klaksvíkar Ítróttarfelag,
Klaksvíkar Fimleikafelag, Klaksvík
ar Badmintonfelag, Klaksvíkar Talv
felag, Klaksvíkar Billiardfelag, Klaks
víkar Dartfelag.
Endar við
einum braki í
Norðurlanda
húsinum
Ítróttarfeløg gera
samstarvsavtalu
við Í menniskjum
góður tokki